Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

"A masterpiece of inconclusiveness"
- John F. West, Faroe - the emergence of a nation, 1972

Mentanardeildin hjá Kringvarpinum hevur nógvar stak áhugaverdar og góðar sendingar um lív og virki hjá okkum føroyingum. Tí er tað so mikið størri vónbrot, tá ið sama mentanardeild leggur navn til ósakliga og villleiðan nationalistiska sending.

Mentanardeild Kringvarpsins hevur í nógv ár givið okkum sera áhugaverdar og góðar sendingar um lív og virki hjá okkum føroyingum, eitt nú Credo, við Tóra á túri, Málteigin, andaktir og gudstænastur.

Tí er tað við sorgblídni, at eg skrivi um sendingina O, móðurlandið!, sum starvsfólk hjá mentanardeildini hevur gjørt og mentanarleiðarin hevur tikið ábyrgd av, tí hon so fullkomiliga brýtur við øllum tí, sum mentanardeildin annars stendur fyri.

Sambært lógum, sáttmálum og øðrum ásetingum skal Kringvarpið gera sendingar, sum m.a. eru: sakligar, óheftar, álítandi, savnandi, dygdargóðar, fjøltáttaðar, ikki á nakran hátt elva til mannminkan, halda góðan fjølmiðlasið, hava størsta trúvirði og eru professionellar.

Tí er tað við tess størri vónbroti, at staðfestast má, at nevnda sending als onki fyrilit tekur fyri hesi kjarnuvirði kringvarpsins, sum eru grundarlag undir trúvirði stovnsins.

Sendingin er merkt av ósannindum og villleiðingum, sum t.d. hvat forsætisráðharrin hugsar, tá hann fær karm, Emma Gad, sum hevur ligið undir grønu torvu í meiri enn 100 ár, verður grivin uppaftur og ílatin litfagran búna uttan takt og tóna og Føroyar samanborin við eina koloni.

Orðini hjá Hanus Kamban, at vit hava eitt sindur av stríði altíð at geva danskarum skyldina, ganga sum ein reyður tráður ígjøgnum sendingina.

Greiðasti háttur at vísa á, hvussu út av lagi vánaliga, sendingin er skrúvað saman, er eftir mínum tykki at kanna eftir, hvør, íð luttekur og hvussu nógva tíð, hvør einstakur fær tillutað í sendingini.

Hetta havi eg gjørt, og sæst úrslitið á grafisku myndini omanfyri. Og hvussu loysingarfólk frambera søguligt tilfar, tá íð tey fáa møguleikan at sleppa fram at fjølmiðlunum – tað vita vit øll! Og so kallar Kringvarpið hetta fyri ein dokumentar!

Tó skal tilrættaleggjarin hava rós fyri góðan málburð og dugnaliga samanseting – bert spell, at so lítið av tilfarinum er eftirfarandi og rætt.

Og henda sending er bert 1. av 6 - uha,uha. Næsti partur kemur hóskvøldið kl. 19.25. Hyggið og lurtið – er hetta veruliga rætt ella tann reina propaganda?

Johan Petersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo