Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Raðfestingarnar kunnu lýsast sum trivnaður, bústaðarmøguleikar, eldrabústaðir og karmar til ítrótt, mentan og felagsskap

Høllin skal byggjast beint við skúlan og verandi ítróttarhøll. Í henni verður ein graslíkisvøllur, sum er 45 metrar breiður og 65 metrar langur

Ein seglbátur við tveimum monnum umborð bað í gjár úm hjálp. Rescue Sverri fór til hjálpar

Tað eru 18 hundar tilmeldaðir í klassa 3, og tí er lagt upp til eina spennandi kapping, har væntast kann, at kappingin verður hørð og jøvn millum hundarnar.Í klassa 2 eru 5 luttakarar og klassa 1 eru 4. Onkur nýggjur hunndur verður og spennandi verður hvussu fer at roynast

Jens Jákup Hansen gjørdist 6. november fyrsti føroyingur á toppinum á Ama Dablam í Nepal. Fjallið er 6.812 metrar høgt og verður mett sum eitt av tekniskt krevjandi fjøllunum í Himalaya

Hádygd fer at savna alt virksemi í bygninginum í Miðvági, og har verða gjørdar serbíleggingar av bæði hurðum og vindeygum, skrivar KvF

Føroyska flogfelagið Atlantic Airways hevur undirskrivað sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um keyp av tveimum nýggjum Airbus A320neo flogførum, sum eftir ætlan skulu verða klár í 2032

 

Nú verður nýtt innflúgvingarljós sett upp á Vatninum fyri tað sum fór í illveðrinum fyri einum ári síðani

Eftir mong ár sum undangongumaður innan smá vatnorkuverk, letur Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum nú stafettina víðari

Íverksetarahúsið í Haraldsstovu í Sandavági hevur latið dyrnar upp fyri íverksetum, vinnurekandi, lesandi og øðrum, sum ganga við nýggjum hugskotum

- At reka eitt flogfelag við heimstaði í Føroyum krevur bæði vitan og royndir, men fyrst og fremst framfýsin og dugnalig starvsfólk, sum hvønn dag gera sítt besta

Fyri fyrstu ferð í søguni hjá flogvøllinum í Vágum er ferðafólkatalið farið upp um 400.000 tann 1. oktober. Í fjør vóru ferðafólkini stívliga 461.000 alt árið, skrivar KVF

Ókeypis fyrilestrar í náttúruvísindum í Listastovuni í heyst

- Vónandi verður hetta seinasti snávingarsteingurin, sigur Sigurd Lamhauge, sum stendur við einari stórari høll í Sandavági, har allar tómar fløskur eftir ætlan skulu savnast, skrivare KVF (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Vesturvón og Vakstrarhúsið hjá Vága kommunu vísa vegin innan burðardygga ringrás

 

Við at prístryggja keyp av brennievni sleppur Atlantsflog bíligari, nú kostnaðurin er meira enn tvífaldaður síðan mars mánað, skrivar KVF

Opið bræv til Vinnu- og mentanarnevndina í Vága kommunu

Meira enn 400 luttakarar frá 16 ymiskum myndugleikum og felagsskapum vóru seinnapartin í dag við í eini umfatandi tilbúgvingarvenjing, sum varð hildin í Vága Floghavn, tá alarmurin fór í gongd kl. 16.32

Vága kommuna, IRF, Undirvísingarstýrið og Nám undirskrivaðu í síðstu viku eina samstarvsavtalu, um at seta á stovn fyrsta Newton-rúmið í Føroyum

Elian á Ørg var burturstaddur, tá ið hann umvegis telefon fekk at vita, at eldur var í húsinum í Sørvági. KVF hevur tosað við hann

Av tí at annað tiltak er á Giljanesi samstundis, kann verða trupult at sleppa av við bilin

Í samband við Føroya vakrasta hálvmaraton 2026 nú leygardagin 5. septembur eru tillagingar gjørdar viðv. ferðlu á strekkinum

Leygardagin var seinasta av fimm FM-kappríðingum hildin á breytini hjá Vága Ríðingarfelag í Vágum, og sostatt er enn eitt spennandi kappingár komið at enda

Í dag varð skipað fyri árligu heyst kappríðingini á flúgvarabedingini í Vágum

- Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit skulu vera til, tí vit eru so smá, sigur Marius Davidsen, fráfarni fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways, sum var við frá byrjan

Sjóvinnustýrið hevur í dag skrásett spildurnýggja farmaskipið hjá Smyril Line, SKIPANES, í FAS

Týsdagin 1. september byrjar heilsufótbóltur aftur. Spælt verður innandura hvønn týsdag í vetur frá klokkan 18.00 til 19.00 í høllini í Sørvágs skúla

Í sambandi við útbygging av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn, verður koyrivegurin á norðursíðuni av verandi parkeringsøki lagdur um í tíðarskeiðnum frá 24. august til 15. oktobur

Orsøkin er broytt eigaraviðurskifti, sum hava við sær, at allar kvoturnar hjá skipinum skulu býtast í helvt, skrivar KVF

Nú hevur mentanar- og sjóvinnusavnið Messan í Sørvági verið opið fyrsta summarið, og tey eru bilsin av, hvussu nógv fólk hevur vitjað, skrivar KVF

Skipanin í Mykinesi, har ferðaleiðarar á staðnum vegleiða ferðafólk, kundi verið aðrastaðni í landinum, sigur Bryndis í Dali, menningarleiðari á Visit Vágum, við KVF

- Tað er sjálvandi ikki nøktandi, at tað í ávísum tíðarskeiðum, ikki hevur verið møguligt at mannað støðina í Vágum

Tað endaði 5-0 til føroyska U19-landsliðið við gentum, sum mikudagin tók ímóti grønlendska A-landsliðnum. Dysturin varð spældur á Dungasandi í Sørvági, ið fyri fyrstu ferð hýsti einum landsdysti

Tvey flogfør hjá Atlantic bíða í løtuni eftir at fáa lent á flogvøllinum í Sørvági. Annað er komið úr Reykjavík og hitt úr Oslo

Síðingin hjá Jens Jákupi Hansen er dokumenterað og verður seinni sýnd í heimildarfilmi, skrivar KVF

Mikudagin varð Føroya størsta sólorkulund hjá Hiddenfjord á Fútakletti tikin í nýtslu

Endurreista barakkin við SOR-bygningin omanfyri flogvøllin gevur Krígssavninum betri umsitingarligar karmar, sigur Karl Jóhan Nielsen, savnsformaður, við KVF

Føroyar eru farnar 7 pláss niður á Hvítalista hjá Paris MoU og eru nú á 37. plássi av 40

Politiið fer nú at kanna orsøkina til, at eldur kom í eini hús í Sørvági í gjár

Flogvøllurin á Vágum hevur verið stongdur av eldinum eitt skifti seinnapartin

Øll sløkkiliðini í Vágum eru á staðnum, løgregla og sjúkrabilur, og Løgreglan heitir á fólk um at halda frástøðu, so sløkkiliðini fáa arbeitt

Búsetur er nú farið undir at tetta ein leka á bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum, og sambært stjóranum, Hans Johannes á Brúgv, so er talan um ein lítlan leka

Ein útlendsk kvinna fekk skaða, tá hon gekk út á Trælanípuna í gjár

Fríggjakvøldi 10. juli var fyrsta súkklukapping sum Vága súkklufelag skipaði fyri. Kappingin varð hildin á kaiøkinum í Miðvági

- Eg bleiv bjóðaður av, heimurin gjørdist størri, møguleikarnir fleiri og tað ókenda bleiv ein gáva. Alt hatta við at ræðast sørvingar og ikki dáma sjingarnar bleiv mær fjart

Komandi dagarnar verður Miðvágur karmur um Vestanstevnuna 2026

Síðani 2020 hevur Petra Olsen undirvíst tilflytarum í føroyskum sum annaðmál, og hon er millum tey fáu í Føroyum, sum hava serliga útbúgving innan undirvísing av vaksnum tilflytarum í føroyskum

Á býráðsfundi týskvøldið 30. juni samtykti býráðið í Vága kommunu einmælt ársroknskapin fyri 2025

- Mest óvæntaða tapið hjá KÍ í fleiri ár kom í dag, tá botnliðið undan 15. umfari vann í Klaksvík, skrivar Norðlýsið

Borgarin og Norðingur landa gulllaks í Miðvági í dag. Teir hava góð 500 tons tilsamans

# #