Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Norskt-russiska felagskvotan av toski í Barentshavinum økist aftur. Føroyar fáa burtur av frá bæði Noregi og Russlandi, og økingin kemur væl við hjá føroysku flakatrolarunum, skrivar KVF

Útbúgvingin til elveitingaroperatør er nú komin á listan yvir góðkendar yrkisútbúgvingar í Føroyum, sum krevja lærusáttmála

Seinnapartin í dag samdust Noreg og Russland um eina nýggja fiskiveiðuavtalu fyri 2027. Toskakvotan í Barentshavinum næsta ár hækkar fyri fyrstu ferð í seks ár, og hækkar 14 prosent til 325.000 tons

Eitt tangaskip við 40.000 tonsum av russiskum dieselbrennievni er á veg til New York í USA, vísa tøl frá Reuters. Tangaskipið siglir undir maltesiskum flaggi

Stjórin í Hiddenfjord staðfestir fyri FM1, at eftir eldin í nátt, hevur fyritøkan ikki nakra landstøð á Gomlu Rætt í løtuni. Tað var tó eingin fólkastaði. Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Atla Gregersen

Samlað varð útflutt fyri góðar 14,5 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá september 2025 til august 2026

Tað fer ikki at bera til hjá vertinum at biðja gestirnar taka av seingini, vaska upp og taka ruskið út, tá nýggjar leiðreglur hjá Airbnb koma í gildi

Miðal sethúsaprísurin í Tórshavn er 7% hægri í fyrra hálvári 2026 samanborið við sethúsaprísin í 2025

Ætlanir um eina nýggja ferjuleið millum Aberdeen og Seyðisfjørð í Íslandi kunnu geva Smyril Line kapping um ferðafólk og farm til Íslands

Skal útvega 130 milliónir svenskar krónur sum millum annað skulu brúkast til at fyrireika fyrstu sjóvarfalsorkuverkini í Hestfirði

Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

Hjá AI-risanum Anthropic var fyrra helvt av 2026 eitt fíggjarligt tap uppá ikki minni enn 80,7 milliardir dollarar, sum svarar til 537 milliardir krónur

Nevndin hevur gjørt av at seta Jákup Martin á Válinum sum nýggjan stjóra í Fjarhitafelagnum

Annan dagin á rað er ein føroyskur nýbygningur skrásettur í Føroya Altjóða Skipaskrá, FAS

Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/f Wenzel av ognum hjá Sp/f Komfortbilar, men við einari treyt

ES fer at arbeiða fyri at verja arktiska umhvørvið, og forða fyri einari menning av fossilari orku, sum er ein hóttan móti arktisku vistskipanini

Bankarnir vænta ikki, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum fer at versna í fjórða ársfjórðingi 2026

Landsbankin biður hvønn ársfjórðing føroysku bankarnar meta um broytingar í eitt nú eftirspurningi eftir fígging og í fíggjarstøðuni hjá sínum kundum

22 fólk vilja vera stjóri í Vørn, upplýsir Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum. Av teimum 22, sum hava søkt, er ein kvinna. Ein útlendingar hevur eisini søkt starvið, skrivar KVF

35 ára gamli saudiarabiski verkfrøðingurin, sum fyri stuttum varð koyrdur úr OpenAI er ákærdur av FBI fyri at hava sett upp lurtiútgerð í einum fundarhøli hjá AI-risanum

Farmaskipið Akranes hjá Smyril Line er nú skrásett í FAS

Í dag koma ársins seinastu frímerki út. Hesa ferð eru evnini føroyski tjóðsangurin, sum fyllir 120 ár, og Sankta Lusia. Harumframt koma ársins jólamerki út

Hotel Brandan, Hotel Føroyar og Havgrím Seaside Hotel eru við í hotellhandbókini hjá Michelin

Hóast haldførismyndilin nýtir tað fortreyt, at pensjónsaldurin hækkar frá 2040 og fram, er haldførisavbjóðingini enn sera stór

Danski ferðavinnubýurin Skagen er eitt dømi um, at vaksandi ferðavinna ikki neyðturviliga merkir fleiri fastbúgvandi íbúgvar. Hóast býurin á hvørjum ári dregur nógv ferðafólk til sín, er fólkatalið nærum minkað niður í helvt seinastu árini

Broytingin hevur við sær, at fiskifør, sum frysta veiðuna umborð, ikki longur skulu landa veiðuna av Føroyabanka, áðrenn tey fara til fiskiskap aðrastaðni

Fiskamarknaðurin metir, at streymur og veðurlíkindi avmarka nakað tað sum kemur uppá land hesa komandi vikuna

Smyril Line hevur í dag fingið handað farmaskipið Akranes frá CIMC Raffles skipasmiðjuni í Yantai í Kina

Elbil-framleiðarin Tesla hevur víst eina nýggja útgávu av sínum Roadster

Úrslitið í ár fer at liggja ímillum 225 og 255 milliónir krónur heldur enn 190-235 mió kr sum bankin áður hevur boðað frá

Geopolitisk stríð hevur elvt til stór sveiggi í orkuprísum og harafturat hevur búskapargongdin verið betri enn væntað. Tað ger, at miðbankarnir hava hækkað renturnar, og at útlit eru til, at renturnar fara at hækka enn meira

Rentan, sum føroysk húsarhald í miðal rinda fyri síni sethúsalán í føroysku bankunum, var 3,97% í august 2026, og miðalrentan á realkredittlánum hjá føroyingum var 3,93% íroknað bidrag

Sum skilst er keypsprísurin onkunstaðni ímillum 250 og 300 mill. kr., skrivar Fiskimannafelagið

Tummas Pauli er 37 ár, er útbúgvin civil verkfrøðingur og hevur arbeitt sum rakstrarleiðari í Demich í eitt knapt ár

Í gjár týsdagin 13. oktober royndi Semingsstovnurin semju millum partarnar

Stjórar í hýruvognsvinnuni ásanna nú, at heldur oljuprísurin fram at hækka, er eingin annar møguleiki enn at hækka prísin fyri koyring, skrivar KVF

Ognir føroyinga uttanlands vuksu við 2,3 milliardum krónum úr 47,4 milliardum krónum upp í nærum 50 milliardir krónur

Volvo afturkallar 234.000 elbilar av slagnum EX30 um allan heimin. Orsøkin er brek í nakkapútuni

Fyri septembur 2026 fóru 42 prosent av útgjaldinum úr Fiskavirkisskipanini til útlendingar, og var hetta 13,1 mió. krónur

Tekniskir ráðgevar í Grønlandi og Føroyum vilja styrkja samstarvið tvørtur um Norðuratlantshavið

Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

Seinastu trý árini hevur ferðafólkatalið ligið um 130.000 fólk um árið, og tað er minni, enn tað var fyri koronu í 2019, skrivar KVF

Í august 2026 var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum 6,4% roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri

Undan kreppuni í 90’unum og fíggjarkreppuni í 2008 øktust útlánini frá føroysku bankunum munandi skjótari enn búskapurin vaks

Eftir fleiri deyðilig álop á flogvøllin í Riyad um vikuskiftið boðaði Qatar Airways frá, at felagið fyribils steðgar flúgvingini til og frá flogvøllinum í Saudi Arabia

Evropa hevur keypt russiska olju og gass fyri 320 milliardir dollarar

Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS og UiT á havrannsóknarferð við Jákup Sverra

Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning í 2025 vóru 388 milliónir krónur, ella 53 milliónir krónur meira í mun til árið fyri

Í dag eru seks ár liðin, síðani Hiddenfjord gavst at flyta laks við flogfari. Síðani tá hevur føroyska alifyritøkan flutt 3.200 bingjur við feskum laksi sjóvegis til USA og spart umhvørvinum fyri tilsamans 400.000 tonsum av CO₂-útláti

# #