Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Eg haldi, at øll skulu hava somu møguleikar sum eg, sigur Ashton Osborne sum hevur sett sær fyri at savna pening inn at keypa mat fyri til tey heimleysu í australska høvuðsstaðnum, Canberra.

Australska ABC hevur givið mister10, sum hann nú verður nevndur, gætur, og lesast kann um hann her.

Í fyrstani royndu tey vaksnu at siga honum, at trupulleikin stakk djúpri enn sum so.

- Men hvussu greiðir tú einum 10 ára gomlum frá tí, spyr mamman, Claire Osborne, so hon og maðurin Chris gjørdu tí av at stuðla soninum, hvørs eldhugi og ansur fyri sosialum rættvísi sýntist heilt óvanligur.

Fyri 5.000 dollarar kundi Ashton keypa 500 matpakkar til tey heimleysu, og tað tók ikki langa tíð, til hann hevði savnað upphæddina. Og nú umhugsar hann at skipa fyri eini innsavning afturat.

Og vinirnir, hvat siga teir?

- Vit tosa ikki so nógv um tað, tá eg segði teimum tað segði onkur, at hann helt tað vera cool. Men annars tosa vit mest um fótbólt. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo