

Í nógv ár hevur tað verið so, at 10 lið hava verið í trimum teimum fremstu deildunum hjá monnum.
Men næsta kappingarár verður hetta ikki so í 2. deild.
Fótbóltssambandið hevur nevniliga gjørt av, at Royn og MB, sum í ár hava spælt í 3. deild, leika í 2. deild næsta kappingarár.
Hesi bæði liðini koma afturat teimum tíggju, sum longu hava vunnið sær rættin til at leika í deildini næsta ár.
Harvið verða 12 lið í triðbestu deildini í 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo