Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ferðamál

Tórshavnar kommuna: Havnin hevur varðveitt sítt pláss á topp 30-listanum yvir burðardygg ferðamál. Vit eru farin frá 29. plássi til 28. pláss, staðfestir Global Destination Sustainability Index 2023, sum í ár fevnir um fleiri enn 100 ferðamál.

Hyggja vit at framgongdini í GDS-skrásetingini seinastu fýra árini, vóru Føroyar fyrsta árið á einum eysturevropeiskum støði, næsta árið á vesturevropeiskum støði, meðan vit nú í 2023 eru nøkur fá stig frá at røkka norðurlendska miðalstøðinum, sum er hitt høga málið, vit hava sett okkum fyri 2025.

Tordis Á Rógvi Biskopstø, stjóri á Visit Tórshavn, luttók á ráðstevnuni City DNA og GDS Forum í Valencia fyrst í oktober, har ársins GDS-úrslit vórðu almannakunngjørd.

Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands gjørdust limir í Global Destination Sustainability Index (GDS) í 2019, sum er ein skipan, ið metir um burðardygg átøk, politikkir og grønar góðskuskipanir hjá ferðamálum. Skipanin byggir á heimsmálini innan burðardygd hjá ST.

Í Valencia var spenningur í luftini, nú fleiri enn 40 nýggj ferðamál vóru partur av skrásetingini.

- Tað var stuttligt at uppliva, at alsamt fleiri fólk bráddliga kenna til Føroyar, millum annað gjøgnum Closed For Maintenance-átakið og ikki minst ICCA-ráðstevnuna, ið varð hildin í Føroyum í september, greiðir Tordis frá.

- GDS Forum og City DNA ráðstevnurnar vóru eitt fantastiskt høvi at arbeiða fram ímóti haldbarum loysnum saman við fleiri heimsmeistarum innan burðardygga menning og nýhugsan. Eg havi fingið fleiri ítøkilig hugskot heim við mær, sum eg eri spent at seta í verk í Tórshavnar kommunu. Harafturat havi eg fingið eitt netverk av serfrøðingum at sparra við, leggur Tordis afturat.

Vilja røkka enn hægri støði
GDS-skrásetingin er eitt hent arbeiðsamboð, sum setir høg krøv. Tað sigur Annleyg Lamhauge frá Visit Faroe Islands Meetings:

- Aftur í ár staðfestir úrslitið okkara miðvísa arbeiði og samstarv í allari vinnuni fram móti at verða millum heimsins mest burðardyggu ferðamál. Vinnuferðavinnugestir seta serstakliga høg krøv til burðardygd, og tískil er hetta eisini ein grundleggjandi liður í at marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnu- og vinnuferðaland, sigur Annleyg.

Ein týðandi ráðstevna fyri vinnuferðavinnu, ICCA, varð kortsíðan hildin í Havn. Ráðstevnan hepnaðist sera væl, og her átti okkara støði á GDS-skrásetingini sín lut í, at fyriskipararnir valdu sær Føroyar sum fundarstað.

Hóast støðuga framgongd á GDS-skrásetingini og vaksandi áhuga fyri Føroyum sum ráðstevnu- og fundarstað, mugu vit áhaldandi seta nýggj og hægri mál, skulu vit røkka miðalstøðinum í grannalondum okkara. Tí støðið hækkar hvørt ár. Vit mugu millum annað seta høg krøv til umhvørvismál og leggja serligan dent á at økja um góðkenningarnar innan burðardygd til millum annað gistingarhús, ferðaskrivstovur, matstovur og flogvøllin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo