Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í aðru viku kemur higartil størsta veitingin av koppingarevni ímóti Covid-19 til landið.

Tá koma fýra kassar við tilsamans 5.200 skamtum av Pfizer koppingarevni, tað upplýsir landsapotekarin, Hjalti Gunnarstein fyri VP.

- Seinasta mikudag komu tríggir kassar og hesa komandi vikuna fáa vit onga levering, men arbeiðið at koppseta heldur kortini fram, tí vit hava niðurfyri, sigur Hjalti Gunnarstein. Hann nevnir, at arbeiðið nú helst fer at ganga skjótari, tí gongd kemur á veitingarnar, sum hevur verið trongin ella fløskuhálsurin fyri, at arbeiðið at koppseta føroyingar ikki kann ganga skjótari.

Upprunaliga var ætlanin, at alt skuldi vera liðugt síðst í juni. Um henda ætlanin fer at halda veldst um, hvørt nóg nógv koppingarevni kemur til landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo