Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hvussu megna fólk, at:

•    skriva grein eftir grein eftir grein eftir grein um fosturtøku, uttan at nevna høvuðspersónin í hesum sorgarleikinum-  barnið?

•    skriva upp og niður um kvinnurættindi, uttan so mikið sum at nevna barnarættindi?

•    filosofera um nær lívið byrjar uttan at nevna barnið, hvørs lív fosturtøkan endar?

•    skriva um rætt kvinnurnar at ráða yvir egnum kroppi, uttan við einum orði at nevna rætt barnsins at ráða sínum?

…… og hvussu megnar sokallaða ”Amnesty” at ganga á odda í herferðini móti tí allarveikasta- ófødda barninum í móðurlívi?

Ein samfelagsskylda at verja ófødda barnið!
Fortíðin goymir nógvar fosturtøkuræðuleikar, men vit liva ikki í fortíðini, vit hava lært av henni og liva undir øðrum og betri umstøðum og tíðum! Vit liva ikki í einum landi uttan heilsu-, skúla- ella almannaverk!

Vit liva í einum samfelag, sum er fult ført fyri, og hevur skyldu til, at taka sær av øllum sínum borgarum!

Av teimum sjúku, teimum gomlu, skúlabørnum, teimum av ymiskum orsøkum tarnaðum-  og ikki minst tí enn ófødda føroyinginum.

Óføddur og ókendur í dag, men spreiðandi gleði okkara millum um dagar, vikur ella mánaðir!!!

Ein roynd at køva rópini frá tí óseka
Í einari desperatari roynd at sleppa undan natúrliga samvitskubitinum, sum herferðin móti tí ófødda voldir, tosa nøkur um heldur at brúka eitt ”neutralt orð”.

Jú, eg skilji tað væl, tóat eg øtist, tí tað kann ikki vera lætt at køva rópini frá tí óseka.

Rópini frá tí mest óseka, ið hugsast kann. Frá tí elskliga barninum, sum bert bíðar eftir at kunna mennast og búnast fyri at verða føtt!

Sínum kæru til gleði, inn í tað samfelag, sum er teirra, og sum tey hava fullan rætt til at mynda!

Fremsti mannarætturin verður miskunnarleyst tikin frá barninum
So verður so ”skinnhelligt” tosað og skrivað um at lækka fosturtøkumarkið”, ”fyri at geva fleiri fostrum møguleika at verða fødd”.

Her verður ”gloymt”, við vilja og óivað vegna ringa samvitsku, at í tí løtu sáðkyknan og eggið hava funnið saman, hevur fostrið fingið ultimativa møguleikan at verða føtt!

Men hesin mannarættur verður miskunnarleyst tikin frá barninum, um so fosturtøkumarkið verður minkað heilt niður á dag eitt!

Uttan mun til hvar á tíðarásinum frá gitnaði til føðidagin barnið er statt, tá lívsstrongurin miskunnarleyst verður rivin av, so er talan um stóra arrogansu og stórt sjálsøkni at nokta  einum komandi heimsborgara, honum ella henni, rættin til lívið, sum byjaði við gitnaði!

Tøkk fái grundlógarfedrar og hægstarættardómarar amerikumanna!
Vælsignaðir verði teir grundlógarfedrar, sum skrivaðu grundlóg amerikumanna, eina lóg, sum ikki ger mun á føddum ella ikki føddum.

Og tøkk fái teir dómarar, hvítir, littir, kvinnur og menn og í ymiskum árum, sum við avgerðini h. 27. mei í ár gjørdu greitt, at grundlógarfedrarnir ongantíð høvdu ætlað, at lógin skuldi misnýtast til at forfylgja ósekum og óføddum børnum við- tvørturímóti!

Latið okkum, heldur enn at renna undan veruleikanum, geva kvinnuni og barninum valdið yvir egnum kroppi, og sum samfelag geva báðum eitt gott og virðiligt lív- og eina trygga framtíð!

Jenis av Rana
formaður í Miðflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo