Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Upplatingin av nýggja ungdómshúsinum á Velbastað, ið skuldi vera í dag, 17. desember, er útsett til 14. januar 2022

Frameftir verður koppsetingin í Klaksvík á Norðoya apotek. Avtala er gjørd við apotekið um at taka sær av koronukoppsetingin frá 28. desember

Koppsetingin fyri korona verður nú løgt út til apoteksverkið. Fyrstu koppsetingarnar á apotekunum verða í Klaksvík millum jól og nýggjár, skrivar KVF

Í dag hava umboð fyri eldraøkini og Sjúkrahúsverkið skrivað undir sáttmála um, at eldraøkini gerast partur av Talgildu heilsuskipanini hjá Sjúkrahúsverkinum

Her sært tú, hvussu bussarnir koyra um høgtíðina í Tórshavnar kommunu

- Bock Bjór er ein myrk sterk bjór við góðum maltsmakki

Á samkomu á Sjónámi í gjár bleiv ein málningur eftir legendariska ævintýraran og listamannin Hanus Skálagarð formelt handaður av bróður Hanusar, Hjartvard Skálagard

Í gjár var móttøka í sambandi við, at Harley Davidson-klubburin hevur fingið nýggj felagshús úti við Velbastaðvegin

Fleiri føroyingar eru við

Túsundbeinið hevur 1306 bein, sum er næstan tvífalt so nógv sum metið áðrenn

Nógv søkja um hjálp, ár um ár. Umleið 60 prosent av teimum, sum fáa jólahjálp í ár, hava fingið jólahjálp oftari enn tríggjar ferðir. Børnini í hesum familjum hava sostatt livað í fátækraváða í meira enn trý ár

Í løtuni eru 358 smittað og 5 eru innløgd við koronu í Føroyum

Okkara grannalond hava í longri tíð verið plágað av fuglakrími, og nú er fuglakrím eisini staðfest hjá skúgvi í Føroyum. Fuglakrím hevur ongantíð áður verið staðfest í Føroyum

Á skránni er millum annað uppskotið um felagskommunala reglugerð um óljóð frá skipum og umsókn um fígging av forskúlalíknandi tilboði í Kaldbaks skúla. Eisini orkupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er á skrá

Eitt streymskáp sprongdist, og Tofta bygd misti streymin, tá toran í gjár sló niður í eina mastur á havnarlagnum, skrivar KVF

Kanning hjá Deloitte vísir, at ein av hvørjum fýra hevur valt ein sosialan miðil frá seinasta árið

Nýggj gransking í Hongkong bendir á, at omikron festir seg í nøs og háls og fer ikki so nógv niður í lunguni

Tá liðugt er at koyra grót í bassengi í Runavík verður flutningurin av gróti undan Skopunarfirði fluttur inn til Søldarfjarðar

Frá í morgin, hósdegnum 16. desember, verða øll ferðandi til Føroya aftur kannað við komu til landið

Nú skulu nýggir Embla vinnarar aftur finnast. Hvat er besta matferðamál í Norðurlondum? Hvør er besti matíverksetari? Og hvør er besti matmiðlari?

Teir næmingarnir á Kvøldskúlanum, sum í løtuni manna teir tríggjar flokkarnar og tey trý stigini í føroyskum sum annaðmáli, noyddust at avlýsa eitt annars tilrættalagt stórt felags jólahald av koronastøðuni

Tórshavnar kommuna og Stuðulsnevndin hava í dag skrivað undir leigusáttmála um lendi til eitt komandi Ovasavn, til minnis um Ova Joensen, sála

- Aftur hesaferð vísir stóra kanningin samsvarandi Better Life Indexinum hjá OECD, at Føroyar eru millum bestu lond at liva í, sigur Magni Mohr

- So tað bendir á, at vaksinan verjir móti álvarsligari sjúku og sjúkugongdin verður mildari og tað slepst undan innlegging, sigur suðurafrikanski læknin Angelique Coetzee

Við góðum stuðli frá FK, letur Reyði Krossur 264 fíggjarliga sperdum familjunum eitt gávukort áljóðandi kr. 1.000

- Helmingurin av teimum, ið hava verið innløgd á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum seinastu tveir mánaðirnar, hava ikki verið koppsett, váttar varastjórin í Sjúkrahúsverkinum fyri KVF

Ongin fólkaskaði hendi

Forsøgnirnar um ein eksponentiellan vøkstur viðvíkjandi seinasta koronavariantinum vísa seg ikki at halda, skrivar danska TV 2

Ein lítil millión kom inn

Í løtuni eru 424 smittað og 7 innløgd við koronu í Føroyum

Tað verða kommunulæknarnir, sum fara at taka sær av at koppseta børnini

Snimma í morgun vóru næmingar úr 3.flokki í Sankta Frans Skúla farnir oman í Tinghúsgarðin at syngja jólasangir

Hann gjørdist 83 ár

Tað vóru góð 27.500 í løntakaraskaranum í november. Tað eru stívliga 300 fleiri enn í november í fjør, ið svarar til ein vøkstur upp á 1,2%

Minna skipið holvdist

Eitt úrslit av verkætlanini er, at FarCoast skipanin hevur givið lýsingar av Sundalagnum Norður, sum eru munandi betri enn eldri tilfar hevur megnað at geva. Tí eru úrslitini eisini av serliga stórum áhuga fyri alivirksemi í økinum

Í løtuni eru 7 fólk innløgd við koronu

Fáa ikki brúkt telduskipanir sum vanligt, óvist hvør tað er sum loypir á

Á søguliga Bennett-fundinum sigur UAE-krúnprinsurin seg vóna "Støðufesti í økinum"

- Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið

Hetta er fimti dagurin á rað at talið á nýggjum tilburðum minkar

Melduródnin síðstu nátt sum rakti fleiri statir í USA var søguliga ógvuslig. Her er ein frásøgn frá ABC News

Serliga í statinum Kentucky er materielli skaðin stórur og nógv fólk deyð

Ferðin vardi í 11 minuttir

3359 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 502 smittað og 7 eru innløgd við koronu í Føroyum

- Tað var ongantíð nakar vandi á ferð, sigur strandferðslustjórin

Sjúkrahúsini í Sørlandet ætla at útseta allar óneyðugar viðgerðir

- Í dag eru liðin 15 ár, síðani Føroyska barnahjálpin varð stovnað. Á júst hesum degi eru vit so glað um at kunna fortelja, at eitt av børnunum, sum vit lærdu at kenna á okkara fyrstu ferð til Liberia, nú hevur fingið tað, sum tey har kalla Capping Pass

Siga seg hava fingið vissu fyri einum líkinda hjálparpakka

Innsendi brævbjálvin við sílaroðslu, sum Jan Thomsen sendi inn til Fiskaaling, vann lutakastið um 10.000 skattafríar krónur. Hetta hendi á P/F Fiskaaling í dag kl. 14.00, tá Tummas Rógvi Jónsveinsson Eliasen trekti vinnandi bjálvan millum 120 aðrar