Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller

Dokumentarurin fer aftur til tíðina tá shahurin varð koyrdur frá og ayatholla Khomeini kom framat valdinum og stýrdi landinum við jarnhond

Iranski leiðarin varð fyribeindur av Ísrael og USA í gjár. Her er søga hansara

Føroyavinurin Amir Bazak hevur sent myndir og videobrot av, hvussu hann hevur upplivað seinsta samdøgrið í Ísrael. -Tað hevur ikki verið nógvur svøvnur, sigur hann

Australski public service miðilin ABC hevur verið í Danmark og skatta dýpið nú eisini kvinnur verða innkallaðar til herin, tá tær eru fyltar 18, tí hóttanin úr Russlandi er so stór

Kim Hansen, poddvarpari, tosar við Hermann Oskarsson, búskaparfrøðing

Tað sum netið ikki kann...

Hann skakaði heimin tá hann gjørdist partur av liðnum hjá Donald Trump uppundir forsetavalið. Kennedy navnið, sum altíð hevði verið sett í samband við demokratarnar, var nú stuðul hjá kanska mest høgravenda republikanska valevninum nakrantíð

Rásin Nations Uncovered hevur gjørt henda filmin um Føroyar sum ferðamannaland. Serliga nógvur dentur verður lagdur á tey jarðfrøðiligu viðurskiftini

Týski miðilin Deutche Welle hevur verið í Grønlandi og sigur her søguna um dreymarnar um sjálvstýri, men eisini skelkin tá tað bleiv greitt, hvussu høgur prísurin kann verða

Boðskapurin til amerikanarar er hin sami: Haldið tykkum burtur!

Rás Vágar vitjaði í nýggja savninum í Sørvági, tá tað lat upp seinasta sunnudag. Kom við eina rundferð og hoyr fyrireikararnar greiða frá

J.D. Vance sigur millum annað í samrøðu við FOX News, at bara tí Danmark einaferð var ein góður samstarvsfelagi hjá USA, so merkir tað ikki, at Danmark eisini í dag ger sínar skyldur

- Til tey sum hava vónað at 2026 fer at verða eitt friðarligari ár havi eg bert eini boð: Spennið trygdarbeltið! Soleiðis sigur greinari hjá BBC um hendingarnar seinastu dagarnar

Dokumentarur frá BBC um viðurskifitini millum Grønland og Danmark sum hevur ættleitt grønlendsk børn burtur, um foreldrini ikki vóru hildin skikkað

Fríðrikur kongur gjørdi nógv burtur úr Føroyum og Grønlandi í røðu síni gamlaárskvøld. Sí røðuna her

Hesin fitti teknifilmurin frá 1982 hóskar væl til alla familjuna. Minst til at skrúva ljóðið frá

Youtube rásin Spark hevur gjørt ein hugtakandi dokumentar um føroysku ferjuna í Norðuratlantshavi - hygg við her

Ein vanligur maður tók annan av byrsumonnunum, sum í morgun fóru at skjóta frá hond á Bondi Beach í Sydney, Australia. Sostatt er væl hugsandi, at hann hevur bjargað fleiri mannalívum

Í 2015 var forkvinnan hjá Sea Shepherd í Danmark, tað er hon sum nú hevur meldað føroyskar grindamenn, gestur hjá Martin Krasnik í sendingini Deadline hjá DR. Brotið er knappliga aftur vorðið aktuelt

Tað var beinið ella lívið. Tá ein ferðamaður úr Litava sat fastur í eini á í Tasmania, tí beinið var komið í klemmu, komu bjargingarfólkini eftir drúgvar royndir til tað niðurstøðu, at einasta loysn var at amputera beinið

Andstøðingar halda, at stóra minningarløtan fyri trúgva viðhaldsmanninum hjá amerikanska forsetanum kann blíva ein byrjan til eina uppgerð við tey, sum ikki sita væl um sátt við sitandi stjórn í USA. Fylg við her

Áhugavert er at síggja Eiðiskolli, Nólsoy, Strendur og Lopra, har rásin Frontline Ulster hevur vitjað føroysk krígsminni og greitt verður frá

Vatikanið sendir frá jarðarferðini hjá pávanum

Landsverk hevur fýra aldumátarar liggjandi kring Føroyar. Teir máta millum annað alduhædd, -longd og hitan í sjónum

- Tá ein kona small deyð um, beint har sum vit sótu, settu tey hana hjá okkum við einum teppi yvir høvdið. Vit hava onki hoyrt frá flogfelagnum síðani, sigur skelkaða parið

Virkisdeildin hjá Landsverk arbeiðir nú við umvælingum orsakað av áarlopum kring landið

Í hesum dokumentarinum, sum viðurkenda sendingin 4 Corners hjá australsku sjónvarpsrásini ABC hevur gjørt, hittir tú tey sum berjast í fremstu røð fyri frælsinum hjá Ukraina. Og hvat halda fólk í sundurbumbaða landinum um lovorðini um frið frá nýggja amerikanska forsetanum?

Hendingin fór fram útfyri Patagonia í Kili. Maðurin fekk ein hvøkk, men kom annars væl frá hendingini

Ísrael hevur leysgivið dronuvideo sum vísir ein særdan Yahya Sinwar sitandi í einum stóli í einum sundurbumbaðum húsum í Gaza stutt áðrenn hann verður fyribeindur

John Dam, Osmund Justinussen, Mortan Johannesen og aðrir fortelja um fiskiskapin, Gamla Rætt verður gjørd og...ja...fordómarnir hava eisini frítt at fara. Føroyar - en nations undergang? eitur sendingin

- Lat okkum seta hana har við byrsunum vendum ímóti henni, og vita hvussu henni dámar tað, segði Donald Trump á einum veljarafundi

- Men hvat verður av teimum, spyr norski miðilin, Dagens Næringsliv

Tað er so sum so við upplýsingum tú finnur á netinum. Tað er hesin filmurin um Føroyar eitt gott dømi um. Yvir 86.000 fylgja rásini og yvir 17.000 hava sæð filmin, síðani hann kom út í gjár

Oftani verða offur fyri ólógligum menniskjahandli pínd fyri at lata seg brúka av brotsmannaliðum

- Japanska stjórnin vil hava hevnd, tað er tað einasta sum hetta snýr seg um, segði Paul Watson, tá hann kom í rættarhølini

- Bátasmíðið er á einum vegamóti. Burtursæð frá kappróðrabátunum, so verða ikki nógvir føroyskir bátar smíðaðir meira, er niðurstøðan í hesum videobrotinum um bátasmíð í Sandavági, sum Ras Vágar hevur gjørt

Dan Olsen hevur gjørt lagið saman við vinmanninum Julian Simmons í London. Hoyr lagið her

Tónleikararnir í Shu-bi-dua hava áður spælt í Føroyum, og teir halda, at tað er nakað heilt serligt

Gilad Erdan helt eina sera sterka røðu fyri ST aðalfundinum og minti á, at Ísrael er ikki í kríggj við vanlig fólk men skrímsl

Fyrrverandi Hamas stuðulin Sohail Ahmed greiðir her bretsku sjónvarpsstøðini GBNews frá, tá hann byrjaði at ivast í yvirgangs felagsskapinum, sum hann var partur av, og sum heilavaskar fólkið í Gaza

Í samband við Allahalgunardag gevur Tórfríð Tavsen út nýtt staklag. Lagið eitur “Kvinnan í svørtum”, og snýr seg um at missa á sjónum, og at man helst skuldi tiga sorgina burtur

Rygsvíkin er ein av ringast atkomiligu høgunum, men við royndum fólkum og góðum hundum er lætt at reka. Tosa verður við Gutta Guttesen hagamann og Regin Jacobsen fjallmann

Í dag var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Fjalshaga í Vestmanna. Thomas Koba var á staðnum við kameranum

Tað ræður um at hava tunguna mitt í munninum tá teir sum sigla við Strandfaraskipum Landins til útoyggjarnar fáa vørur og enntá bilar umborð og í land

Bretski miðilin Daily Express hevur verið í Føroyum og viðgjørt siðin at drepa grind. Tosað verður bæði við føroyingar og útlendingar

Sjúrður Skaale hevur gjørt samrøðu við teir báðar føroyingarnar sum stríðast ímóti Russlandi fyri Ukraina

Tað er ikki bara her hjá okkum, at íbúðarneyðin er stór, tí eftirspurningurin bara veksur ímeðan útboðið bara tykist minka

Minesto, sum saman við SEV ger royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, hevur gjørt ein film sum vísir, hvussu drekarnir verða festir í botnin

Síggj hugtakandi myndirnar her

# #