Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tema

Jetta og Hans Dánial høvdu samband við eina klinikk í Kiev, sum tók sær av allari gongdini.

Í Ukraina er vanligt at pør, sum ynskja eina burðarmammu, hitta burðarmammuna og hennara familju, áðrenn viðgerðin fer í gongd.

Jetta og Hans Dánial høvdu samband við eina klinikk í Kiev, sum tók sær av allari gongdini.

Í Ukraina er vanligt at pør, sum ynskja eina burðarmammu, hitta burðarmammuna og hennara familju, áðrenn viðgerðin fer í gongd.

Í Sandavági býr parið Jetta Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen. Fyri trimum árum síðani komu tey aftur úr Kiev í Ukraina við tvíburðum, sum burðarmamma í Kiev hevði borið fyri tey og latið teimum beint eftir hon hevði átt. Vegurin til tviburðarnar var knortlutur, men nú eru tey eydnusom foreldur, men eru samstundis endað í einari løgfrøðiligari villiniborg.

Fyrsti bági vísti seg at vera, at eftir lógini í Ukraina, kundi burðarmamman Margo ikki brúka síni egnu egg, tí so eigur mamman barnið ella børnini sum hon føðir. Hon kundi bert frásiga sær barnið, um tað vóru egg frá Jettu ella fremmand egg.

Annar bági var, at nú vístu kanningarnar í klinikkini, at tað var ivasamt um hendan kvinnan – Margo - sum tey høvdu havt samband við, kortini kundi góðkennast av klinikkini, tí hon skuldi hava onkrar trupulleikar við stoffskiftinum.

So knappliga skuldu tey aftur taka støðu til, hvat tey so skuldu gera.

- Nú aftaná kann eg ikki lata vera við at hugsa, at tað kanska hevði okkurt at gera við, at vit sjálvi høvdu funnið Margo og vóru komin við henni og tí tjenti klinikkin ikki eins nógv upp á alt hetta, sigur Jetta. Hon heldur seg vita, at sama kona hevur verið burðarmamma aftaná.

So mitt í hesum meldrinum fáa Jetta og Hans Dánial at vita, at klinikkin kortini ikki helt tað vera ráðiligt at lata Margo føða teirra barn. Tey frámæltu at brúka Margo, men avgerðina áttu Jetta og Hans Dánial.

- Vit tordu ikki at taka nakran kjans - eisini tí har eru so nógvir pengar í tí, sigur Hans Dánial.

- Vit hugsaðu okkum um í einar triggjar dagar og komu til, at vit tordu ikki at brúka Margo. So vit fóru aftur á klinikkina og bóðu tey um at finna bæði eina burðarmammu og egg at seta upp.

Men tað var ikki nakað, sum bara kundi ornast beinanvegin, tí har manglaðu ymisk skjøl.

Bara børn til gift pør
Pappírsveldið í Ukraina var næstan ikki at skilja. Tey runnu frá skrivstovu til skrivstovu og útfyltu skjal aftan á skjal.

Men Jetta og Hans Dánial høvdu dirvi at byrja umaftur og bóðu klinikkina í Kiev útvega burðarmammu og egg at seta upp.

##med2##

Nú høvdu Jetta og Hans Dánial verið í Kiev í 14 dagar. Høvdu havt samband við kvinnuna, sum tey hildu skuldi bera teirra barn, tey høvdu heilsað upp á hana, verið saman á eini klinikk í Kiev, tey hildu seg hava fingið váttan frá donsku sendistovuni í Kiev, at tey kundu blíva foreldur – og so at fáa at vita, at kvinnan, sum tey høvdu sett sítt álit á, sum var til reiðar at hjálpa teimum, ikki kundi bera teirra barn.

Men hetta vóru bara teir fyrstu 14 dagarnir, sum vóru truplir – aðrir fóru at koma.

Tað sum Jetta og Hans Dánial hildu kundi lata seg gera við at taka flúgvaran til Kiev og flúgva heimaftur sum foreldur, steðgaði eins brádliga, sum tað var byrjað.

- Vit kundu ikki halda fram, tí vit skuldu verða gift, vígslubrævið skuldi váttast av donskum myndugleikum, og ukrainsku myndguleikarnir skulu hava prógv fyri at vit búðu saman í Sandavági, greiðir Jetta frá.

Tá tey flugu til Ukraina høvdu tey frætt, at man skuldi vera gift fyri at sleppa ígjøgnum hesa gongdina, men tey hildu so lítið um fyrisitingina í Ukraina, at um tað var eitt krav, so kundi tey bara giftast í Kiev.

- Vit høvdu eisini hugsað, at um vit nú blivu foreldur, so kundu vit havt brúdleyp og barnadóp saman – so hevði tað blivið ordliga happy ending, sigur Jetta.

Men fyrsti túrurin í Ukraina endaði aftaná 14 dagar.

Jetta og Hans Dánial fóru aftur til Sandavágs at giftast, og at fáa váttan frá borgarstjóranum fyri at tey búðu á sama bústaði í Sandavági.

Og í Kiev var klinikkin farin í gongd við teirra arbeiði.

Jetta og Hans Dánial vóru í jøvnum sambandi við klinikkina í Kiev.

Annar túrur til Kiev
Longu í mars sama ár – einar 3 vikur seinni – fóru Jetta og Hans Dánial yviraftur til Ukraina. Tey høvdu havt samband við klinikkina, høvdu sent teimum avrit av øllum pappírunum, og klinikkin hevði egnan sakførara, sum skuldi hjálpa til, at øll pappírini hesu ferð vóru røtt og í lagi.

Tá tey fyrst í mars í 2016 koma aftur til Kiev vita tey, at klinikkin hevði funnið eina burðarmammu og hevði útvegað egg at seta upp – Hans Dánial skuldi lata sáð.

##med3##

Tað var ikki heilt tilvildarligt, hvør lat egg.

- Tað var eitt sindur løgið, tí vit fingu ein lista, har vit kundu siga, hvat vit ynsktu okkum. Ljóst ella myrkt hár, hvussu vorðin skuldu eyguni vera, hvussu við hæddini – lágt, miðal ella høgt, undrast Jetta yvir. Hans Dánial heldur seg minnast, at har eisini var okkurt um, hvussu nøsin skuldi síggja út.

- Tá børnini komu, passaði alt uttan eygnaliturin – vit høvdu skriva ljós, men tey eru brún, sigur Jetta.

Møttu burðarmammuni
Á klinikkini møta tey fyrstu ferð nýggju burðamammuni, sum klinikkin hevði funnið. Tann fyrsta var vrakað, áðrenn tey sóu hana, tí hon var ov skjót at krevja pengar. Onnur bleiv vrakað, tí klinikkin sáddi iva um møguleikarnar hjá henni at fáa frísk børn, men hana høvdu tey heilsa uppá fleiri ferðir á fyrru ferðini í Kiev.

Nú nakrar vikur seinni – eftir at verða gift í Sandavági - sótu tey saman við triðju burðarmammuni, sum skuldi vera tann, ið skuldi bera teirra barn ella børn og gera tey til eydnusom foreldur.

- Vit sótu øll har á klinikkini, og tað var eitt sindur so sum so. Skalt tú ganga við mínum børnum, hugsaði eg, minnist Jetta.

Klinikkin var ein nýmótans heilsustova, har eini 25-30 fólk arbeiddu. Har vóru læknar, ljósmøður, sjúkrarøktarfrøðingar og skrivstovufólk. Umframt ísáðing og hjálp til pør, sum skulu para egg og burðamammur, so áttu burðarmammurnar eisini á klinikkini. Bygningurin sjálvur var kanska ikki so snotuligur at síggja til, men inni var alt, og útgerðin var nýmótans, so frætt, sum Jetta og Hans Dánial dugdu at meta um. Læknin og sakførarin dugdu enskt, men hini dugdu ikki enskt.

Les í morgin um sambandið við burðarmammuna og peningaflytingarnar til Kiev.

Greinin verður løgd út kl. 10.

Lesa fyrstu greinina her: Kvinna úr Ukraina bar okkara børn

Skrivað fyri VP hevur Øssur Winthereig, Press.

Jetta og Hans Dánial høvdu samband við eina klinikk í Kiev, sum tók sær av allari gongdini.

Í Ukraina er vanligt at pør, sum ynskja eina burðarmammu, hitta burðarmammuna og hennara familju, áðrenn viðgerðin fer í gongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo