Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

- Vit høvdu kensluna av at tað gekk væl til framførslurnar, men at vit fóru at fáa bæði fyrsta pláss, eitt annað pláss og eina serliga virðisløn høvdu vit ikki torað at droymt um, sigur ein sera fegin forkvinna, Píl Reinert

Seinastu næturnar hevur verið nógv norðlýsi at sæð í fleiri støðum kring landið

Tað verður bæði nógvur vindur og nógv regn og lýtt eisini næstu vikuna. Her er eitt boð uppá eina fimm daga forsøgn

Føroyar lokka við stórslignari náttúru og friði, men í ferðagreinini „Faroe from the madding crowds“ er tað eisini bretska ávirkanin, sum fangar eygað

Spenningurin er í hásæti í griska býnum Kalatata, nú føroyska kórið Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson er komið víðari til stóru Grand Prize kappingina í Kalamata International Choir Competition and Festival

60 fyritøkur vísa sínar vørur og tænastur fram á messuni sum er hetta vikuskiftið

Óváttaðar søgur siga, at Nólsoyar Páll var við bretskum herskipi, har ið hann stóð við eina kanón á miðjum skipi, soleiðis at komu teir í bardaga, var deyðin vísur. Umborð løgdust Páll og ein norðmaður sjúkir og endaðu á sjúkrahúsi í London.

Amerikanski miðilin People hevur sett sjóneykuna á føroyskar bindiklubbar og týdningin, teir hava fyri felagsskapin millum kvinnur

Eliaskirkjan í Keypmannahavn hevur lagt eina nýggja stratesji fyri sítt arbeiði komandi árini

- Hvat kann henda, tá politiska skipanin torir at hugsa langt fram í tíðina, lurta eftir fakfólki og gera miðvísar íløgur í gransking og útbúgving?

76 ára gamla Anne Carson úr Kanada verður mett at vera eitt av fremstu samtíðarskaldunum í landinum

Býráðspolitikarin tók sjálvur nál og tráð, tá hann týsmorgunin setti seg at umvæla sítt blóðuga knæ eftir ein óhepnan rennitúr

Mikudagin sýnir Filmsfelagið «Calle Málaga»

Mat- og tilfeingishúsið, Sjókovin, iNova, Íverksetarahúsið og Hugskotið fara í heyst undir eitt nýtt átak, sum skal hjálpa fólki og fyritøkum at menna nýggjar vørur

Í heystferiuni, 15. - 17. oktobur, verður árliga, tvørkirkjuliga ungdómstiltakið, Ekkó hildið uppi við Tjarnir

- Fartelefonin hjá Bar ringir, men hon svarar ikki. Hon hevur fylt ein bil við øðrum ræðsluslignum festivalluttakarum og koyrt út av festivaløkinum

Føroyskir framleiðarar heita í dag á politikarar um at hækka filmsjáttanina og styrkja afturberingarskipanina. Ov veikir fíggjarligir karmar kunnu kosta Føroyum útlendska fígging, arbeiðspláss og vinnuligar vakstrarmøguleikar

»Telefonin er ikki bara ein tíðartjóvur – men ein lívstjóvur«. Tað er greiði boðskapurin hjá virðislønta Jakob Sorgenfri Kjær í fyrilestrinum KIG OP, ið byggir á bestseljandi bókina við sama heiti

Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fara fólk, sum hava verið við Juvel II, at greiða frá arbeiðnum við trúboðanarskipinum, sum hvørt summar boðar evangeliið í Grønlandi

- Hugflog, góðar søgur og skapandi felagsskapur. Við Filmsfimi fáa børn nú eitt nýtt frítíðartilboð, har tey sjálv sleppa at skapa film

Í dag er barnabókin Flina og Fluksi, sum Petur Mohr Reinert hevur skrivað og myndprýtt útgivin av forlagnum Tyrpa

1. oktober hevur Tórshavnar Sløkkilið ársdag, og í ár eru 93 ár síðan, at sløkkiliðið varð stovnað. Eisini hesa ferð varð høvið nýtt til at heiðra fleiri fólkum, sum hava verið í starvi í nógv ár

Føroyski útisetin, Simon von Konoy, hevur júst latið úr hondum eina fløgu við gomlum kontrysangum. Heitið á henni er Wolverton Mountain

Leygardagin 17. oktober verður Garðafest, eitt annarleiðis spennandi tiltak á Gørðunum í Vági. Á skránni er góður tónleikur og góður matur

Virðislønin verður latin árliga á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag. Fyrstu ferð á aðalfundinum á vári í 2027

Ókeypis fyrilestrar í náttúruvísindum í Listastovuni í heyst

Bønarmøtið mánakvøldið 5. oktober 2026 verður tað seinasta møtið í Betesda á hesum sinni saman við Judy og Óla á Grømma Jacobsen, sum hava verið heima á vitjan seinastu vikurnar

5. oktobur er altjóða læraradagur. Í ár eru 60 ár liðin, síðan yvirlýsingina hjá UNESCO, ið tók fram týdningin hjá lærarum fyri uppvaksandi ættarliðum

Maðurin handan landaplágur sum "farvæl Maria" Hans Inge Fagervik, fyllir 74 ár í dag. Í gjár hevði hann konsert í Lívdini. Her eru myndir sum Ólavur Frederiksen, myndamaður, tók

Kendi danski sjónvarpsmaðurin og føroyavinurin, Søren Ryge Petersen, hugleiðir hesaferð um lívið, deyðan, heystið og vónina í sendingini Gudstjenesten sum dr.dk plagar at senda sunnudagar undan guðstænastuni

Heystið er av álvara komið, men enn hongur lýkkan við og tá er veðrið oftani óstøðugt við vindi. Her er fimm daga forsøgnin

Í dag, 4. oktobur, eru 50 ár liðin, síðani Tannlæknastovan í Saltangará læt upp. Tað byrjaði við einum tannlækna, men nú eru fimm og tveir tannrøktarar, og tilsamans eru starvsfólkini á klinikkini 15 í tali

Í sunnudagsskúlanum fer Jákup Eli Østerø at tala til tey vaksnu í bíbliuløtuni kl. 13:00, og á møtinum kl. 18 sunnukvøldið takar Óli á Grømma frá Hebr. 10:19-25. Sangkórið luttekur

Í hesum døgum verður Talvudagur hildin í fleiri kirkjum kring landið til frama fyri sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Í summum kirkjum var talan um síðsta sunnudag, meðan aðrar kirkjur hava talvudag hetta vikuskifti

Her eru konfirmantarnir í Vesturkirkjuni í morgin klokkan 11. Prestur er Sverri Steinhólm

Nýggj kunngerð um útbúgving til kt-supportara er lýst, og hon ásetur, at lærlingar skulu duga at nýta vitlíki, eitt nú stór málmodell, sum amboð í arbeiðinum

Kórið Tarira fer í næstum til Grikkalands at luttaka í 6th Kalamata International Choir Competition and Festival, sum verður hildin í Kalamata frá 8. til 12. oktober 2026

Mánadagin byrjar ABC-vikan, sum bjóðar eina rúgvu av tiltøkum, ið eggja fólki til at vera virkin, saman og hugbundin og soleiðis styrkja sálarligu heilsuna

Anna Marita á Rógvi hevur skrivað sangirnar, sum verða spældir beinleiðis úr Studio 5 hesa ferð. Í flestu førum eigur hon bæði orð og lag, men eisini hevur hon onkuntíð samstarvað við mammu sína, Svannu Jákupsdóttir

Samtíðis sum hann hevur arbeitt fyri friði í Miðeystri, hevur versonurin hjá Donald Trump, Jared Kushner, gjørt íløgur fyri fleiri hundrað milliónir dollarar í ísraelska vápnaídnaðin

Seinnapartin vórðu virðislønir M. A. Jacobsens 2026 handaðar í Auluni í Finsen

Átta ár eftir, at Kim Larsen doyði 30. september 2018, er framvegis ikki alment kent, hvar hann varð lagdur til hvíldar

Flokkurin 8.ÍA, á Skúlanum á Fløtum, ynskir at vit øll leggja telefonina frá okkum eina løtu og VERA SAMAN

- Eitt longri lív – eitt lív við møguleikum

Sigmund Zachariassen er aftur við lagnum “(Good) Morning Glory”, ið er fyrsta nýggja skeringin síðani 2022. Lagið er eisini fyrsti smakkurin av komandi útgávuni Sikzak

100 ungar kvinnur hava tikið sæti í høli á privata gudfrøðiliga útbúgvingarstovninum í Aarhus. Men tær eru ikki lesandi – tær eru 'Jesusgentur'

Vestmenningar hava verið í Góðmannskor

Mikudagin 7. oktobur sýnir Filmsfelagið triða filmin í røðini hjá Anders Refn um donsku krígsstøðuna. Heitið er "De Forbandede år - Fredens pris"

Aftur í ár hevur Kringvarpið ein teknifilm at vísa føroyskum familjum á føroyskum

Eitt tað fjarskotnasta húsið í Føroyum, sum seyða- og skoramenn hava brúkt øll árini, fyllir 100 ár

# #