Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

-Náttin var liðin. Tað var morgun. Útróðrarmenninir við Genesaret vatnið sótu niðri í fjøruni og reinsaðu gørnini. Smáligt var við fiskiskapi, og arbeiðið var til fánýtis

- Avbjóðingin er ikki holini í trygdarnetinum. Avbjóðingin er, at tað tekur ov langa tíð at bøta tey. Tað tekur ov langa tíð, frá tí at vit varnast trupulleikan, inntil hann er loystur

- Tað var trettandi sunnudagur eftir trýeindardag í 1990. Í útvarpi og sjónvarpi varð nomið við tað hástóra lyndið, sum móðurin at Sebudeussonunum sýndi. Hon bað Jesus um, at synirnir komu at sita annar vinstrumegin og hin høgrumegin Jesus í Guðs ríki

- Tað er gott at eiga friðin í Kristi og hava frið við Guð í trúnni á Jesus. Og gleðin í Jesusi er slitsterk og ber allar dagar. Bæði sólríkar dagar, tá at kalla alt er til vildar. Og teir dagar, tá ið myrkur legst á gøtur várar, og vit missa tað dýrasta, vit eiga

- Metti tey sonn og álítandi. Tey vóru tað, tey vóru. Tey tráaðu ikki eftir at verða ella gerast nakað serligt. Tað einfalda kann vera djúptøkið

- Biskupur er sannførdur um, at samanhald millum kristin fólk er vegurin frameftir. Andaligur tvídráttur og sjálvdráttur hava søguliga prógvað, at afturstigini eru mong. Í stakførum eru sjónlig framstig løtuvinningur

Hjá mær – og mongum við mær – er Jesus svarið til teir stóru spurningarnar um uppruna og tilveru. Jesus er svarið til mína egnu vælveru, eisini tá ið lívið hevur tað svárt

Tað hendir á lívsleiðini, at vit villast í mjørkanum. Er sýnið vánaligt, verður geingið darvað, og skjótt er at koma avvegis

Ein ávísur vági fylgir við uppgávuni, tá ið vit greina torskildar tekstir hjá vísum og lærdum høvundum. Skilja vit veruliga tekstin? Eru vit før fyri at endurgeva tekstin í vanligum orðum? 

- Gekk uttanfyri samkomuhúsið og longdist eftir at vera innanfyri. Gjøgnum tey stóru vindeyguni sóust yngri sum eldri fólk. At síggja til var gleðin í hásæti. Alt talaði fyri, at trivnaðurin var góður innanveggja

- Mangar kvinnur royndust børnum bestu møður, – eisini tær, sum sjálvar ongantíð bóru barn undir hjarta ella føddu lív

Í míni veiku støðu tykist mær, at skipanin er avlagað, tá ið menniskjan ikki vigar tyngst á vágskálini men endar sum eitt tal á einum bíðilista. Tá ið starvsfólk innan heilsu og røkt ikki fáa tær sømdir, ið tey veruliga hava uppiborið

Tá ið vit biðja, er tað ikki mongdin av orðum ella málsligt hegni, ið er avgerandi. Aðaltátturin í bønarlívinum er tann andi, vit gera brúk av í stillum løtum

- Um ætlanin er at skapa glaðar løtur, mega vit varnast, at gleðin er at finna í tí smáa og kenda. Um vit einans bíða eftir tí stóra, at eitthvørt stórt hendir ella er á skrá, gerast vit aloftast vónsvikin

- Hjá orðsins boðberum er tað umráðandi, at vit hava trúvirði og kunnu siga frá, hví júst tænastan sum prestur, trúboðari ella vitni er mítt yrki og kall

- Tá ið vit umrøða tíðina, hátíðir og merkisdagar kann verða sagt, at nógv ferð er á hjólinum. Sipað verður til veruleikan, at tíðin tykist ganga skjótt, at arbeiðsvikan er ikki meira enn byrjað, so er vikuskifti. Nakað tað sama verður sagt um feriur og frídagar

- Umráðandi er, at eg eri búgvin at møta mínum Guði, at eg nýti tíðina rætt, so eg eri ferðabúgvin, tá ið tað lýsir í eystri og skyggir í vestri. Ferðabúgvin tá boðini um at flyta verða givin

Sum ljós av høgum himli komu orðini til mín. Frá at vera í iva gjørdist eg sannførdur

At stíga inn í tøgnina og vera hjástaddur í kvirru. Viðhvørt er løtan mettað og skaðin so stórur, at tøgnin er hóskandi. At vera hjástaddur slíkar løtur er ein góð hjálp

Vøkur og kær minni vitja, nú minningardagur teirra sjólátnu nærkast. Minnini um tey, ið fórust í yrki á sjónum ella sjólótust. Minnini um tey, ið á annan hátt fórust í sigling á havinum ella fórust við heimligar strendur

- Máliskan “at hvíla í sær sjálvum” er sigandi. Tá ið útsøgnin verður brúkt, vænta vit, at hann ella hon hevur yvirskot, og at tey eru støðuføst

Sannur djúpur kærleiki hevur sína fyrimynd. Guðs egni kærleiki ta ferðina hann gav jørðini einborna son sín sum frelsara. Gav tað dýrasta hann átti, tí kærleikin fellur ongantíð burtur

Tað finst ein máttur, ið er sterkari enn vanlig styrki. Tað er ein friður, ið ber av øllum viti. Tað er ein kraft, sum vellir fram, so at sum dagurin tín er, skal styrki tín verða

Tað er ein vøkur og hugtakandi sjón at síggja børn og ung í kirkjuni og uppliva, at tey búnast og taka ábyrgd av teirra guðstrúgv.

Kirkjur og samkomur leggja tað besta niður í barnasinnið, hóast orðaval og arbeiðshættir víkja nakað hvør frá øðrum

- Eingin av okkum er so illa farin, at ikki okkurt gott framvegis býr í okkum. Um alt tykist skolað burtur, so eru fingramerki skaparans sjónlig, hann, ið skapti okkum í síni mynd

Tá ið tað gongur til vildar, og viðrák er á lívsleiðini, hugsi eg, at eg eri dugnaligur og klári meg sjálvur. Tá ið lívið kennist tvørligt, og einki vignast, veit eg av royndum, at Guðs hendur halda

Friðurin er ein orkukelda, ið gevur megi og mátt. Friðurin er orkusparandi, tí kreftirnar verða nýttar til tað neyðuga og tað gagnliga verkið, ið avrikast skal

- Tað persónliga er ein týðandi partur av lívinum. Tað gevur felagsskapinum hita og hjartablóð. Samstundis er felagsskapurin eitt berandi bulvirki bæði við atliti at lívinum og trúnni

- Tað er eitt kent hugtak innan etiska hugsan. Tað er eins og ein lykil, ið letur læstar dyr upp. Tað liggur í tíðini og andar við tíðarandanum, at vit virða hvør annan hóast mótstríðandi sjónarmið

Tað veruliga virðið av einum arbeiði kemur til sjóndar, tá ið tað, gerast skal, ikki verður gjørt

At vakna ein vakran morgun og síggja sólina senda sínar fløvandi geislar inn ígjøgnum gluggan. Ljósið er kveikjandi, tað gevur lív, hita og áræði

- Gáttin inn í kirkjuna skal vera lág. Tað skal vera høgt til loftið og vítt til veggja

- Umráðandi er at síggja heildarmyndina, at tann, sum setir niður, og tann, sum vætir, starva í sama verki. Áminningin staðfestir, at okkara partur í Guðs ríkis víngarði fevnir um eitt avmarkað øki

- Við andlát og jarðarferð kemur okkum til hugs, at omanfyri skýggini er luftin altíð blá, svá danska songkvinnan Anne Linnet syngur. Avbjóðingin er, at tá ið ein av okkara kæru liggur lágt og fær boðini at fara, síggja vit valla ta bláu luftina fyri sorg, támi og sorta

At fáa eina vakra heilsan frá fólki, ið vit møta á leiðini. At verða sæddur við mildum eygum. At verða stuðlaður av hondum, ið leiða lagaliga. Tað ger nakað við okkum, lívgar og gleðir

Dýrabiðidag verður staðfest, at tær staðbundnu kirkjurnar eru ein partur av samfelag teirra heilagu, Jesu Kristi kirkju. Bønin í Jesu navni er tað andaliga bindiliðið millum brøður og systrar í Harranum

Í skriftini verða vit mint á at halda hvíludagin heilagan. Okkum er givin ein fyrimynd, tí Jesus fór, sum hann var vanur, hvíludagin inn í samkomuhúsið

- Tað hevur verið mangt og hvat á mínari lívsleið. Lættar sum tyngri uppgávur, fólksins neyð og sorg. Og ikki minst tey persónligu mistøkini, ið elva til kvøl og trega. Havi nú valt at siga frá opinberingini í eini andakt á VP

- Guðs kærleiki fellur ongantíð burtur. Hesin kærleikin er tilverunnar kervi og festur í heimsins upphavi, tí hann er Guðs egni samleiki. Soleiðis er Guð, og soleiðis er hansara vera og lyndi

Eins og tað makliga lotið kennist andans friðsæla kvirra. Sum fleyrið á sumri yndisligt og unniligt. Sum ein várligur nælandi spíri. Sum ein litríkur dagur á heysti, tá ið tey følnaðu bløðini stillisliga detta av trøunum

Í løtum og stakførum flytur friðurin úr mínum hjarta. Friðurin verður heimleysur, og eg gerist friðleysur. Neyðugt er at søkja fyrndargøtur og vitja halgidómin í bøn um fyrigeving syndanna. Tað fer vónandi enn einaferð at bragda við Guðs hjálp í Jesu navni

Tað ljóðar um geilar og stræti. Tað hoyrist sum makligt suð í samtalu millum fólk. Tað hoyrist sum málageipan, tá ið sinnið er nakrar strikur heitari enn miðal. Tað stendur sjónliga skrivað í orðum teirra lærdu og ritum teirra, ið røða um tilveruna, fólksins lív og umstøður

- Hugdi rannsakandi inneftir og úteftir og metti um støðuna í Føroyum. Eru vit frítikin fyri niðrandi eyðmerkingar, ljót orð og happing?

- Hóast vit eru signað við dugnaligum prestum, vóru tað kirkjutænararnir í Sjóvar kirkju, ið breyðføddu mína barnatrúgv. Andaliga føðin strekti væl til dagin og vikuna. Tá ið so prestur vitjaði, og altarborðið var búgvið, var av sonnum hátíð

- Møtti nýliga einum manni á alfaravegi. Hann tyktist hava yvirskot av orku, var glaður og vælnøgdur. Hann spurdi beint fram uttan nakað uttanumtos: Hvussu hevur biskupur tað?

- Kirkjur og kristnar samkomur hava sanniliga verið við til at bygt landið, tikið ábyrgd og lagt úr hondum góð avrik bæði vinnuliga, sosialt og mentanarliga

- Í miðeystri er kríggj millum Ísrael og Hamas. Støðan er ræðandi ómenniskjanslig. Sakleys menniskju verða dripin við tí ræðuleika, ið einans óndskapurin kann fremja í verki

- Mær tykir, at tann politiska skipanin skal raðfesta menniskjað og tað menniskjansliga fremst av øllum, tí lívið er lívið vert

- Friður á jørð verður valla so við bræði. Men, tað er eitt munagott framstig, um góður tokki er í menniskjum og millum menniskju

- Nær er eitt kríggj rættvíst? Nær hava vit út frá kristnum sjónarhorni rætt at byrja eitt kríggj? Nær hevur hevndin í nýggjari tíð gagnað menniskjum og mannaættini?