Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danir eru farnir at hyggja at, hvussu normenn hava gjørt, nú mongdirnar av koppingarevni eru minni enn væntað.

Ætlanin um koppseting í Danmark hevur fingið eitt skot fyri bógvin, tí koppingarevnini frá bæði Johnson & Johnson og Astrazeneca skulu ikki brúkast meira, ikki fyribils í hvussu so er.

Tað ger, at mongdirnar minka, og tí mugu ætlanirnar endurskoðast.

Normenn hava í eina tíð lagt serligan dent á at koppseta har sum smittan er mest útbreidd. Og tað halda danir vera eina gongda leið.

Berlingske endurgevur fleiri serfrøðingar sum peika á, at tað er av størsta týdningi at brúka koppingarvenið har tørvurin er størstur, tí tað bjargar flestum mannalívum.

Hvat hetta merkir fyri Føroyar, sum fáa alt sítt koppingarevni ígjøgnum Danmark, er kortini ikki greitt.

Sunnudagin segði landsapotekarin Hjalti Gunnarstein við VP, at í næstu viku koma tilsamans 5.200 skamtar av Pfizer koppingarevni til Føroya. Hetta er størsta veitingin nakrantíð. Hjalti Gunnarstein segði, at hann hevði ikki fingið fulla vissu fyri, at vaksinan kom, men hann hevði fingið tilsøgn um tað. Um hetta er broytt er enn ógreitt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo