Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fyrsta vikuskiftið í mars verður sjøtul settur á Betri Deildina 2023 hjá monnum, og síðan verður spælt mest sum uttan íhald til seinast í oktober mánað.

Leygardagin 4. mars tekur 07 Vestur ímóti ÍF, og sunnudagin 5. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni. KÍ fær vitjan av TB, HB og B68 spæla í Havn, Víkingur og B36 hittast í Norðragøtu, og á Eiði tekur EB/Streymur móti AB.

Síðsta umfar áðrenn summarsteðgin er á skránni 1. og 2. juli, og síðan verður lagt fyri aftur hósdagin 27. juli, tá AB og B68 spæla ársins ólavsøkudyst Inni í Vika á Argjum.

Landskappingin hjá monnum endar leygardagin 28. oktober, og tá verður spælt soleiðis: KÍ – Víkingur, EB/Streymur – HB, ÍF – B68, AB – B36 og 07 Vestur – TB.

Øll leikskráin sæst her

Stórsteypadysturin, sum í ár verður millum KÍ og Víking verður á Tórsvølli leygardagin 25. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo