Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tema

Jetta Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen avgjørdu í 2016 at fara til Ukraina at fáa hjálp frá eini burðarmammu, so tey kundu gerast foreldur.

Jetta og Hans Dánial frøddust, tá gongd var komin á viðgerðina á klinikkini í Kiev og tey bíðaðu bara spent í Sandavági eftir svari.

Jetta Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen avgjørdu í 2016 at fara til Ukraina at fáa hjálp frá eini burðarmammu, so tey kundu gerast foreldur.

Jetta Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen avgjørdu í 2016 at fara til Ukraina at fáa hjálp frá eini burðarmammu, so tey kundu gerast foreldur.

Jetta og Hans Dánial frøddust, tá gongd var komin á viðgerðina á klinikkini í Kiev og tey bíðaðu bara spent í Sandavági eftir svari.

Jetta og Hans Dánial sótu fyrst í mars 2016 á burðarklinikkini í Kiev yvirav burðarmammuni, sum skuldi bera teirra børn.

- Konan var pen, ikki ov kløn og ikki ov tjúkk. Hon dugdi ikki eitt orð á enskum, men vit heilsaðu pent upp á hvønn annan. Hon hevði sonin við sær – ein 7-8 ára gamlan drong, sigur Jetta.

Hvørki tey ella burðamamman høvdu ynskt ella ikki ynskt at møtast, men tað var soleiðis tey gjørdu á hesi klinikkini.

Burðarmamman átti sjálv trý børn og hevði eisini gingið við einum barni til eina russiska familju tvey ár framanundan.

- So hon hevði roynt tað fyrr, so tá kendu vit okkum eitt sindur tryggari, minnist Jetta. Ukrainska kvinnan hevði sjálvandi verið opin um hetta, tí børnini mugu hava sæð, at hon hevði gingið heima við stórum búki og so spurdu tey kanska: Hvar er barnið blivið av? Jú, eg haldi hetta var øgiliga løgið.

- Eg var eitt sindur bangin longu tá vit fóru í gongd: Fór eg at vera góð við børnini, fari eg at vera líka góð við hesi børnini, sum eg eri við hini, fari eg at gera mun á teimum og mínum. Har fóru allir møguligir tankar gjøgnum høvdið, sigur Jetta.

- Men so tá eg møtti henni, so var tað øðrvísi. Vit klemmaðust og alt, sigur Jetta.

- Men tað var ringt, minnist Hans Dánial. Hon dugdi ikki eitt orð enskt. Einasta eg gjørdi var at leggja hondin at mínum hjarta, tá eg heilsaði upp á hana. Hon nikkaði og vit smíltust.

- Vit fataðu tað eitt sindur sum ein professionellan fund – tað var forbanka snedugt, sigur Hans Dánial.

Hvørki Jetta ella Hans Dánial tonktu uppá at angra. Støðan tey sótu í, við teirra burðarmammu yvirav sær, var støðan tey høvdu ynskt. Og nú var hon har.

- Fleiri krøv eru til burðarmammur. Hon mátti ikki hava verið seksuelt saman við egnum manni nakrar mánaðir áðrenn hon fór í viðgerð. Onnur krøv vóru, at hon ikki mátti drekka kaffi ella sodavatn. Og hon mátti ikki koyra í bussi, sigur Hans Dánial.

Hetta vóru alt krøv, sum klinikkin setti til tær burðarmammur, sum vóru knýttar til hesa klinikkina.

##med2##

Sambært Jettu og Hans Dánial so stóð nógv upp á spæl hjá burðamammuni, um hon ikki helt tær reglurnar. Hon kundi beinleiðis vænta sakarmál, um hon hevði brotið reglurnar og alt ikki spældi væl av.

So undirskrivaðu tey avtaluna, at ukrainska kvinnan skuldi ganga við barninum og lata Jettu og Hans Dánial barnið beint eftir at hon hevur átt.

Í avtaluni stóð, at Jetta og Hans Dánial skulu gjalda henni eina upphædd um mánaðin, eftir at tey á klinikkini sóu á skannaranum at hjarta á barninum sló.

Peningurin var til góðan mat, so hon kundi liva sunt. Harafturat skuldu tey gjalda einaferð fyri nýggj klæði til burðamammuna, tí hon fekk brúk fyri størri klæðum, sum búkurin vaks.

- So hon skuldi ikki hava nakrar útreiðslur av nøkrum, sigur Jetta.

Vladimir gjørdist vinur
Tá tey komu til Kiev hendan annan túrin høvdu tey gjørt avtalu um, at ein hýruvognur skuldi standa fyri teimum á flogvøllinum.

- Tá vit komu út gjøgnum dyrnar á flogvøllinum stóð ein maður har við einum seðli. Jetta og Hans Dánial stóð á, greiðir Jetta frá.

Tey vistu frá fyrstu vitjanini, at ein øgiliga stórur partur av døgunum í Kiev fór við at vitja eina skrivstovu fyri og aðra eftir.

Á fyrsta túrinum høvdu tey brúkt teir hýruvognarnar, sum vóru at síggja, men flestu vóru í sera ringum standi, og tað var ringt at práta við bilførararnar.

Hesin bilurin var reinur, í góðum standi og við trygdarbeltum og tað heila.

Tey spurdu bilføraran, sum æt Vladimir, um hann kundi koyra tey fast hesa tíðina í Kiev.

- Tað vildi hann, og hann var við okkum alla staðni. Hann dugdi enskt, so tað gekk ordiliga væl.

- Vladimir hjálpti okkum við øllum. Ja, hann átti næstan lívið í okkum har yviri, sigur Jetta í dag.

Tað vísti seg, at Vladimir og famijan vóru sera illa fyri fíggjarliga. Konan var blivin sjúk, og hann hevði verið noyddur at læna nógvan pening fyri at kunna forsyrgja familjuna.

Tá tey fóru aftur til Kiev eftir børnunum var Vladimir eisini fastur bilførari og hjálpari hjá teimum.

Á hesum báðum ferðunum í Kiev blivu Vladimir og Jetta og Hans Dánial so væl, at tey spurdu seg fyri, um Vladimir ikki kundi fáa ein kjans við onkrum báti í Sandavági.

- Í dag siglir Vladimir við Eivindi her úr Sandavági. Og hann segði okkum, at eftir hendan túrin, so er hann skuldarfríur i Ukraina, sigur Hans Dánial.

Vladimir er blivin fastur gestur í húsunum á Merkrunum í Sandavági og hjálpir Jettu og Hans Dánial við umvælingum og øðrum av húsunum.

- Vladimir hevur verið ein sera týðandi partur av øllum hesum, sigur Jetta.

Aftur til Sandavágs at bíða
Nú var viðgerðin av ukrainsku kvinnuni farin í gongd á klinikkini.

Onnur ferðin hjá Jettu og Hans Dánial í Kiev vardi í einar tríggjar vikur. So um mánaðarskifti mars-apríl 2016 fara tey aftur til Sandavágs at bíða um kvinnan í Ukraina gjørdist uppá vegin.

- Vit skuldu eisini heim at tjena til viðgerðina, sigur Jetta.

Hesa tíðina tey vóru aftur í Sandavági fingu tey meylar frá klinikkini, um hvussu gekst og eisini, um nakað var, sum tey skuldu gjalda.

Og viðurskiftini í Ukraina eru soleiðis, at tað skuldi gjaldast í reiðum peningi fyri hvørja blóðroynd og fyri hvørja skanning.

So Jetta og Hans Dánial fingu meylar frá klinikkin um gongdina, og tey fluttu javnan pening.

Les í morgin um løtuna, tá Jetta og Hans Dánial komu á føðistovuna á sjúkrahúsinum í Kiev.

Greinin verður løgd út kl. 10.

Les tvær tær fyrstu greinarnar her:

Kvinna úr Ukraina bar okkara børn

Gift og til Ukraina fyri aðru ferð

Skrivað fyri VP hevur Øssur Winthereig, Press.

Jetta og Hans Dánial frøddust, tá gongd var komin á viðgerðina á klinikkini í Kiev og tey bíðaðu bara spent í Sandavági eftir svari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo