40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í morgin er 1. mai, altjóða arbeiðaradagur, og tað er ikki bara hjá okkum at dagurin verður hildin til heiður fyri tey á lægru rókunum, arbeiðaran, og hansara kor og rættindi. Ikki minst á Kuba hevur leingi verið talan um ein dag við nógvum tiltøkum, men so verður ikki í ár, og orsøkin er, at tað er so stórt trot á brennievni í landinum, skrivar The Guardian.

Kuba fær bara umleið tveir triðingar av tí brennievninum til bilar, sum tørvur er á, og tað kemst av, at veitararnir, sum sambært avtalum skulu levera bensinið, ikki gera tað. Hetta upplýsir forsetin í landinum, Miguel Díaz-Canel.

Tað er ikki óvanligt, at fólk noyðast at sova í bilinum, ímeðan tey standa í longum bíðirøðum við bensinstøðirnar og bíða eftir brennievni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo