Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í Nám X, sum er 10. flokstilboðið í kommununi, er greiða fatanin tann, at 10. árið er eitt ár, har næmingarnir mennast nógv sosialt, meðan teir eisini hava høvi at royna seg handaliga og kreativt á teimum nógvu breytunum, sum Nám X hevur at bjóða teimum, umframt í lærugreinum, ið tey velja sær.

Í Skúlablaðnum, sum júst er komið, er umrøða eftir Eyðnu Magnussen, skúlastjóra í Eysturskúlanum um Nám X. Hon sigur í umrøðuni, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at Nám X verður ment.

- Leiðslan í Nám X hevur alla tíðina verið tilvitað um týdningin av at samstarva út úr skúlanum við viðkomandi skúlar og stovnar. Ein partur av konseptinum er at gera næmingar tilvitaðar um verðina uttan fyri skúlastovuna; at Nám X er byrjanin til eina virkna framtíð, sum krevur nøkur val, og valið er lættari, tá ið næmingar hava sæð og virkað í øðrum samanhangum enn í eini skúlastovu.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo