Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Semingsmaðurin hevur útsett ein møguligan arbeiðssteðg eina viku, til fríggjadagin komandi á miðnátt

Tað skriva børnini Helena, Øystein og Jan á Facebook. Njál gjørdist 83 ára gamal

- Posta hevur í dag kunngjørt ársroknskapin fyri 2023. Posta megnaði góð avrik í árinum, og vit hildu fram at veita góðar flutningstænastur til viðskiftafólk okkara. Tó var gongdin í 2023 avbjóðandi

Ísrael hevur givið Hamas freist í eina viku at góðtaka eina vápnahvíld, sambært ónevndum egyptiskum keldum hjá amerikansku avísini Wall Street Journal

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK er í SILO í dag og høvdu eini 700 teknað seg til ráðstevnuna. Her eru nakrar myndir

- Eftir eitt avbjóðandi ár á fíggjarmarknaðinum í 2022, so rættaðist hetta aftur í 2023. Í 2023 hevði felagið eitt samlað íløguavkast á 255,4 mió. kr.

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d., heldur tó, at stig eiga at verða tikin at hjálpa krabbameinssjúklingum enn meira, skrivar KVF

Hesa vikuna hevur verið skipað fyri Várdøgum í Nes kommunu. Veðrið hevur verið gott, og uppmøtingin til ymsu tiltøkini hevur verið sera góð

- Við øktu politiseringini, vit hava sæð í ár, halda vit, at Copenhagen Pride ikki í løtuni er tann inkluderandi felagsskapurin, sum upprunaliga var ætlað

- Tað er sum at massera ein arm ella eitt bein, sigur kvinnan - og hendurnar - sum bjóðar spildurnýggju massasjuna

- Sálarligur mistrivnaður økist millum børn og ung í Norðurlondum. Tí krevja vit nú í felag, at sosialu miðlarisarnir taka ábyrgd

Russland hevur mist 500.000 hermenn undir krígnum í Ukraina, og av teimum eru 150.000 dripnir. Tað metir Frakland

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum til føroyskar kundar var 9,1% í februar 2024 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal

- 7. mai klokkan 16 verður opið hús í Kongshøll, har tínir møguleikar fyri universitetslestri verða á skránni

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum til føroyskar kundar var 9,1% í februar 2024 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Tað eru serliga kommunurnar og almennar fyritøkur, ið hava økt um lántøkuna

- Tað harmar meg sum heilsufakligan persón, at hugtakið “heilsurøkt” soleiðis verður snarað og flutt niður á eitt óvirðiligt støði. Tað hevur hugtakið “heilsurøkt” ikki uppiborðið!

- Altjóða plátuferðin byrjar í tí stuttflutta, sum Lena tekur fram og hugleiðir um við spurninginum, hvar markið er fyri vøruni, at verða kallað stuttflutt

Í gjár gav Bókadeildin nýggju myndabókina Í morgin fari eg aftur at spæla við babba út. Helena Kannuberg hevur skrivað, og Lena Nicolajsen hevur myndprýtt

Næstan 50 venjarar tóku lut á felagstiltøkunum fyri U11 og U13 venjarar, ið farnu vikurnar hava verið í Fuglafirði, í Vági og á Tórsvølli

- Tá ið samgongan lovaði starvsfólkum á umsorganarøkinum lønarlyft, var grundgevingin vøkur og vónrík: Lønargjógvin millum hálønt og láglønt skuldi smalkast!

- Vevmyndirnar á Føroyar Live eru vístar yvir 2 milliónir ferðir, og í summarhálvuni vóru í miðal 8.000 vísingar um samdøgrið!

Ríkisátta russiska gassfelagið Gazaprom misti pengar fyri fyrstu ferð í 20 ár, skrivar tíðindastovan Reuters í dag

Eldur var í umborð á báti á Argjum í kvøld, men sambært Vakthavandi, so tók tað skjótt at sløkkja eldin

Amerikanski landbúnaðurin hevur síðani innrásina í Ukraina stuðlað russisku krígsmaskinuni við at keypa kunsttøð frá Russlandi

Samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum verða tiknar upp aftur í morgin

Prísurin á breyði hevur eitt pínumark. Prísurin á jogurti, róma og osti hevur eitt pínumark. Sálin hjá teimum arbeiðandi fátæku hevur eisini eitt pínumark, segði Uni Arge journalistur m.a. í 1. mai dags røðu í Vestmanna í gjár

- Samlaða elframleiðslan í fyrsta ársfjórðingi í Suðuroy fall góð 3%, meðan elframleiðslan úr burðardyggum orkukeldum øktist góð 14%, sigur SEV

Í dag, 2. mai 2024, samtykti Løgtingið endaliga lógina um føroyskan førleikakarm, sum gevur heimild til at kunna lýsa ein føroyskan førleikakarm, sum fevnir um alt tað føroyska útbúgvingarverkið

Talan er um uppskotið at veita Húsalánsgrunninum eina lániheimild á 350 milliónir krónur, sum undir triðju viðgerð var beint aftur í Rættarnevndina

Í dag fekk Margretha Drotning listaverkið ”Imaq, Havið, Havet” sum er latið henni í gávu í sambandi við hennara 50 ára hátíðarhald sum Drotning

Danski felagsskapurin ”Slagtermesterforeningen for København og omegns Hus og Fond” lutar árliga út serligan heiður til bestu næmingarnar, ið hava lært til slaktara í danska kongaríkinum

- Ólavur Hallur Johannesen byrjaði í starvi á Strandferðsluni 29. apríl 1994 og sigldi tey fyrstu seks árini sum motormaður við tí fjórða Smyrlinum (Morten Mols)

Í vikuni byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2024 í Stavanger. Venjingin, sum verður hildin á hvørjum ári í Norðurhøvum, heldur fram í 14 dagar og endar í Reykjavík

Nú verða aftur grindaskeið. Skipað verður fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara. Tvey skeið verða hildin – eitt í Tórshavn og eitt í Suðuroy

Tórshavnar kommuna kunnar nú um, at kommunan fer at kanna økið og lendið á Stórubrekku við Dalin langa í mai/juni 2024

- Sjóvinnubreytin er ein breyt av fleiri, sum næmingarnir í Valskúlanum á Skúlatrøð kunnu velja. Endamálið við sjóvinnubreytini er, at næmingarnir fáa innlit í sjóvinnu og royndir í verki

- Nær kann væntast at frætta um bótina til alifyritøkuna Bakkafrost? spurdi Bjarni Hammer og nú hevur Høgni Hoydal svarað

Skipið, sum er selt til Noregs, var latið nýggju eigarunum í gjár, skrivar KVF

- Kom við til skeiðið, sum gongur sum heitt breyð í Danmark! Lær vitlíki í 2024 útgávuni av Adobe pakkanum. Tekning á synergi.fo

Síðani desembur hava russiskir hermenn helst avrættað minst 15 ukrainskar hermenn

- Vit í Føroyum mangla neyvari vitan um laksin, hvussu er við laksi innan fyri okkara egna sjómark tær ymsu árstíðirnar o.a.

Í vikuskiftinum 2. til 4. mai vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið

- Tað kann undra, um tað er so, at tann rásin, ið man rindar lógarfest kringvarpsgjald fyri, ikki megnar at senda við eins góðum signali sum tær ræsurnar, ið eru ókeypis at lurta eftir

- Vantandi tvískattaavtalur eru við til at avmarka og forða vinnuni og føroyingum í teirra virkisfrælsi, umframt at skapa ójavnaðari og verri kappingarstøðu

- Herfyri boðaði felagið Nótaskip í Útvarpinum frá, at tað umhugsaði at stevna landstýrismanninum í fiskivinnumálum, tí hann hevði dittað sær at at útluta eina økta svartkjaftakvotu í ár

Tá altjóða Eurovision sangkappingin verður hildin í Malmö í Svøríki í næstu viku, verður loyvt at veittra við LGBT flaggi, men ikki palestinskum tjóðskaparflaggi

Føroya Banki kunnger í dag roknskapartølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Hóast tíðarskeiðið hevur verið merkt av hægri niðurskrivingum, eru úrslitini sum heild góð

Sangarin í The Dublin Legends fer spæla kendar írskar sangir á Summar Festivalinum

Nýggi heimildarfilmurin, Før stormen, lýsir íbúgvarnar á lítlu donsku oynni Mandø í Vadehavet

Her eru myndir frá tá ið flogfarið hjá Icelandair hevði sett seg á flogvøllinum í Sørvági fyrrapartin. Nógv tóku ímóti