Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

- Byrja tíðliga at lesa og vísið teimum bøkur, tí tað er líka so týdningarmikið, sum at busta tenn, er afturvendandi niðurstøðan og boðini á bókakvøldinum í Riti og Ráki

Mest nýtta orðið, tá viðmerkjarar verða endurgivnir í miðlunum, at siga nakað um spentu og broytiligu heimsstøðuna, er geopolitikkur, sum er nýggja buzz orðið

Fyri nøkrum árum síðani østi svenski tannáringurin Greta Thunberg heimin upp í skúm við sínum veðurlagsmótmælum

Tungl er heitið á nýggju plátuni hjá Eivør, nú hon er flutt heim til Føroya, og saman við manninum, Trónda Bogasyni, býr á Velbastað, ikki langt frá Tunglifjalli

- Eg geri hetta fimtan ferðir um dagin, sigur Leivur speiandi og nervøst speedsnakkandi, tá laboranturin leitar eftir eini móttakiligari æðr

Sámal Matras Kristiansen hugleigir um ymiskt sum er frammi í dagsins samfelag í bloggi sínum Sámal Sunnudag

- Eftir at hava verið í Spania í feriu og dyrka bacalao og kjakið um tosk sum søguligt gjaldoyra úr køldu norðurhøvunum gjøgnum tíðirnar, er tað ein lívsleingjandi uppliving av tilvitskuvíðkandi slagnum, aftur at smakka heimligan bankatosk

Páll Danielsen er leikstjóri, nú Kringvarpið sýnir "Fólk og dólgar í Kardamummubýi" í Havnar Bio

Heystið er komið og Lívdin spílar seg aftur út við spennandi fagnaðarkonsertum í teim bestu kørmum, sum Jens Kristian og PraiseHim kunnu bjóða

- Ikki bara fær man framúrskarandi alkoholfrítt øl í Barcelona. Fleiri bryggjarí her um leiðir gera enntá bæði alkohol- og sukurfrítt øl. Her er enntá eitt, ið ger zero-zero-zero-øl: alkohol-, sukur- og glutenfrítt

Undir heitinum Make North Great Again var finala í ofta punk og tó eisini etniskt folk merktu sangkappingini Pan-ArcticVision í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið

- Føroyskur mentanarpolitikkur liggur á Fólkatingi! Orðini fullu greið og við eini klárari missión á tingi í morgun, tá Liljan Weihe tók orðið

- Har er ein slanga í paradísi, og tað eru vit sjálvi, ið ferðast til býin. Hóast matmentanin í Barcelona er tiltikin, eru bæði matstovur, handlar og marknaðir nú tilbúnir at tæna ferðafólkum, heldur enn fastbúgvandi

"Tríggjar systrar" er í mínum optikki ein leikur um tað, ið øll leingjast eftir, men sum ikki fæst, tí tað er ófáiligt

- Tað eru greiðu boðini frá José Antonio Donaire Benito, sum eg fríggjadagin hitti á ráðhúsinum, har hann er kommisserur fyri burðardyggari ferðavinnu í býnum

- Eftir frálíku Mentanardagarnar í Fuglafirði varð ein video gjørd, har eg m.a. varð avdúkaður í at keypa ein rúsfrían cocktail í Rúsfríu Barrini beint uttan fyri Mentanarhúsið

Íslendingar atkvøddu seint í august ímóti at fara undir nýggjar samráðingar við ES, men at vera uttan fyri ES ger eisini Ísland meiri sárbært mótvegis øðrum stórveldum

- Eitt áhugavert kjak hevur stungið seg upp í kjalarvørrinum av, at eldrasamstarvið Nánd fer í gongd við eina royndarverkætlan um sjálvboðið arbeiði á Gøtubrá

- Tað var ein opinbering av teim heilt sjáldsamu og tíðarrøttu at síggja "Klokkaran frá Notre Dame" í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið

- Tá eg var smádrongur við Landavegin, kendust vit við øll fólkini bæði ung og eldri frá Kinabrekkuni og oman til handilin hjá Poul Restorff

"No Rest for the Wicked" er bíbilska heitið frá Jesaja, sum nýggi romantiskt vampyriski ræðufilmurin tekur á seg við einum nýggjum sjangrukvinki

- Kennir tú Meinhard?

- Er neyðugt at byggja fleiri kirkjur? Hava vit ikki nóg nógvar kirkjur sum er?

Brimheim hevur leiklutin sum Beinta í filminum "No Rest for the Wicked".

- Í dag gevur danska filmstíðarritið, Ekko, filminum fimm stjørnur. Eisini í Montreal hevur filmurin fingið hópin av framúr góðum ummælum í kritisku pressuni

- Sum ímyndin av einum røttum countrysangara, vaks hon upp við einum pápa, ið hvørki dugdi at lesa ella skriva

- Sum sjónleikari veit eg, at tá vit spæla á okkara egna máli, og spæla nógv, tá mennast vit við rúkandi ferð

- Í filminum "No Rest for the Wicked" var eg øgiliga upptikin av søguni um mammuna, sum følir, at hon missir sonin, og sum skal akseptera hann

Egor Venned býr í New York, men er føddur í Føroyum. Longu sum tannáringur gjørdist hann modell, knýttur at altjóða fyritøkum í Milano, París, New York og Keypmannahavn

"Góðar meiningar" og "góður vilji" skorta ikki, men einki úrslit  sæst. CO2-útlátið økist alsamt, og globala upphitingin økist alsamt

- Eg eri so stoltur av hesum filmi, sigur Lars, og avdúkar, at hann var í Føroyum, tá Nils Malmros gjørdi filmin "Barbara" (1997)

Í dag hevur Filmsfelagið kunngjørt nakrar av filmunum, sum eru á heystskránni og heilt inn í nýggja árið við Cannes vinnaranum "Fjord", sum hóast rumenskur er eins norskur og heitið

- Feilurin liggur í, at vit seta likvið millum pengar og virði, men hetta er ikki rætt. Tað finnast øgiliga stór virði í samfelagi og umhvørvi, ið ikki eru pengagjørd

- At vinda stórar og nýskapandi visiónir úr gamla útvarpsmiðilinum, og gera orð til myndir, er tann rami gandur hjá okkum lurtarum

Alsamt fleiri útlendingar búgva í Føroyum. Og ikki bert útlendsk børn, men eisini føroysk hava avbjóðingar við føroyska málinum

- Um dagarnar hitti eg amerikansku hjúnini, Neils og Neelie Skoulund Kruse, sum búgva við Foxánna í Cary, Chicago. Tey vóru við ferðamannaskipinum Azamara

- Eitt eru nýggju rúsevnini, ið tykjast hava fingið fastatøkur á føroyingum. Men vit gloyma nógv hitt mest brúkta rúsevnið

- Millum túsundir á Vaglinum fær Siri okkum at minnast hin eina falna í Berlin og tey mongu særdu í býnum, har heimsins fyrsti LGBT aktivistur, Karl Heinrich Ulrichs skrivaði søguna "Manor"

Ólavsøkuaftan klokkan 15 letur størsta myndlistaframsýning í Havnar ólavsøkusøgu upp í gamla Føroyabankabygninginum hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni við ikki færri enn hálvfems myndlistafólkum á øllum trimum hæddunum

"The Odyssey" er besti filmur beint nú. Eingin ivi um tað. Hann gongur í Føroya seinasta biografskansa, Havnar Bio

- Her verða allir sansir vaktir í nýggja matstovubygningini mitt í Havn, har endurskapta søgan um Heina Kjöt longu er eydnast á niðastu hædd, har fult av fólki er inni, bæði til at eta og taka út við

- Í hægstu agurkutíð, hvannatíð, tað er hon við tíðindaloysi, hevði Útvarpið eitt frálíkt innslag um nakað so eksotiskt og søguliga foredlað, sum føroyskt whisky

Við frontmonnunum, Mick Jagger og Keith Richards, The Glimmer Twins, sum báðir ganga á tríogfýrsinstjúginda ári, geva teir í Rolling Stones út nýggja LP, "Foreign Tongues", sum er hin fimmogtjúgindu í teirra katalogi

Køksleiðarin, Karolina Sobolewska, sum er úr Pollandi, og matstovuleiðarin, Regitze Krambeck Pihl, sum er av Tvøroyri, standa á odda fyri matstovuni og kokkteylbarrini, Tubbak

- Vilt tú ein góðveðursdag, meðan tokan liggur gráslavin yvir Havnina, uppliva eina grasgrøna bygd, sum enn er autentisk, og harumframt fáa ein eyka ágóða framíhjá, er at fara norður til Tjørnuvíkar

Laila av Reyni hevur verið á øllum 340 fjallatindunum í Føroyum og deilir her síni bestu ráð til summartúrar fyri bæði stór og smá

- Eg havi tikið russisku linsuna við, sigur Thomas Koba, og greiðir frá, at øll lýsingin er filmað við gomlum russiskum linsum

- Jórunn Gudmundsen er leiðari í nýggju Messuni í Sørvági. Við sýni inn móti sandinum tváar countrytónleikur rundleitta rúmið við einum himmalskum sangi

Í morgun kom eitt ferðamannaskip uttan av havi inn í Nólsoyarfjørð millum Stong og Eystnes

- Eftir brunaskaða, og í kjalarvørrinum á Lívdini uppi í Hoyvík, har skjótast vaksandi búseting er í landinum, fer miðbýðarkirkjan at endurreisa samkomuhølið og skapa bestu tónleikauppliving fyri 400-500 fólk, sigur Tom Jacobsen

# #