Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Í 1963 hendi ein tann størsta kollveltingin í Hvalbiar søgu, tá fyrsta tunnellin í landinum opnaði. Og nú standa vit aftur við eitt vegamót í Hvalba, tí um 6 dagar opnar nýggja tunnellin

- Byggið eina stórhøll í hesum øtiliga stóra arri, sum kommunan hevur skapt á Glyvursnesi, tí so verða ábøtur gjørdar á tað, sum longu er skemmað, men sum borgaranir harafturímóti kunnu fáa gleði av

1. maidagsrøða hjá Helenu Dam á Neystabø

- Líka síðan hann fyri nøkrum mánaðum síðan fyri fyrstu ferð kom upp í politikk, hevur okkara nýggi borgarstjóri brúkt alla sína orku upp á at tosa um oyðsl og óskil hjá undirritaða og mínum felagum í fyrrverandi býráðsamgongum

- Turka fíggjarligu avleiðingarnar av politiskum vilja upp á undanfarnu samgongu

 

Í dag er altjóða arbeiðaradagur, og við arbeiðarafeløgunum á odda markera vit stríðið fyri virðiligum arbeiðskorum fyri arbeiðsmenn- og kvinnur

- Fyri tjúgutrimum árum síðani var eitt rimmar val har vit valdu FULLVELDI! Sjálvstýrisflokkar fóru at arbeiða saman fyri at seta tað frælsi í verk sum vit valdu fjúrtanda September í 1946!

- Millum anna∂ hev∂i undanfarna býrá∂ onki sett av til útstykking á Fossum og ídnaðarøkið á Bor∂oyarvík, ella avsett naka∂ til at fáa skil á veghæddina í Biskupstorgi. Bara hesi trý nevndu geva eina upphædd omanfyri 80 mill.

- Á fíggjarnevndarfundinum týsdagin 27. apríl var millum annað mál um lántøku á skránni. Einasta upplýsing í málinum var, at neyðugt var at læna 70 mió. kr., uttan upplýsing um, hvat peningurin skal brúkast til

- Vit í undanfarnu býráðssamgongu settu okkum fyri at raðfesta rehabilitering á eldraøkinum við tí endamáli at menna førleikar og lívsgóðsku hjá okkara eldru borgarum

- Æres den der æres bør

- Tað góða samstarvið við Tórshavnar kommunu steðgaði tá Heðin Mortensen og Anfinn Brekkstein sluppu framat, og knappliga vildi Tórshavnar kommuna ikki samstarva um at loysa trupulleikan

- Her á landi eru tað nøkur fólk, ið hava ment eitt serligt ”Astrup resistens”. Hjá hesum fólkum hevur Astrup altíð rætt

- Eins og nú, hevur við jøvnum millumbili verið varpað ljós á støðuna á vælferðarøkjunum og víst á, at okkum fer at tørva starvsfólk. Eldraøkið í Tórshavnar kommunu er eitt av hesum og er eitt lutfalsliga stórt øki

- Felag okkara fer ikki at góðtaka, at limir okkara skula arbeiða fyri undirløn orsakað av kappingarloysi og harvið vánaligari fiskaprísum. Okkara limir eru ikki tímaløntir, men fáa avriksløn

- Vit hava stórar avbjóðingar runt Føroya land við børnum og ungum, sum hava lættari og tyngri sálarligar avbjóðingar, og vit síggja alsamt oftari, at børn og ung enda í misstrivnaði og rúsevnismissnýtslu

- Nú vita tey flestu, at Bjarni Djurholm man vera ímillum Føroya mest humørleysu menn, og at hann eisini er ein av hesum sjáldsomu figurunum, sum fyri tað mesta, ella stútt og støðugt, fær tíðina at ganga við at kika niður og inn í nalvan á sær sjálvum

- Seinastu dagarnar hevur oratoriska begávilsið og skyldmaðurin, borgmeistarin í Runavík, havt pallleikir í evsta valdi okkara – Løgtinginum

- Sjálvandi varð tað samtykt, at leggja graslíki á vøllin. Tí sjálvandi var andstøðan eins hugað at taka undir við, at HB og B36 fingu best hugsandi karmar

- Ja, orsaka! Tað er ljótt at siga, at leiðslan ikki er dugnalig. Men samstundis vita vit, at leiðslan alla tíðina hevur kent aldurin á øllum ferjunum kring landið

- Tað er ein gøla, at samgongan letur upp fyri, at 15% av samlaðu veiðini kann landast uttanlands. Hetta rakar virkir um alt landið, fleiri fólk gerast arbeiðsleys og mugu í fiskavirkisskipanina í ALS og grundgevingarnar halda ikki

- Grøna og varandi vindorkan vísir seg ikki at vera so grøn og umhvørvisvinarlig, sum vit annars hava tikið sum givið, síðan fyrstu verunligu myllurnar komu upp í 2004

- Í Degi og viku umleið hálvan apríl var samrøða við Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum. Her vísti stjórin á, at Almannaverkið hevur í dag, og kemur í framtíðini at hava tørv á fleiri starvsfólkum

- Nú SSL leggur uppskot til broytingar til ferðaætlan til hoyringar, er fyrsta viðmerkingin: NEI! Ferðaætlan skal ikki broytast til Erlu Kongsdóttir á nólsoyarleiðini, tí HER SKAL TERNAN SIGLA, meðan SAM er á beding

- Uppá spurningin omanfyri um Astrup hevur fingið alzheimers, so er tað nokk ikki tað sum feilar, men meira muran

- Eg gjørdist skakkur av at lesa greinina Landsbankin legði út á heimasíðuna fríggjadagin

- Tað undrar okkum, at Klaksvíkar kommuna aftur nú útsetir okkum fyri ekstremt skaðiligum larmi við at lata tvey av teimum fúlastu skipunum liggja beint við bústaðirnar hjá okkum og larma

Besti fiskur okkara, seiðurin, er flestum kunnugt ikki mannaføði meira

- Starvsfelagið stuðlar S&K í ynskinum um sættu frívikuna til limirnar og harmast um, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki vil ganga ynskinum á møti

- Fótbóltur hevur altíð verið politiskur

Á kunnandi fundi 21. apríl kom fram, at víkingaskipið, sum smíðast skal í Hovi, verður ogn Føroya fólks

- Skulu útróðrarbátar kappast við trolarar á innaru leiðunum, so verður skjótt eingin útróður

- Í 1991 bleiv fiskaloysi á Føroyagrunninum, toskurin, hýsan og upsin rýmdi, um somu tíð boðaðu lemma trolarinir vesturi á Íslands rygginum frá, at nakað av rækjum stóðu í netinum

- Fimm starvsfólk á Familjufyrisitingini fara um nakrar fáar mánaðir millum 1.880 og 4.462 krónur niður í løn í einum høggi, um Fíggjarmálaráðið fær sín vilja

- Tørvurin á rehabilitering í Føroyum er ovurhonds stórur, og tí eiga vit beinanvegin at fara undir at byggja ein felags rehabiliterinsdepil

Svar til alment skriv frá Kommunufelagnum 16/4 um útboð av vindorku og til samrøðu í KvF við Eyðun Christiansen, stjóra

- Í farnu viku sendi KvF Dokumentarin Meira enn bara vera til, sum vísti á grundleggjandi almennar tænastur, ið ikki eru nøktandi

- KVF hevur nú í tveimum manipulerandi sendingum viðgjørt fiskarí og Namibia, sum teir so hava øst upp til fiskivinnupolitkk í Føroyum

- Í samband við at eg skal umborð nú setti eg meg í samband við koppsetingarbólkin og spurdi um eg kundi fáa vaksinuna aðrenn eg fór, ella kundi koma á ein avlopslista. Fekk svar at av tí eg var undir 70 var ongin kjansur fyri tí

- Sum borgarstjóri í Klaksvík, seti eg mítt álit á, at tú fert at taka við í tína avgerð, tá málið nú er lýst væl og virðiliga, at Veðurstova Føroya eigur at liggja í Klaksvík

- Umhvørvis- og vinnumálaráðharrin loyvir Umhvørvisstovuni at seta okkara elskipan í vanda fyri síðani at senda føroyska húsarhaldinum eina stóra eykarokning fyri óskilið

- Tað eru rættindahavarin og harvið kvotueigarin, sum sjálvur eigur at rinda alt veiðiavgjaldið – vanliga nevnt tilfeingisgjaldið – sum verður lagt á veiðina

- Havstovan hevur fleiri ferð sagt, at Jákup Sverri er kanska mest ljóðleysa fiskiskip í heiminum, men tíverri hendi tað, sum kemur fyri hjá so mongum, at skaði kom á skrúvuna

- Privata vinnan samfeld er ov ofta fyri ákoyringum. Vinnuhúsið, Reiðarafelagið, Fiskimannafelagið og onnur avvarðandi í privata geiranum, eiga at koma við eini greiðari kvalifiseraðari uppgerð til føroyska samfelagið og yvirfyri almenna geiranum

 

- Stórur var dagurin í gjár fyri okkum, tá ið frættist at tjóðarmerki okkara varð hevjað á stong yvir umboðsstovu okkara í Tel Aviv í Ísrael

- Mette Frederiksen, danska forsætisráðharrakvinnan, vísti dirvi tá ið hon fór til Ísrael á fund við Benjamin Nethanyahu forsætisráðharra, fyri at tryggja Danmørkini heilivágsframleiðslu móti hóttandi umfarssóttum

- Sostatt er ongin orsøk til at spyrja landsstýrismannin í fiskivinnumálum, um stovnurin kann leggjast í Klaksvík ella aðrastaðni

- Tað ber ikki til at bíða longur – útoyggjarnar noyðast at fáa eina dagføring av skipunum á øllum farleiðum, og henda meting er eisini væl undirbygd av fakkunnleika, sum sigur at skipini ikki lúka krøvini til trygd longur

- Vit heita inniliga á teg, sum okkara løgmann, at hjálpa okkum í okkara truplu støðu. Okkara bygd yvirlivur ikki ein slíkan vetur sum hendan eina ferð afturat

- Steffansson er púra greiður í síni fatan av Framherja. Føroyska reiðaríð er at meta sum eitt dótturfelag hjá Samherja – tað sama siga innanhýsis skjøl