40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Blue Faroe Islands hevur ment eina nýggja tænastu, sum kallast BLUE FAROE ISLANDS - Maritime Business Directory

JFK Trol hevur í morgun yvirtikið Gadus á skipasmiðjuni Tersan í Turkalandi. Ætlandi verður skipið ávegis til Føroyar fyrst í komandi viku

 

Herleiðslan í Ukraina skrivar á Facebook, at 277.320 russiskir hermenn eru falnir í Ukraina síðani kríggið brast á

Noreg ávarar um svenska bandastríðið og Foxtrot-netverkið

- Vit hava toygt okkum langt og hava víst á loysnir, men mótparturin vil ikki flyta seg. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðinga-felagnum, við KVF

Semingsstovnurin er givin í royndini at finna eina semju millum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum

Tað er av fagrasta veðri um alt landið í dag. Her eru nakrar myndir frá Faroe Islands Live

Konsertin verður mikukvøldið 27.9. Kl 20

Fótbóltslegendan Andrej Sjevtsjenko er settur sum ráðgevi hjá ukrainska forsetanum Volodymyr Zelenskyj

– Hetta útgreinar gjøllari hví so mong kenna seg troytt, sigur amerikanskur granskari

Norðurlendsk bátaráðstevna var í døgunum 21.-22. september í Roskilde og í Holbæk. Roskilde Vikingeskibsmuseum og Kystliv Holbæk vóru vertir

Hevur givið skeivt upp í fleiri áratíggjur við vilja, fyri á tann hátt at sleppa bíligari í trygging og rentu

Kanningin umfatar 22.000 kvinnur, sum ikki áttu at fáa menstruasjón – tað gjørdi hvør 10. kvinna í kanningini kortini

Forkvinna í nevndini er nú Ingrid Bjarnastein, journalistur. Ingrid hevur sitið í Fjølmiðlanevndini síðani 2017

Hetta er liður í einum felags norðurlendskum loftverjusamstarvi, tá ið norskir flogskiparar lenda við nýggjum stríðsflogførum á finskum motorvegi

- Komandi hósdag verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið heystdagur aftur á skrá í SMS

Tað verður frámælt at taka nósar heim at passa, einamest tí at tað er ein ávísur vandi fyri at verða bitin, og somuleiðis tí tað verður ikki mett at hava nakra gagnliga ávirkan á kópastovnin

Russiska verjumálaráðið hevur deilt mynd og video av herflotaovastanum, Viktor Sokolov, sum Ukraina segði í gjár var deyður í álopi á Sevostopol

- Sum nakað nýtt fara vit at bjóða til morgunmat, fyrstu ferð mikumorgunin, 27. september kl. 10 í Bygdarhúsinum í Miðvági

- Tá ein nýggj íverksetara fyritøka roynir at trína inn á marknaðin, er tað óheppið at ráðandi fyritøkan leggur forðingar fyri hesum

Níggju limir viðmæla at markið fyri fosturtøku verður flutt til viku 18, meðan fýra limir viðmæla, at tað verður flutt til viku 15

- Toskurin á Føroyabanka er roknaður sum ein egin toskastovnur, tí merkingarroyndir vísa, at fiskur ferðast nærum ikki til ella frá øðrum havøkjum

Prísvøksturin er minkaður, men er enn høgur, og hetta sæst aftur á søluni

Margretha Nónklett er sett í starv sum deildarleiðari á fólkalívsdeildini hjá Tjóðsavninum

London-flogvøllurin Gatwick er noyddur av koronaútbroti at avmarka talið av flúgvingum alla vikuna

Danir biðja um umbering, men eiga føroyingar ikki eisini at gera tað? Hví vil Hanna Jensen brádliga bara tala við sínar veljarar gjøgnum Trónd í Gøtu? Og er tað tíðindi, at løgreglan sigur, at eingin hevur gjørt nakað galið? Skannarin melur aftur

Tað er Bjarni Prior, borgarstjóri, sum eigur hugskotið, at lív skal koma aftur í Vakstrarhúsið

Russiski admiralurin Viktor Sokolov, tann hægstráðandi í russiska Svartahavsflotanum, doyði í ukrainska álopinum fríggjadagin á høvuðsstøðina í Sevastopol á Krim-hálvoynni

Lítil munur er á kortnýtsluni higartil í 2023 samanborið við fyrra hálvár 2022

Tríggir danskir fornfrøðingar eru komnir til Føroya, at útbúgva seg innan kaving við luftveiting frá vatnskorpuni

VP hevur kannað prísin á tomat ketsjupp í trimum handlum í Havn. Ketsjupp-dunkarnir hava ymiska stødd og eisini sera ymiskan prís

- Innflutningurin av hálvdrúgvum nýtsluvørum (t.d. klæðir) og drúgvum nýtsluvørum (t.d. sjónvørp og bilar) hevur síðani endan av 2021 staðið í stað

Í øðrum ársfjórðingi 2023 vaks brúkaraprístalið við 4,4%, og tað er munandi lægri enn vøksturin í brúkaraprístalinum hevur verið síðani annan ársfjórðing 2022

Stýrið fyri Heilbrigdi á Velbastað hevur sett Anniku Holm í starv, sum leiðari á stovninum

Aðalfundur var í Ferðavinnufelagnum fríggjadagin 22. september í Vinnuhúsinum

Í samráð við kommunur og jarðareigarar hevur Visit Faroe Islands í summar sett fýra ferðafólkateljarar upp á útvaldum, væl umtóktum gongutúrum

Tað var FBI sum kannaði heimið hjá máttmikla demokratiska senatorinum Robert Menendez, sum er formaður í uttanlandsnevndini í Senatinum

Álopini á Odesa í nátt eru hevnd fyri álopini fríggjadagin á høvuðsstøðina hjá russiska flotanum í Sevastopol

Farna árið eru 3000 fólk dømd í russiskum hernaðardómstólum, tí tey ikki eru møtt til hertænastu

Var doktari, rithøvundur og prestlærdur

Russiskir skúlar verða alt meira militariseraðir og nú eru minst 250.000 børn limir í sonevndum hernaðarligum patriotiskum klubbum í russiskum fólka- og miðnámsskúlum

Vestmanna kommuna hevur sett nærum 200 ára gomlu húsini, sum eru friðað, til sølu

Hevur ferðast í rúmdini í sjey ár og samlað inn virðismikla vitan, sigur NASA

Nú eru yvir 1.000 partaeigarar úr 25 londum í nýggja distillarínum, sum longu hevur vunnið fleiri virðislønir

Hevði trupulleikar við høvuðsmotorinum og bað um hjálp

Hann livir eftir umstøðunum væl

Nú royna myndugleikarnir at finna fram til, hvør persónurin er og um djórið drap viðkomandi

Við at stuðla Ukraina eru vestanlondini í veruleikanum í kríggi við Russland, segði Sergej Lavrov

Fleiri túsund fólk gingu mótmælisgongu í gøtunum í London í dag

Í dag liggja trý ferðamannaskip á Havnini og tað hevur sett sín dám á býin