Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tema

Eitt par í Sandavági, sum hevur havt eina burðarmammu í Kiev í Ukraina at borið tvíburar fyri seg, kann nú gleða seg til, at tvíburarnir væntandi fáa danskan ríkisborgararætt seinni hesum mánaðinum.

Parið – Jetta Thorsen og Hans Dánial Joensen – vóru fleiri ferðir í Ukraina í 2016, har tey rindaðu eini burðarmammu fyri at ganga við teirra børnum. Pápin lat sáð og burðarmamman fekk eitt donoregg sett upp.

Eftir danskari lóg bar til at kanna um samsvar var millum dna hjá pápanum, sum lat sáð, og børnini. Um so var, fekk pápin foreldrarættin yvir børnunum eftir danskari lóg. Hetta hendi hjá parinum í Sandavági.

Eftir danskari lóg bar eisini til, at børnini fingu danskan ríkisborgararætt, men Jetta og Hans Dánial rendu seg í eina løgfrøðiliga fløkju, tí henda danska lógin var ikki sett í gildi í Føroyum tá. Í januar í ár er lógin sett í gildi, so børn við einum foreldri, sum er danskur ríkisborgari, kunnu gerast danskir ríksiborgarar.

Fyri nýføddu tvíburarnar merkti tað í 2016, at danska sendistovan í Kiev ikki kundi skriva teimum danskan ríkisborgararætt. Loysnin var, at tvíburarnir fluttu til Sandavágs sum flóttarfólk og fingu uppihaldsloyvi í Føroyum.

Beinanvegin eftir, at tvíburarnir komu til Føroya søktu Jetta og Hans Dánial um ríkisborgararætt til børnini.

Tað er Fólkatingið, sum við lóg veitir danskan ríkisborgararætt til nýggjar borgarar. Tvær ferðir um árið verður lóg løgd fyri Fólkatingið við einum lista av persónum, sum hava søkt um at fáa danska ríkisborgararætt, og sum danska integrasjónsráðaharrastovan hevur mælt til fáa ríkisborgararætt.

23. apríl í ár var aftur eitt uppskot til lóg, um hvør skal hava danska ríkisborgararætt løgd fyri Fólkatingið. Í lógaruppskotinum eru nevnd 1861 fólk og siðvenja er, at Fólkatingið viðtekur lógina uttan nakrar broytingar. Tað vil siga, at øll á listanum fáa danskan ríkisborgararætt í eini og somu atkvøðugreiðslu.

Millum nøvnini í listanum hesa ferð eru eisini tvíburarnir, sum hava búð í Sandavági í næstan fýra ár.

Hetta er fimta greinin um søguna hjá Jettu Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen, sum fingu eina burðarmammu í Ukraina at bera teirra børn.

Les hinar greinarnar her:

Kvinna úr Ukraina bar okkara børn

Gift og til Ukraina fyri aðru ferð

Pening til góðan mat

Barnagrátur í Kiev

Skrivað fyri VP hevur Øssur Winthereig, Press

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo