Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Ein flytførur kjarnorkureaktor, sum í framtíðini skal kunna veita streym til ídnað, skip og fjarskotin øki, skal eftir ætlan roynast við fullari orku í USA næsta ár

Hendingin fór fram í einum enskum djóragarði í gjár

Mentanarvirðislønir landsins verða í ár handaðar í Messuni í Sørvági fríggjakvøldið 23. oktober kl. 20.00. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, stendur fyri handanini

Maria Tórgarð, leikstjóri, fekk Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2026, sum varð handað á tiltaki hjá Sinnisbata í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober

- Tað hevur verið eitt sindur av vindi í heyst og í løtum nógv avfall. Men enn hevur einki ordiligt illveður verið. Tað fer tað kanska at vera miðskeiðis í næstu viku, sigur Veðurstovan

Lungnaambulatorium er latið upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Katie Zacharia verður nýggja tíðindatalskvinnan í Hvíta Húsinum, eftir at Karoline Leavitt legði frá sær, váttar Donald Trump, forseti, á Truth Social

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, fer at stroyma avrættingina av Nidal Hasan, fyrrverandi amerikanskur hermaður, sum er dømdur til deyða

Radarin er settur upp at ansa eftir loftrúminum, meðan verandi sivili radari verður tikin niður, skrivar KVF

Uttanríkisráðið í Ísrael reagerar harðliga uppá, at Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels

Eitt sjáldsamt filmsøguligt skjal er komið undan kavi í gomlu húsunum hjá fyrrverandi løgmanni Peter Mohr Dam á Tvøroyri

Fríggjamorgunin fekk Navi Pillay friðarheiðursløn Nobels fyri sítt dirvi og rættvísi

Amerikanska verjumálaráðið hevur boðað frá, at avrættingin av fyrrverandi amerikanska majorinum Nidal Hasan verður víst beinleiðis á netinum. Hann skal avrættast við skjóting 3. desember

Í minsta lagi eitt flogfar hevur fingið skaða á flogvøllinum í Riyadh í Saudi Arabia, siga tvær keldur við AFP

Týsdagin 29. september 2026 handaði Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, Landsfelag Pensjónista, ein kekk, áljóðandi 40.460 fø.kr.

SSP-ráðgevingin fekk fleiri fráboðanir og áheitanir í fjør samanborið við árið fyri

Mikudagin varð Ukraina rakt av umfatandi álopum. Hildið verður fram í dag

Bretland, sum í síðsta mánaði fekk boð um at steingja konsulátið í Jerusalem, heldur fram við síni diplomatisku nærveru sum "bretsk missjón"

Politisku myndugleikarnir eiga at raðfesta rakstrarsparandi íløgur framum aðrar íløgur, tí tær bøta um fíggjarpolitiska haldførið

Heilsustýrið setir nú sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum á breddan við at bjóða fram nýtt tilfar til føroysk arbeiðspláss um evnið

Amerikanska sendistovan í Moskva hevur sent út ávaring eftir deyða á einum pestgranskingarstovni í Sibiria og endurtekur ráðini um at fara úr Russlandi

Trý fólk eru dripin og 36 særd í tveimum álopum á flogvøllir í Saudi Arabia, upplýsir flogferðslumyndugleikin í landinum, sambært tíðindastovuni Reuters

Fleiri danskar kommunur hava trupulleikar við at logga seg inn á KT-skipanir

Bretski bankamaðurin og fráboðarin Simon Andriesz, sum avdúkaði fleiri sambond millum Jeffrey Epstein og amerikanska handilsmálaráðharran, Howard Lutnick, er funnin deyður

Hvussu kunnu Føroyar framtíðartryggja vælferðina, tá fólkasamansetingin broytist, starvsfólkatrotið veksur og vit síggja ójavnvág millum almennar inntøkur og útreiðslurnar?

Aftur í ár verður átakið SkíggjaSunn, og undirtøkan er støðugt vaksandi. Í ár eru at kalla allir skúlar í Føroyum við – umframt kommunur og arbeiðspláss

Ein føroyingur, sum arbeiddi í Noregi fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2024, sleppur ikki undan at rinda arbeiðsmarknaðareftirlønargjald, AMEG, av samlaðu ársinntøkuni

Símun Jákup Højsted er so misnøgdur við avgerðina hjá bygdarráðnum í Vestmanna at velja annan formann í teknisku nevnd, at hann hevur valt at rýma úr kommununi

Norðurkorea finst hvassliga at amerikonsku vápnasøluni og hernaðarliga stuðlinum til Taivan

Ein persónur hevur fingið noktandi svar upp á umsókn um stuðul til dupult húsarhald, tí viðkomandi bæði var skrásettur sum leigari og útleigari av bústaðnum

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, endurtók í kvøldrøðu síni, at Ukraina hevur fingið fregnir um, at Russland fyrireikar seg til “eitt massivt álop”

Ein lesandi hevur fingið staðfest noktandi svar frá Studna um lestrarstuðul til útbúgving uttan fyri Føroyar

- Okkara mál er at halda fram við at menna Tórshavnar kommunu sum eitt burðardygt ferðamál, sigur Elsa Berg, borgarstjóri

Vit hava knappar 2,8 milliardir krónur í avlopi

Byrja vit við niðurstøðuni, var septembur eitt lítið sindur lýggjari enn í miðal tey seinastu 30 árini og eitt sindur turrari eisini, tó at tað regnaði ofta sera illa

Sinnisbati hevur sett Gunnvá Árnadóttir Djurhuus í starv sum leiðara fyri nýggju Ungdómsráðgevingina hjá felagnum

Danska Kongshúsið ber nú tíðindini um, at Beinir Johannesen, løgmaður, hevur verið á vitjan á Frederik VIII’s Palæ á Amalienborg

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at senda inn navnauppskot. Vit lata 3.000 krónur í virðisløn fyri besta hugskotið

- Fíggjarpolitiski haldførisávísin er -4% av BTÚ, ið merkir, at almennu inntøkurnar ikki megna at fylgja við almennu útreiðslunum í framtíðini. Um politisku myndugleikarnir einki gera, verður hallið í almenna geiranum 1 mia. kr. um 10 ár

Eitt tangaskip, sum fór inn í Hormuzsundið, varð í dag kallað av iransku kollveltingarhirðini (IRGC). Tangaskipið fekk boð um at venda við fyri at sleppa undan at verða álopið

Nobelvirðislønin í medisini ella fysiologi varð kunngjørd í morgun, sum er ársins fyrsta virðisløn

Sambært yvirlitinum hjá Landsverki so er fitt av vindi í morgun

CPR-umsitingin í Danmark hevur staðfest eitt trygdarbrot. Óviðkomandi hava fingið óheimilaða atgongd til millum annað nøvn, bústaðir og CPR-nummur hjá umleið 8,8 milliónum skrásettum persónum

USA tekur øll síni B1-bumbuflogfør heim frá Royal Air Force-støðini í Fairford

Tilsamans trý skip vóru við í samanstoytinum, okkurt teirra er farið at leka

Nakað áðrenn miðnátt fekk løgreglan boð um eld í einum bili í Norðoyatunlinum, sum tí var stongdur í eina góða løtu ímeðan sløkkiarbeiði var í gongd og tunnilin aftaná varð køldur niður aftur

Frank Strada, ovasti fyri fongsulsverkið í Tennessee, leggur frá sær eftir miseydnaðu avrættingina av Christu Pike mikudagin. Hon fekk tveir skamtar av eitri, men yvirlivdi og liggur framvegis uttan vit

Bretskir miðlar gera nógv burtur úr og hava nógvar og forkunnugar myndir av hernaðarvenjingini Lion Protector sum var í Vestmanna herfyri

Tveir iranskir ​​menn eru handtiknir fyri illgruna um yvirgangsætlan móti jødum í Manchester

- Eg havi sagt meg úr starvi sum býarbókavørður ❤️ Og tað er av tí góðu orsøk, at eg havi fingið ein heilt serligan møguleika at hugsavna meg um mítt listaliga arbeiði og skriving í trý ár

# #