Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyri at ganga framtíðini á møti bleiv útberingarstuðulin av prentaðum avísum 1. januar 2014 broyttur til ein meira generellan miðlastuðul, har stuðulin verður veittur redaktiónum heldur enn útbering av bløðum.

Lógin leggur eisini upp til at stuðla yvirgongdini frá pappíri til net.

Sostatt fór Danmark fyri meira enn tveimum árum síðani frá teirri skipan við stuðli til blaðútbering, sum Føroya landsstýri, við landsstýriskvinnuni í Mentamálum, Rigmor Dam á odda, nú ætlar at seta í verk í Føroyum.

Landsstýrið ætlar, at stuðulin fyrst og fremst skal brúkast til at bera bløð út. Ongin stuðul verður veittur til innihaldið í miðlinum. Hetta hóast fleiri føroyskir miðlar, bæði blaðmiðlar og netmiðlar, hava víst á, at hetta er ein vánaligur máti at brúka stuðulskrónurnar.

Í Danmark er ein trý ára skiftisskipan gjørd, so skiftið frá stuðli til netmiðlar frá pappírsmiðlum, ikki skal vera so knappligt.

Umframt tað sum danska lógin kallar 'redaktionel produktionsstøtte' ber eisini til at søkja um stuðul til nýskapan og menning úr sonevndu 'innovatiónspuljuni'.

Tíðliga í ár skipaði danska stjórnin fyri eini eftirmeting av lógini, og tá kom greitt fram, at danskir miðlar fegnast um skiftið frá at stuðla útbering av pappírsbløðum til at stuðla framleiðsluni av tilfari til blað- og netmiðlar. Ikki minst bløðini fegnast, sæst í hoyringssvarunum.

Leggjast kann afturat, at Grønland hevur eina líknandi skipan, har stuðul verður veittur til innihald heldur enn útbering.

Les meira um lógina á netsíðunum hjá danska mentamálaráðnum

Les hoyringssvar frá miðlunum sum hava eftirmett lógina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo