40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Liverpool hevði risastórar møguleikar til at avgera dystin, men Newcastle slapp undan skrekkinum og bjargaði sær eitt stig

Tað sá út til at fara og gerast javnleikur á Old Trafford, men Marcus Rashford brúkti Fergi-time og var so heppin at fáa bóltin í netið via ein Wolverhampton-leikara

Góða byrjanin hjá Aston Villa hesa sesongina heldur fram. Í kvøld gjørdist úrslitið 1-1 úti móti Chelsea og upp á eitt 5. pláss á stigatalvuni í Premier League

Brasilski verjuleikarin hevur verið ein týðandi leikari hjá Arsenal hesa sesongina, men nú má hann í sóttarhald, tí hann er koronupositivur

Dysturin í dag millum Everton og Manchester City er útsettur av smittuútbroti í Manchester City

Tottenham Hotspur fekk eina dreymabyrjan móti Wolverhampton við máli Tanguy Ndombele, tá ið bert tveir minuttir vóru leiktir

Liverpool misti fyri fyrstu ferð stig á Anfield hesa sesongina, eftir sjey sigrar á rað. Men móti West Bromwich gjørdist úrslitið javnleikur 1-1

Við tveimum stigum seinastu sjey dystirnar í Premier League og ongum sigri síðani 1. november, kom sigurin í dag á Chelsea væl við hjá einum nakað kroystum Arteta

Marcus Rashford skoraði sítt Premier League-mál nummar 50, Manchester United kundi sett met, men verja og álop klossaðu eitt met í sigrum á útivølli burtur

Manchester City upplýsur á sínum netsíðum at Kyle Walker og Gabriel Jesus eru testaðir positivir fyri covid-19

Sambært týska miðlinum Bild hevur venjarin hjá Paris Saint-Germain, Thomas Tuchel, fingið fótin

Eftir tvey tap vann Chelsea heima móti London-kappingarneytanum West Ham, og sum ikki einaferð, so var eitt hornaspark lykilin

Ole Gunnar Solskjær hátíðarhelt tvey ár sum Manchester United-venjari á næstan sama hátt sum hann byrjaði: við klassasigri og málfest

Scott McTominay er fyrsti leikari nakrantíð í søguni hjá Premier League at skora tvey mál teir fyrstu 3 minuttirnar í einum dysti

Lionel Messi hevur nú eins og brasilska legendan Pelé skorað 643 mál fyri sama felag

Noreg vann semifinaludystin móti Danmark 27-24 og skal leika EM-finaluna móti Fraklandi

Robert Lewandowski er kosin ársins leikari hjá monnum av Fifa

UEFA hevur júst kunngjørt, at EM-endaspælið fyri U17 Gentur, sum skuldi verða í Føroyum í mai mánað komandi ár, er vegna koronafarsóttina avlýst

Avgjørdi toppdystin móti Tottenham í 90. minutti

Dysturin millum Arsenal og Southampton endaði, og hevur Arsenal sostatt ikki vunnið ein Premier League-dyst síðani sigur á Manchester United fyrst í november

Donsku kvinnurnar vunnu 30-23 á teimum russisku undir EM í kvinnuhondbólti. Nú bíðar Noreg í semifinaluni fríggjadagin

West Bromwich megnaði nakað sum eingin annar hevur megnað í yvir tíggju tímar: West Bromwich skoraði móti Manchester City

Dysturin sá út at vera avgjørdur millum Wolverhampton og Chelsea, men fýra minuttir inn í yvirtíðina kom Pedro Neto undan kavi og tryggjaði heimalíðnum sigurin

Franski fótbóltsvenjarin Gerard Houllier er deyður. Tað skriva fleiri franskir miðlar, millum annað L'Équipe

Arsenal-leikarin Granit Xhaka fekk reytt kort í dystinum móti Burnley, tá ið hann tók kvørkratak. Arsenal tapti sín fjórða heimadyst á rað

Liverpool megnaði bert at fáa eitt stig móti Fullham og misti stig í toppinum

Tottenham var um at vinna nýggjan sigur, men trýstið hjá Crystal Palace gav at enda bonus tá Jeffrey Schlupp fekk bóltin í netið í seinastu minuttunum

Manchester-derbyið verður sagt at vera «tað ringasta nakrantíð í søguni» eftir tannleyst og sjansuleyst spæl

Meðan Rashford tosar um, tá ið Manchester United hjálpti mammu síni við at gjalda húsaleiguna og bilur kom eftir sær til venjing, tosar Pogba ikki um annað enn at sleppa vekk frá Old Trafford

Italski fótbóltsleikarin Paolo Rossi er deyður, 64 ára gamal. Tað skrivar RAI Sport, sambært Football-Italia

Ein av heilt stóru niðurtúrunum hjá norðmanninum sum Manchester United-venjari eftir 3–2-tapið móti RB Leipzig í kvøld

Dysturin millum PSG og Istanbul Basaksehir FK er fyribils steðgaður eftir at fjórðidómarin sigst hava sagt okkurt rasistiskt móti turkiska beinkinum

Breakdance, klíving, skateboard og surfing eru nýggju ítróttagreinirnar á summar-OL í 2024 í París. Nýggju greinirnar vóru góðkendar av IOC í dag

Harry Kane til Son Heung-min, Son Heung-min til Harry Kane og meira skuldi ikki til fyri at vinna Arsenal í «North London Derby»

Eftir at Martial fór av vøllinum í gott 60. minutti kom lív í spælið hjá Manchester United, sum hevði sovið allan fyrra hálvleik og var afturút við einum máli

United-profilar finnast at atburðinum hjá PSG-leikarunum

Ståle Solbakken er í dag settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Noreg, eftir at Lars Lagerbäck fekk fótin

Cavani og Martial klossaðu tveir upplagdar málmøguleikar burtur, og so fekk Fred reytt kort sum ikki gjørdi støðuna nakað betri hjá Manchester United

Enska fótbóltssambandið hevur biðið Edinson Cavani um eina frágreiðing um orðing á Instagram sum fleiri halda var rasistisk

Raul Jiménez var borin av vøllinum eftir ein álvarsaman samanstoyt við David Luiz. Wolverhampton skrivar fyri løtu síðani at Jiménez er á sjúkrahúsi í London

Fyrrverandi HM-profilurin í fótbólti, Papa Bouba Diop úr Senegal, er deyður, skriva fleiri bretskir miðlar

Argentinska løgreglan kannaði í dag bústaðin og skrivstovuna hjá læknanum Leopoldo Luque

Manchester United hevði gyltar møguleikar at fáa mál í fyrra hálvleiki, men einki eydnaðist fyrr enn Edinson Cavani kom á vøllin í seinna hálvleiki og stútaði bóltin tvær ferðir í netið

Olympisku leikirnir í Tokyo eru útsettir í eitt ár av alheimsfarsóttini. Nýggjar útrokningar vísa at útsetingin fer at kosta beint undir 2 milliardir dollarar

Dysturin millum báðar legendurnar Mike Tyson og Roy Jones Jr. sum var settur til átta umfør, endaði við javnleiki, skrivar BBC

Vágamaðurin, sum danir seta sítt álit á, er testaður positivur á venjingarlegu

Tað sá leingi út til at Diogo Jota fór at gerast matchvinnari, men Brighton tryggjaði 1-1 í yvirtíðini við næsta brotssparkinum

Fleiri túsund savnaðust at siga Diego Maradona sítt seinasta farvæl

Sjónvarpsrásin TN boðar frá ófriði á Avenida 9 de Julio har fólk royna at koma til Casa Rosada at síggja kistuna við Maradona og siga sítt seinasta farvæl við fótbóltsgudin

Kistan við fótbóltslegenduni Maradona skal í eina tíð standa lit de parade á forsetaborgini í Buenos Aires. Roknað verður við at ein millión fólk vitja borgina bara í dag