40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Heldur ikki merkingin av føroyskum hvalum og springarum fáa nógv góð orð við sær frá útlendingum, sum kalla tað sum hendi í Gøtu herfyri, tá nakrir springarar vórðu merktir, fyri eitt "blóðbað"

Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroya Banka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu, sigur Fiskamarknaðurin í síni meting fyri komandi vikuna

Tann 16. septembur er altjóða ruddingardagur, og í samstarvið við Rudda Føroyar eru lokalir samskiparar í bæði Vága- og Sørvágs kommunu farnir í gongd við fyrireikingarnar

21. august byrjaði Jóannes Guttesen sum umhvørvisleiðari hjá IRF. Jóannes er 54 ára gamal og búsitandi í Hoyvík

Journalistarnir báðir á FM1/midlar.fo fingu í gjár boð um, at teir eru uppsagdir

- Týsdagin, mikudagin og hósdagin vóru fimm revsimál afturat avgjørd í Landsrættinum, sum hevur verið í Føroyum síðstu tvær vikurnar

Visit Faroe Islands Meetings hevur vunnið heiðurin at fáa eina av týðandi ráðstevnunum fyri vinnuferðavinnu til Føroya í ár. Frá 11. til 13. september verður Havnin karmur um ICCA ráðstevnuna Global Association Forum

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá einum fjølmiðli um, at Runavíkar kommunu ikki svaraði teirra umbøn um alment innlit í eitt mál um ávíst byggiloyvi

- Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur til 8,1% í 2022, 5,9% í 2023 og 1,4% í 2024. Í 2023 og 2024 eru prísirnir ikki mettir at veksa eins nógv, sum í 2022

Maria Skaalum Petersen er í dag 1. september 2023 tilnevnd professari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya

- Ein nýggj kanning bendir á, at umhvørvisviðurskifti kunnu hava størri týdning enn áður hildið, tá ið talan er um autismu

- Tá ið Strandferðslan í sjey vikur í summar økti munandi um túratalið á Hestleiðini, øktist talið av ferðandi við 430 ella 40% upp í 1487 ferðafólk í mun til 1057 sama tíðarskeið árið fyri

Sambært Information hevur diplomatur í Danmark eitt leiðandi starv í hernaðarligu russisku fregnartænastuni

Roknskaparúrslitini hilnaðust sum heild væl fyrra hálvárið 2023. Úrslitið eftir skatt gjørdist 4,6 mió. kr. samanborið við 3,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør

P/F Fakfelag hevur í dag keypt ognarlutin frá Landsstýrinum í LÍV, talan var um 16,67%. Frammanundan átti P/F Fakfelag 33,33%

Í nýggjari Spyr.fo kanning vilja fólk í Havn slíta alt samstarv við Russland, meðan útjaðarin vil hava at vit gera nýggjan sáttmála

Eyðvør og Egil brúka meginpartin av frítíðini til at gera sjálvboðið arbeiði fyri 07 Vestur

Fram til endan á septembur fer Sea Hawk tyrlan at hava venjingar í Føroyum, boðar Arktisk Kommando frá

Tá ið Sæborg kom til Esbjerg tann 25. august rendi skipið á molan og gav stoyturin eina 8 metur langa rivu omanfyri vatnlinjuna

Video sum var almannakunngjørd stutt síðani av russiska Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin, vísir hann í Afrika bert fáar dagar áðrenn hann doyði í flogvanlukku

Vantandi orka ger, at fransiskanarasystraskipanin heldur uppat 1. juni næsta ár, skrivar KVF

Herborg H. Gaardlykke varð vald fyri fyrstu fer í Vága býráð á kommunuvalinum í november 2020, einans 19 ára gomul og lesandi á triðja ári á Glasi

Eystari Landsrættur hevur í dag sagt dóm í einum máli um skammfaring av seyði

Fram var á makrelfeltinum norðanfyri, tá hann fekk maskinbrek

- Nú er ætlanin at samskifta við avvarðandi festarar um lendið, soleiðis at vit fáa gjørt eina ætlan um at fáa miðjuna í Kollafirði at vaksa við fleiri búeindum, sigur Tróndur Sigurðson við KVF

Fólkaheilsustýrið hevur nú verið í gongd við at útvega luttakarar til FarGen 2 í eitt ár, og luttakaratalið hevur júst rundað helvtina av setta málinum, sum er 3.500 luttakarar

Føroyska makrelveiðan í ár setir met. Til og við í gjár var samlaða fráboðaða veiðan tilsamans 157 tús tons

- nú merkir Russland úrslitið - alt um dronurnar sum Ukraina brúkar í krígnum

- Norra hevur eitt 250 fjórðinga-avgjaldsmark, sum hevur við sær, at føroysk og útlendsk fiskiskip, sum bunkra í Norra, sleppa undan at gjalda NOX/Co2 avgjald, um tey fiska uttanfyri 250 fjórðingamarkið

Klokkan 9 í morgun fekk MRCC boð um, at ein sjúkur maður umborð á grønlendska nótabátinum Tasiilaq mátti undir læknahond sum skjótast

Guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, hevði tíðindafund í sambandi við ódnina «Idalia»

- Hví siga teir frískur vindur upp í ein strúk? Eg siti í urtagarðinum og njóti sólina, og tað er so at siga stilli! – og so er tað nakað væl heitari enn hann segði í útvarpinum í morgun….

- Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2023 var eitt avlop upp á 16,9 mió. kr. sammett við 6,1 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri

Í Russlandi er kendi sjónvarpsverturin Vladimir Solovjov karvandi óður eftir dronuálopini á seks russisk økir, har eitt rakti hernaðarliga flogvøllin í Pskov

Nýggi ovastin kemur til Føroya hósdagin 31. august

 

Í tíðarskeiðinum 10. til 21. august eru funnir seks tilburðir av nýggja koronavariantinum BA.2.86, skrivar Statens Serum Institut á X

Fýra russisk ll-76-flutningsflogfør eru oyðiløgd í dronuálopi á herstøð í russiska býnum Pskov

- Vit vilja ikki seta kundar okkara í fíggjarligt óføri. Tað sigur stjórin í Norðoya Sparikassa við D&V

Ukrainskar deildir eru farnar tvørtur um Dnipro-ánna og hava vundið ukraisnka flaggið á stong í Kherson-økinum

- Á Gulanum eru seinastu 5 dagarnar 861.000 laksar á 3,1 kg viðgjørdir - og sambært skrásetingunum var virknaðurin 99%, sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen

Wagner-leiðarin Jevgenij Prigozjin er jarðaður í kirkjugarðinum Porohovskij uttanfyri St. Pætursborg, skrivar hansara egna pressutænasta á Telegram

- Ráðið mælir til at styrkja karmarnar fyri føroyskari luttøku í altjóða samstarvi við at seta munandi játtanir av

- Eg havi gjørt eina App sum eg havi valt at kalla "VoisIT" og sum nú er tøk til Android og iPhone/iPad. Appin kann finnast á Google Play/App Store, skrivar Andras Eliassen á Facebook

Samlaðu tølini fyri januar til og við juli vísa, at gistinæturnar eru fimm prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2022

Umboðsmaðurin tók ikki mál upp av egnum ávum viðvíkjandi í hvønn mun kommunur hava skyldu at veita skúlabørnum ansing, tá skúlafrí er, tí Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer at dagføra dagstovnalógina

Fríggjadagin 1. september 2023 leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Smæruni í Havn klokkan 10.00

So er onnur vika farin í gongd, og í gjár tann 28. august 2023 var eitt revsimál á skránni hjá Eystara Landsrætti

Ein lokal ukrainsk frælsisrørsla framdi í dag álop í landsbýnum Enerhodar á bygning sum er høvuðsstøð hjá tjetjenskari serdeild kend sum Akhmat-1 ella ’Kadyrovittar'

Síðani kríggið móti Ukraina byrjaði av álvara hevur eitt norskt reiðarí flutt stóra nøgd av matolju fyri Russland

Ukrainski herurin er farin undir at brúka nýggja dronu, sum er gjørd í Ukraina og sum hevur roynst væl í krígnum, skrivar ukrainska verjumálaráðið á Telegram