Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tema

Jetta Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen avgjørdu í 2016 at fara til Ukraina at fáa hjálp frá eini burðarmammu, so tey kundu gerast foreldur.

Jetta og Hans Dánial vóru fleiri ferðir í Kiev í Ukraina.

Ukraina er eitt land, har tað er lógligt hjá eini bruðarmammu at frásiga sær sítt barn.

Í Kiev eru fleiri heilsustovur ella klinikkir, sum átaka sær at útvega bæði burðarmammur og egg.

Jetta og Hans Dánial búgva í dag í Sandavági.

Jetta Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen avgjørdu í 2016 at fara til Ukraina at fáa hjálp frá eini burðarmammu, so tey kundu gerast foreldur.

Jetta Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen avgjørdu í 2016 at fara til Ukraina at fáa hjálp frá eini burðarmammu, so tey kundu gerast foreldur.

Jetta og Hans Dánial vóru fleiri ferðir í Kiev í Ukraina.

Ukraina er eitt land, har tað er lógligt hjá eini bruðarmammu at frásiga sær sítt barn.

Í Kiev eru fleiri heilsustovur ella klinikkir, sum átaka sær at útvega bæði burðarmammur og egg.

Jetta og Hans Dánial búgva í dag í Sandavági.

Í Sandavági býr parið Jetta Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen. Fyri trimum árum síðani komu tey aftur úr Kiev í Ukraina við tvíburðum, sum burðarmamma í Kiev hevði borið fyri tey og latið teimum beint eftir hon hevði átt. Vegurin til tviburðarnar var knortlutur, men nú eru tey eydnusom foreldur, men eru samstundis endað í einari løgfrøðiligari villiniborg.

Jetta og Hans Dánial funnu saman fyri einum átta árum síðani. Hon átti tá trý børn, men tey vildi fegin eisini hava børn saman. Jetta var komin so mikið til árs, at tað var ikki so lætt at gerast við barn og kanningar vístu, at tað var ivasamt um hon kundi gerast við barn á vanligan hátt.

Eftir at hava verið par í eini fimm ár royndu tey ymsar viðgerðir, men til fánýtis.

So stakk tankin seg upp, at tað kanska hevði borið til at fingið eina aðra kvinnu at borið eitt barn fyri tey – eina surrogatmammu ella burðarmammu.

Eitt drúgt stríð byrjaði, har kenslurnar sveiggjaðu sum brotasjógvur.

- Á internetinum fann eg ein bólk fyri fólk, sum vóru áhugað í at finna egg, sáð ella eina surrogatmammu ella burðarmammu, sum kundi bera eitt barn fyri ein annan, greiðir Jetta frá.

At peningur fór at verða uppi í vóru tey greið yvir beinan vegin og fyrsta gjaldið var fyri at sleppa upp í hendan bólkin.

- Vit betaltu einar 1000 kr fyri at sleppa inn í tann bólkin, so kundu vit søkja har um eina burðarmammu. Tey flestu har bjóðaðu egg ella sáð, men tað vóru ikki so nógvar, sum vildu ganga við einum barni.

- Har hittu vit eina kvinnu úr Ukraina, sum segði seg vilja lata egg. Vit spurdu hana beinleiðs, um hon vildi hugsa um at ganga við barninum, og tað segði hon seg vilja, sigur Jetta.

##med2##

- Vit skrivaðu saman við henni, og hon virkaði ordiliga fitt. Og hon skrivaði einki beinleiðis um pengar ella um, at vit fyrst skuldu flyta pengar.

Jetta krógvar ikki, at hennara varðhugi er, at fleiri av kvinnunum, sum eru í hesum internetbólkinum síggja møguleikan at vinna nakað av peningi fyri at lata egg ella ganga við ein barni fyri eitt annað par.

- Har eru ongir pengar í Ukraina, so tær flestu gera tað fyri pengar, sigur Jetta uttan at ivast og uttan at seta sær sjálvum so øgiliga nógvar spurningar um tað.

Hugsaði ov nógv um pengar
Á eini fyrri vitjan í sama bólkinum, fingu tey samband við eina aðra kvinnu – eisini úr Ukraina - sum eisini segði seg vilja bera teirra barn. Men tann kvinnan nevndi beinanvegin, at hon mátti hava pengar beinanvegin.

- Og vit vóru so býtt, at vit fluttu henni pengar. Vit vistu ikki, hvussu hetta gekk fyri seg, og hendan kvinnan segði, at hon hevði funnið eina klinikk, og hon mátti í viðgerð har beinanvegin fyri at spara tíð. So kundu vit bara sita her heima og koma til Ukraina, tá alt var klárt. Men har lupu vit frá heilt skjótt, tí har vóru ov nógvir pengar, sum skuldu flytast áðrenn vit vistu nakað, sigur Jetta.

##med3##

Í fleiri londum – eitt nú Ukraina – eru klinikkir, sum hava bæði kvinnur, sum vilja lata egg og kvinnur, sum vilja verða burðarmammur. Ein annar møguleiki er sjálvi at finna eina kvinnu, ið vil lata egg og so seta seg í samband við eina klinikk, og tey á klinikkini so gera tað arbeiðið, sum skal til.

Og tað var hetta sum Jetta og Hans Dánial vóru farin undir: At finna eina burðarmammu á internetinum.

Jetta heldur, at um klinikkin bara skal skaffa egg, so vinnur klinikkin færri pengar, tí eru klinikkirnar ikki so áhugaðar í, at gestapørini sjálvi finna sær burðamammu.

Klinikkirnar eru áhugaðar bæði at útvega egg og finna burðarmammur, tað eru tað meira pengar í.

Lata egg og føða
Í seinna førinum avtalaðu tey við ukrainsku kvinnuna, at hon skuldi lata egg og ganga við barninum. Tey funnu eina klinikk í Kiev – høvuðsstaðnum í Ukraina.

Kvinnan, sum tey høvdu avtalu við í Kiev skuldi fyribilskannast og so skuldu Jetta og Hans Dánial fara til Kiev, har Hans Dánial skuldi lata sáð í royndini at fáa burðarmammuna upp á vegin.

Hjá Jettu og Hans Dánial sá nú út, sum at tey kundu gerast foreldur, sum tey so inniligu ynkstu.

Tey høvdu ikki av álvara verið í samband við myndugleikar ella onnur um, hvussu hetta kundi gerast. Í dag hugsað tey, at tey kanska skuldu havt kannað alt nakað betur, tí alt gekk ikki júst, sum tey høvdu droymt um.

Tey krógvaðu ikki sínar ætlanir, men vóru spent og tveittu seg út í hetta nýggja lívið.

Jetta skuldi vera mamman
Í januar 2016 fóru Jetta og Hans Dánial til Kiev, har tey møttust við burðarmammuni, og tey trý fóru saman á klinikkina. Har var fyrst Jetta kannað, tí tey vildu tryggja sær, at hon ikki kundi fáa børn, tí tað var fyrsta treyt fyri at fáa burðarmammu og egg.

Í Kiev fóru tey á donsku sendistovuna og søgdu, hvat teirra ørdini vóru í Ukraina.

- Á sendistovuni høvdu tey áður upplivað hetta. Og tá vit søgdu navnið á klinikkini vistu tey eisini, at har vóru pengar uppií, men tað broytti ikki, at hetta bar til at gera, greiðir Jetta frá.

Framferðarhátturin var, at pápin eftir føðingina tekur dna-roynd og um hon pasar saman við royndina frá barninum, verður pápin góðkendur sum pápi og barnið ella børnini kunnu fáa danskt pass.

Sambært Jettu sjálvari helt hon eisini, at hon bleiv skrásett sum mamma.

##med4##

Men tað var ein misskiljing. Sambært danskari lóggávu ber ikki til at hava eina mammu, sum ikki hevur borið barnið. Danska lógin er greið, at tann sum hevur átt barnið er móður at barninum.

Men Jetta og Hans Dánial minnast ikki, at tey fingu hetta greitt at vita á sendistovuni á teirra fyrstu vitjan har.

Í Ukraina ber hinvegin til at frásiga sær eitt barn, og tí skuldi Jetta vænta, at hon á øllum pappírum í Ukraina stóð sum móður at børninum. Eisini á føðijournalinum.

- Tí hildu vit, at tá børnini vóru fødd, so vóru vit foreldur og kundu fara heim aftur til Føroya sum foreldur, sigur Jetta,

Hittu burðarmammuna
Hetta var vitanin, sum Jetta og Hans Dánial høvdu við sær eftir teirra fyrstu vitjan á donsku sendistovuni í Kiev, men hetta skuldi vísa seg als ikki at vera satt – tí tey búðu í Føroyum.

Tá danska lógin ikki viðurkennir ukrainsku pappírini, um hvør er móður, so er vanliga manngongdin, at parið og børnini fara heimaftur og eftir 2-2½ ár kann mamman so søkja um at ættleiða børnini og so er familjan savnað – eisini løgfrøðiliga.

##med5##

Kvinnan, sum tey høvdu funnið í internetnetbólkinum æt Margo, og tey hittu hana fleiri ferðir eftir, at tey vóru komin til Kiev.

- Vit vóru heima og vitjaðu hana, mannin og børnini – jú tey vóru fátæk, men tað vóru næstan øll, sum vit møttu. Tey vitjaðu eisini okkum á hotellinum, sigur Jetta.

- Hon kom so við okkum á klinikkina og var spurd um hon var við uppá at lata barnið ella børnini frá sær beinanvegin eftir, at hon hevði átt tey. Tað bleiv alt ornað, hon skrivaði undir og alt var í lagi, greiðir Jetta frá.

Les í morgin, hvussu klinikkin í Kiev arbeiddi og hví Jetta og Hans Dánial noyddust heimaftur til Sandavágs at giftast.

Greinin verður løgd út kl. 10.

Skrivað fyri VP hevur Øssur Winthereig, Press.

Jetta og Hans Dánial vóru fleiri ferðir í Kiev í Ukraina.

Ukraina er eitt land, har tað er lógligt hjá eini bruðarmammu at frásiga sær sítt barn.

Í Kiev eru fleiri heilsustovur ella klinikkir, sum átaka sær at útvega bæði burðarmammur og egg.

Jetta og Hans Dánial búgva í dag í Sandavági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo