Útreiðslur hækka altíð, til tær koma ájavnt við inntøkurnar
- Cecil N. Parkinson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum

 

Eitt niðurlendskt par er tað fyrsta í Europa sum flytur inn í eitt 3D-prentað hús. Og mett verður, at hesin hátturin at byggja fer at loysa íbúðartørvin í Hollandi

Tveir teir seinastu ársfjórðingarnar er samlaði ES búskapurin tódnaður

Hava verið í altjóða rúmdarstøðini ISS í hálvt ár

Frá 2010 til 2019 var útlátið 20% størri enn upptøkan

Skalvurin leyp seinnapartin og møguliga liggja fleiri undir

Í tí sambandinum fingu fólk ókeypis plantupakkar at taka heim við

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum

 

- Hon manipuleraði og dirigeraði, sigur 41 ára gamli Frederik sum í dag býr á einum heimi fyri útsettar menn

Dippidillan tekur ongan enda. Í morgun var stórt tiltak í Miðvági

Klokkan 16 seinnapartin í dag fór Rescue Sverri av Miðvági at hjálpa útrórðrarbátinum Draco úr Tórshavn, sum hevði fingið motorstopp 35 fjórðingar suður úr Presttanga

Eisini tey sum hava havt smittuna og teirra børn undir 18 ár skulu ikki testast ella í sóttarhald, tá ið tey koma heim aftur til Danmarkar

Disneyland í Kalifornia letur upp aftur eftir at hava verið stongt í 13 mánaðir av alheimsfarsóttini

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum

Ein drona fer komandi tvær vikurnar at flúgva yvir fjarhitaleiðingini í høvuðsstaðnum, tá veður og vindur loyva tí. Talan er um eitt termiskt eftirlit, sum kann staðfesta møguligar skaðar ella lekar í fjarhitaskipanini

Pfizer og Biontech biðjur ES um at góðkenna sína koronavaksinu til børn millum 12 og 15 ár, skrivar tíðindastovan AFP

Í sambandi við samráðingarnar millum KAF og Føroya Handverkarafelag/ Landsfelag Handverkaranna er Semingsstovnurin boðsendur

Pál Weihe, professari, heldur, at neyvan verður nakar trupulleiki at hava festivalar í summar, skrivar KVF

Fólkaheilsumyndugleikin í Svøríki hevur sett sær fyri at allir sviar yvir 18 ár skulu hava fingið minst eitt prik innan 5. september

Michael Collins, sum var hin triði á Apollo 11 ferðini til mánan í 1969 er deyður við krabba

Fleiri fólk eru skadd eftir at ein pallur kollapsaði undir jødisku høgtíðini Lag Ba’Omer við fjallið Har Meron har norðuri í Ísrael

Aðalfundinum hjá Kommunufelagnum var hildin fyrrapartin

Beint við Dalin Langa er fyrsti umlættingar- og endurmenningarstovnur av sínum slagi í landinum latin upp. Móttøka var seinnapartin

- Eg má viðganga, at eg eri enn paff av tí, eg sá - fleiri plattar av innfuttum livandi vøkstri, skrivar Jens-Kjeld Jensen

Vága Pensjónistafelag hevði hugnakvøld og aðalfund á skúlanum á Giljanesi týskvøldið 27. apríl

Danska TV Midtvest skrivar um stóra laksin sum Jakob Friche fekk i Storåen tætt við Bur. Laksurin vigaði 19,2 kilo og var 124 sentimetrar

Undir aðalfundinum hjá Kommunufelagnum, sum varð hildin fyrrapartin, fekk formaðurin í kommunufelagnum, Heðin Mortensen, handaða gávu beint eftir formansfrágreiðingina

Í løtuni er eingin persónur smittaður við koronu í Føroyum

- Sum kommunufelag mugu vit áhaldandi verja henda rættin hjá fólki at skipa seg á staðnum, segði Heðin Mortensen m.a., tá hann beyð vælkomin til aðalfundin hjá Kommunufelagnum

Arbeiðið at gera nýtt skjótianlegg inni á Sandvíkum varð boðið út 26. mars. Bara Articon lat boð inn

Sambært útrokning hjá almannaverkinum er tørvur á 500 fulltíðar starvsfólkum aftrat verandi starvsfólkahópi komandi 10 árini vegna demografiskar broytingar og nýtt virksemi. Harafturat væntast 200 - 300 fulltíðar starvsfólk at fara frá fyri aldur

Fleiri smærri verkætlanir koma til viðgerðar á býráðsfundi í kvøld. Talan er um parkeringspláss Millum Gilja, útbygging av parkeringsplássi handan Á, vegamótið Flatnavegur/Óluvugøta og vegamótið Villingadalsvegur/Norðari Ringvegur

Gamla vatnverkið í Kollafirði er ótíðarhóskandi. Eisini er ætlanin at brúka lendið til dagsstovnin, ið liggur tætt við, og at leggja nýtt vatnverk vestanfyri Læknamiðstøðina við Sjógv

Í morgun hevur Kommunufelagið havt aðalfund og her er frágreiðingin til aðalfundin

Ætlanin er at breiðka bryggjukantin uttanfyri sølutorgið við hálvuntriðja metri einar 35 metrar frá horninum og úteftir. Samstundis verður gongubreytin vestureftir breiðkað

14.458 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 5.780 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett

Í februar var arbeiðsloysið 1,6%, ið svarar til 470 fulltíðararbeiðsleys

Tað verður kannað fyri koronu sum vant í morgin, Dýra biðidag. Allar tríggjar kanningarstøðirnar hjá Sjúkrahúsverkinum hava opið

Í einum ári, har flestallar fyritøkur merktu fíggjarligu avleiðingarnar av covid-19 farsóttini, hava kundar hjá LÍV fingið eitt nøktandi avkast á upp til 5,2 prosent

Yvir 50 milliónir evropearar eru smittaðir av koronavirusinum síðani alheimsfarsóttin fór at herja sambært yvirliti hjá AFP

Facebook boðar frá eini tvífalding í inntøkuni í fyrsta ársfjórðingi av mikla vøkstrinum í lýsingarinntøku undir alheimsfarsóttini

Týsdagin vóru tveir sviar hepnir, tá ið teir fingu ein laks á yvir 15 kilo

Sambært Høgna Johansen í Miðvági vóru tað eingilskmenninir, ið lærdu miðvingar, at spæla fótbólt

- Í løtuni fyrigongur tað mesta av spælinum uttanfyri vøllin. Áskoðararnir vita ikki hvønn veg teir skulu venda sær og um tað er Breddin sum hevur fótbóltsprátið

Tórshavnar kommuna hevur í samstarvi við Fjølsmiðjuna hjá ALS gjørt snøggar nýggjar støðir til burturkast og gróður. Fyrstu 20 støðirnar verða settar upp í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin

Teitur Bendtsen hevur vart sína BSc ritgerð “Litbroyting hjá rognkelsum og teirra val av skjól-liti”

Av hesum 109 klagunum vóru 96 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Serliga nógvar klagur eru á barnaverndarøkinum og á kommunala økinum

Búskaparráðið leggur sína temafrágreiðing um starvsfólkatørvin næstu 10 árini á vælferðarøkinum fram í morgin

- Henda kunning verður løgd út fyri at minna skipa- og bátaeigarar um reglurnar í kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sum kom í gildi í 2017