Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Podvarp

Býarsavnið hevur framleitt tríggjar partar av poddvarpsrøðini Gripagoymslan. Í hvørjum parti verður ein serstakur lutur funnin fram úr goymsluni hjá savninum.

Poddvarpið er ein kanningarferð aftur í tíð, har verturin saman við einum heimildarfólki granskar lutin og ta tíðina, luturin hoyrir til. Fyrsti partur snýr seg um eina apu, sum var víst fram í Havn beint fyri aldaskiftið 1900. Annar partur snýr seg um krígsmóta og lívið í Havn undir krígnum, og triði partur snýr seg um fyrstu føroysku popplátuna “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”. Slagaran yvir øllum føroyskum slagarum!

Sendingarnar eru ókeypis og liggja á heimasíðuni hjá Tórshavnar býarsavni www.byarsavn.fo/poddvarp og á Spotify og Apple Podcast.

Býarsavnið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, og vónar, at fólk fara at hugna sær í Gripagoymsluni um jólini!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo