Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjárkvøldið skrivar ein politikkari millum annað:

Hvussu megna fólk, at:

- skriva grein eftir grein eftir grein eftir grein um fosturtøku, uttan at nevna høvuðspersónin í hesum sorgarleikinum-  barnið?

- skriva upp og niður um kvinnurættindi, uttan so mikið sum at nevna barnarættindi?

…… og hvussu megnar sokallaða ”Amnesty” at ganga á odda í herferðini móti tí allarveikasta- ófødda barninum í móðurlívi?

Men hvussu kann tann politiska skipanin og felagsskapir sum Amnesty renna undan rættindunum hjá barninum tá ið tað er komið í verðina?

Føroyar hava tikið undir við heimsyvirlýsing um mannarættindi, har millum annað verður sagt: Tað verður at viðurkenna, at menniskjuni er virðing íborin, og at allir limir mannaættarinnar eiga somu ómissiligu rættindi – hóast hetta hava børn framhaldandi ikki rættindi til sín biologiska uppruna við føðing.

Hvussu ber til, at ein public service stovnur ikki setur rættindini hjá barninum á breddan, bæði áðrenn og eftir føðing, enn at renna á leistum fyri at virka fyri tí øvuta?

Í dag kann mamman eirindaleyst virka fyri, at fora barninum samveru við pápan og sínum uppruna, og harvið fremmandagera barnsins uppruna.

Hvussu kann tann politiska skipanin og ikki minst Amnesty miskunnarleyst lata slíkt brot verða framt mótvegis barninum og mannarættinda teirra, uttan at gera nakað við hetta?

Hugin Skaalum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo