Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Týsdagin varð skipað fyri hátíðarløtu á Hotel Føroyum, har 15 venjarar fingu handað UEFA B-venjaraprógv

Heili 45 íðkarar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Bretlandi skulu í morgin royna seg, tá ið Judo Føroyar skipar fyri fyrstu altjóða kapping í longri tíð. Eisini verður venjingarlega og dómaraskeið á skránni um vikuskiftið

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin fór, tá føroyska kvinnulandsliðið á middegi fríggjadagin vann sannførandi á Andorra í fyrra av tveimum venjingardystum. Úrslitið gjørdist 5-0 til Føroyar

Føroyskur fótbóltur hevur tørv á fleiri dugnaligum venjarum við fótbóltsbakgrund, og tí verður aftur skipað fyri “Leikaraleiðini” – einum serligum venjaraskeiði, ætlað núverandi og fyrrverandi fótbóltsspælarum

Fyrrverandi Tottenham-leikarin, Ramon Vega, bjóðar seg fram sum valevni til forsetavalið næsta ár í altjóða fótbóltssambandinum (FIFA)

Petur Knudsen skoraði fyrra málið og fyri løtu síðani setti Gesa bóltin í netið við einari banan-perlu í Nations League-dystinum móti Kasakstan

Týskvøldið klokkan 18:00 spælir U21-landsliðið síðsta dystin í EM-undankappingini, tá Ísland vitjar á Tórsvølli. Málið hjá Ólavi Mikkelsen og hansara monnum er greitt: at enda EM undankappingina við einum góðum avrikið

Pauli Poulsen gjørdist leygardagin nummar átta í EM í tíðarsúkkling í aldursbólkinum 50–54 ár. Úrslitið gav honum HM-kvalifikatión

Leygardagin varð fyrsta borðtennis-kappingin í nýggja kappingarárinum spæld í høllini á Hálsi í Havn

Hann hevur spælt hvønn minutt higartil í UEFA Nations League, og hóast eina harða dystarskrá og eina langa ferð til Kasakstan, er Gunnar Vatnhamar klárur til ein dyst afturat

Andrias Edmundsson hevur leikbann, og verður tí ikki við í útidystinum ímóti Kasakstan. Ístaðin hevur landsliðsvenjarin úttikið Arnbjørn Svensson úr Víkingi

Yvirskriftin kann tykjast margháttlig, nú miðalaldurin á teimum fýra, ungu føroysku telvarunum á okkara OL-landsliði, sum júst hevur kappast yviri í Usbekistan, er einans 19 ár. Men vit hava færri góðarar telvarar í dag enn vit høvdu fyri tjúgu árum síðani

 

Nation League-dysturin millum Føroyar og Slovakia á Tórsvølli í kvøld endaði við javnleiki 1-1

Sum liður í fyrireikingunum til dystin ímóti Slovakia í kvøld, vitjaði A-landsliðið hjá monnum í fótbólti hjá løgmanni í morgun

Føroysku U20 kvinnurnar í flogbólti eru í hesum døgum í San Marino til EM undankapping. Málið er at vinna seg til EM endaspælið, sum verður í juli 2027

Manchester City hevur kært málið, har felagið er dømt í fleiri brotum á fíggjarreglurnar hjá Premier League

Tað setur stór krøv til føroysku leikararnar at spæla fýra dystir uppá ellivu dagar. Men hópurin er væl fyri, sigur Magni Mohr, sum er kropsligur venjari hjá landsliðnum

KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir skipa fyri eini sangskrivarakapping, har leitað verður eftir oyggjaleikasanginum 2027 – sanginum, sum skal seta ljóð á oyggjaleikir í Føroyum summarið 2027

Fyrsti møguleiki at svimja seg til Betri Oyggjaleikir

Jákup Mortensen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í oktobur mánað skal til UEFA menningarkapping á Malta

Nation League-dysturin hjá Føroyum móti Moldova endaði við javnleiki 1-1

Landsliðsvenjararnir hava gjørt fimm broytingar á føroyska liðnum undan dystinum móti Moldova, sum byrjar klokkan fimm seinnapartin

Dartsamband Føroya skipar fyri EM í dart í høllini Við Tjarnir, sum byrjar í kvøld kl 19:30 og heldur fram til leygarkvøldið. Umleið 420 útlendskir gestir úr 37 londum eru við í kappingini

Føroyar og Moldova hava spælt fýra ferðir ímóti hvør øðrum síðan 2021, og londini hava vunnið hvør sín dyst, meðan tveir eru endaðir við javnleiki. Sí málini her

Omanfyri 100 føroyskir áskoðarar verða á Zimbru Stadion týskvøldið, tá Føroyar møta Moldova í Chisinau. Áðrenn dystin skipa FSF og stuðlarnir Føroya Tele, Smyril Line og Bakkafrost fyri felags upphiting á Draft Arena

Landsliðsmálverjin, Mattias Heðinsson Lamhauge hevur góðar vónir undan UEFA Nations League-dystinum ímóti Moldova

- Stórur aldursmunur var á liðunum, so FC Trón hevði ikki stórar vónir áðrenn dystirnar. Men stríðsandin var í hásæti, og spælið riggaði sera væl hjá FC Tró

Fyri Mattias Hellisdal var dysturin móti Kasakstan leygardagin nakað heilt serligt

Føroyar endaðu loksins nummar 109 í røðini av teimum 206 londunum í talvolympiaduni í Usbekistan. Tað samsvaraði væl við stykismetingina sum nummar 107. Vit vunnu fimm dystir, taptu aðrar fimm, og telvaðu ein javnan. Vit fingu 11 stig (dystarstig) og 19 borðstig

Óli Mortensen er nýggjur í nevndini

Føroyar vunnu ruddiliga í tíggjunda umfari í gjár á talvolympiaduni í Usbekistan. Føroyar eru nú nummar 116 í røðini av teimum 206 liðunum í kappingini fyri seinasta umfar í dag

Føroyar leiktu javnt í UEFA Nations League-dystinum móti Kasakstan í kvøld, har liðini bæði fingu hvør sítt mál

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sett navn á teir ellivu, ið byrja á vøllinum í UEFA Nations League dystinum móti Kasakstan, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 17:00

Paraguei gjørdist okkum ov stór mótstøða í dag í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Usbekistan

Sambært The Athletic er Manchester City dømt í 114 av 115 ákærum, sum í høvuðsheitum snúgva seg um brot á fíggjarreglur frá 2009 til 2018

Luitjen Akselsson Apol telvaði remis á 1. borði í dystinum móti Meksiko, hinir taptu allir. Hóast mótstøðuliðið er sterkari, mundi bæði avrik og úrtøka vera í lakara lagi hjá okkara monnum í hesum dysti

Fyri Jóannes Bjartalíð verður dysturin leygardagin ímóti Kasakstan nakað heilt serligt. Jóannes spælir nevniliga fótbólt í fjarskotna landinum, sum fyri sættu ferð skal møta Føroyum í A-landsliðshøpi við monnum

Í hesum døgum verður HM Masters í olympiskari vektlyfting hildið í Athen. Kappingin byrjaði 17. septembur og heldur fram til 26. septembur

FC Trón eru komnar til Milano á venjingarlegu og skulu møta Milano Lady Soccer í kvøld á Campo Sportivo 'G.Scirea'

Tað eydnaðist óvæntað Føroyum at vinna 2½ - 1½ á Uruguay í sjeynda umfari í gjár á talvolympiaduni í Usbekistan

Sandoy Hálvmarathon og Húsavíkar kommuna, hava gjørt avtalu um at Húsavíkar kommuna bjóðar øllum sínum borgarum, at luttaka ókeypis til Sandoy Hálvmarathon 2027

20 ára gamli havnadrongurin er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið, sum í næstum fer undir eina nýggja UEFA Nations League kapping. Fyrsti dystur verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 17:00, tá Kasakstan kemur á vitjan

- Í hesum døgum eru Føroyar umboðaðar á talvolympiadu í Usbekistan

Í gjár kunngjørdi Havnar Bóltfelag, at felagið hevur sett Mikkjal Kjartansson Thomassen sum høvuðsvenjara komandi trý árini. Mikkjal K. Thomassen er uppvaksin í HB og hevur umboðað besta mansliðið, skrivar KVF

Málið var at koma nakrar ferðir kring føroysku strandarlinjuna, ið er 1.291.557 metrar long. Vit komu heili 62 ferðir runt. Hetta er meira enn tvær ferðir jørðina runt

Páll Andrasson Klettskarð hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Í hansara stað hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, sent boð eftir Jørgeni Nielsen úr Víkingi

Fríggjadagin spælir U21-landsliðið fyrsta av trimum dystum sum eru á skránni í hesum umfarinum, tá Estland tekur ímóti á Rannastadion í Pärnu í Estlandi

Her eru nakrar myndir frá upplatingartiltakinum í sambandi við at nýggja Padelmiðstøðin er latin upp á Hjalla

Manslandsliðið er farið undir fyrireikingarnar til fyrstu dystirnar í UEFA Nations League. Aftaná venjingina mánadagin fekk FSF Varpið orðið á Andrias Edmundsson, sum ætlar sær at spæla við um tey stuttligu plássini í bólkinum

Føroyar gjørdu bart í sætta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan mánadagin

# #