40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað svaraði danski forsætismálaráðharrin, Mette Frederiksen, tá ið hon var spurd, nær hon ætlar at útskriva val

- Einki skrásetingargjald skal rindast av elbilum í 2023 og 2024, og skipanin við MVG-afturbering verður longd

- At 30.000 danskarar halda, at fosturtøkulógin skal broytast, er ikki nakað argument fyri at broyta hana

- Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum gongur 100 prosent inn fyri ríkisfelagsskapinum – hetta hevur alstóran týdning, nú heimurin er vorðin ótryggari.

Fólkatingið fer undir nýggja setu í dag og helst brúkar forsætisráðharrin høvið til at útskriva val

- Í Føroyum skulu barnafamiljurnar hava tað gott. Í løtuni eru tað serliga tær, sum merkja ógvusliga prísvøksturin. Tí hava vit við okkara seinastu fíggjarlóg raðfest familjurnar, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin, men eisini Sambandsflokkurin varðveitir sítt umboð á fólkatingi. Tað vísir ein nýggj veljarakanning hjá Kringvarpinum

- Fremsti mannarætturin verður miskunnarleyst tikin frá barninum

- Tjóðskaparvongurin kann saktans vinna annan sessin aftur, um øll tjóðskaparhugað standa saman um at koppa øðrum sambandsumboðnum, staðfestir Magni Arge

Jóan Pauli er 33 ár, stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini arbeitt sum politiskur ráðgevi á fólkatingi. Hann kennir tí arbeiðsgongdina og politiska maskinaríið á fólkatingi væl

Í septembur heitti Sjúrður Skaale aftur á danska skattamálaráðið um at loysa ta penjsónsfløkju, sum nógvir penjsónistar við donskum eftirlønum enda í. Svarið vísir, at ein partur av umsóknunum um skattafrítøku verða viðgjørdar skjótari

- Javnaðarflokkurin hevur latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um at tryggja fólki rætt til eitt minstaútgjald úr Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini

Sum partur av verðurlagspolitikkinum, fer landsstýrið at stuðla niðurtøku og burturbeining av oljufýrum. 1,5 mió. kr. eru settar av í fíggjarlógaruppskotinum til hesa stuðulsskipan

Fiskimálaráðið arbeiðir við at fáa allar sínar stovnar grønar. Næsta ár leggur Havstovan um til jarðhita

- Tað frættist í fjølmiðlunum, at tvær av teimum størru kommununum í Føroyum nú eru farnar væl upp um skuldarmarkið, sum ásett er í kommunustýrislógini - tær skylda nevnliga meira enn eina árliga skattaálíkning

Eftir at 79 prosent av atkvøðunum eru taldar upp hevur vinstravalevnið Lula da Silva lagt seg á odda við 46,3 prosentum av atkvøðunum

Fiskivinnuroyndir, fuglateljing og upplýsing um grind eru nøkur av økjunum, sum fáa hægri raðfesting á fíggjarlógini næsta ár

Skipan við bráðfeingis sálarfrøðiligari hjálp verður klár at seta í verk næsta ár. Tá verður møguligt hjá persónum, sum hava tørv á bráðfeingis sálarfrøðiligari hjálp at venda sær til læknavaktina á 1870

Stjórin, advokaturin, landsstýrismaðurin og onnur hálønt fáa meginpartin av skattalættanum hjá samgonguni

- Hetta kemur landinum tilgóðar nú, tá ið fleiri reiðarí hava keypt nýggj skip

Á uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 eru 30 mió. kr. játtaðar til menningarætlan at miðsavna virksemi hjá Fróðskaparsetur Føroyar

Fráboðan frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, í sambandi við ólógligu roynd Russlands at innlima partar av Ukraina

- Tey, ið verða tilnevnd í Etiska ráðið, skulu sambært lógini hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti

Arbeiðið at samskipa sonevndu MSC-góðkenningarnar av fiski úr Føroyum skal nú raðfestast hægri

Landsstýrismaðurin fegnast um semjuna, at skipa Suðuroyar læknadømið við einum heilsudepli

- Tað er gott, at miðallønt við eini inntøku á 30.000 kr. fáa eina skattaminking. Men tað er skeivt at geva somu skattaminking til landsstýrisfólk, sum tjena 70.000 kr.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum hevur raðfest eitt nýtt heim í Suðuroy, millum annað ætlað fólki við seinheilaskaða. Hetta sæst í uppskoti til fíggjarlóg 2023, sum er løgd fram

Í fíggjarlógaruppskotinum raðfestir landsstýrið nýggju útflutningsstovuna fyri veitaravinnur við tveimum milliónum krónum

- Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 verður mett at hava 12,4 mió. kr. í avlopi. Í ár verður avlopið mett til 37 mió. krónur, vísa nýggjastu metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum

- Hvussu kanst tú fáa rætt til allar teir møguleikar, ið lívið hevur at bjóðað, um tú ikki fært rætt til at liva?

Fríggjadagin klokkan 10:15 leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, vegna landsstýrið fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2023

- Vit hava nógvar bussleiðir í landinum, og um tær vórðu brúktar meira, kundi nógv orka verið spard

- Fer tað at broyta fortreytirnar fyri farmi og sigling annars til Skúvoyar at Sandoyartunnilin letur upp?

- Landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri, at meira verður játtað til at asfaltera komandi árini. Tað krevur eina politiska semju, at meira verður játtað til viðlíkahald og kanska minni til nýgerð komandi árini

Um hálvgum tíggju tíðina fóru formenninir í øllum flokkum á fund við løgmann um støðuna mótvegis Russlandi (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

- og hevur tí ikki góðtikið ætlaðu tillagingarnar av virkseminum hjá Sernámi

Sjúrður Skaale hevur í mong ár virkað fyri at bøta um viðurskiftini innan alla rættarskipanina, og eitt nýtt fongsul hevur verið eitt høvuðsmál

Ófráboðaðir fyrispurningar eru á skránni á tingfundinum í dag

- Í vikuni hevur tingbólkurin hjá Tjóðveldi hitt umboð fyri tey flestu fakfeløgini

- Vanligu lokalpolittisku herrópini eru vorðin harðmæltari seinastu tíðina. Serliga eru tað fólk og ávísir polittikarar úr Norðoyggjum sum mynda kjakið

- Herfyri var eg saman við ungum manni, sum hevur mist konuna. Eg hevði verið til jarðarferðina - og var eisini tá saman við honum. Tá - til jarðarferðina - merktu vit ikki veruliga tørvin á, at vit vóru har. Hann var fattur og sá út til at taka tað pent

 

- Saman við einum kendum búskaparfrøðingi átti eg í einum alibrúki í 80’unum og 90’unum. Eins og umleið 60 onnur alibrúk, fóru vit so dundrandi á heysin mitt í 90’unum. Tað var sanniliga ongin FRAMÍHJÁRÆTTUR at eiga alibrúk

- Heilsufrøðiliga starvsstovan váttar, at stovnurin heldur grundarlag vera fyri at staðfesta, at ein alifyritøka hevur framt brot á galdandi lóggávu. Málið er fráboðað fútanum, sum tí hevur málið um hendi

Av orsøkum útifrá, eru tað í løtuni fleiri og fleiri føroyskar familjur, sum hava trupult við at rinda hvørjum sítt. Hendan støðan hevur verið á veg í fleiri mánaðir, men enn hevur samgongan onki gjørt

Føroyska toskakvotan verður sostatt 1.363 tons. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 193 tons og fyri kongafisk 69 tons

- Landsstýrismaðurin sigur, at tað er “torført ella ógjørligt" at finna fram til, hvør hevur dálkað havumhvørvið við plasti. Tí fær tað ongar avleiðingar

- Sjálvt um Russland óprovokerað hevur valt at fara í kríggj í Evropa og harvið dagliga hóttir vesturheimin, so heldur landsstýrið enn dyrnar víðopnar fyri russiskum fiskiskipum

- um at fylgja væl við, um nýggju átøkini hjá smoltstøðunum eru nøktandi til at fyribyrgja, at plastlikam verða latin út í náttúruna

- Landsstýrismaðurin hevur tikið málið um tær broyttu mannagongdirnar í sambandi við klimaviðgerð upp við sjúkrahúsleiðsluna

Høgrasamgongan við Giorgia Meloni sær út til at vinna italska valið við millum 41 og 45 prosentum, sambært kanningum