At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Góðu lesarar, orsaka av skerdum fíggjarætlanum, sær út til at ensku tíðindini (í Kvf, red.) fara at taka ein steðg. Fyribils er ikki meira at frætta, og tá meira er, frætta tit tað fyrst. Takk fyri at tit skilja og stuðla.

Soleiðis verður sagt á facebook bólkinum fyri útlendingar í Føroyum, um ensku tíðindatænastuna sum Kvf hevur veitt á heimasíðuni í nøkur ár. 

Á forsíðuni hjá Kvf er ein knappur sum eitur News in English, men tá ein trýstir á henda knappin, kemur ein feilmelding fram. 

Tey sum lesa við á bólkinum á facebook eru ikki fegin um avgerðina at taka burtur ensku tíðindini, tað sæst á viðmerkingunum undir boðunum. Víst verður millum annað á, at útlendingar í Føroyum eisini gjalda kringvarpsgjald, og tí skilja nógv ikki, hví henda tænastan, sum neyvan fyllir nógv í samlaðu fíggjarætlanini hjá almenna Kvf, nú skal hvørva. Ein undirskriftainnsavning er byrjað á netinum, fyri at mótmæla skerdu tænastuni.

Ein annar miðil skrivar eisini føroysk tíðindi á netinum, tað er local.fo.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo