40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Býráðslimirnir Marjus Dam og Dánial Johansen hava tikið seg úr býráðsmeirilutanum í Vága kommunu. Tað boða teir frá í skrivi til borgarstjóran Rósu Samuelsen.

VP hevur biðið um innlit í skrivið frá teimum báðum býráðslimunum, sum er dagfest tann 29. februar 2016. Í skjalinum stendur gott nokk 2015, men tað rætta er 2016.

Í grundgeving fyri at taka seg úr býráðsmeirilutanum, siga býráðslimirnir, at fleiri vinnufyritøkur í Vágum hava stóran trupulleika av væntandi vinnupolitikki og vælvild og frá býráðnum í Vága kommunu.

- Tað stríður ímóti gjørdari samgonguavtalu og taka vit okkum úr Býráðsmeirilutanum av teirri orsøk, skriva teir millum annað.

- Tá Giljanes skúli skuldi gerast var ikki sørt rok av, at arbeitt var á slíkan hátt, at tað legði fót fyri vinnuna í Vágum. Tað fekk ein stórur meiriluti av býráðnum partvís broytt. Henda broyting gjørdi, at vit í Vágum eru sloppin undan eini kostnaðarmiklari byggigølu.

Men býráðslimirnir hava fleiri grundgevingar fyri at taka seg úr býráðsmeirilutanum, sum sæst í skrivinum frá teimum.

Les alt skrivið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo