Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways: Seinnapartin í dag var hátíðarløta hjá Atlantic Airways á flogvøllinum, har fimm starvsfólk vórðu heiðraði í sambandi við teirra tilsamans 125 ára starvsdag.

Talan er sostatt um nøkur starvsfólk, sum hava verið við nærum allan vegin á tí ferð og menning, sum felagið hevur verið ígjøgnum seinastu 35 árini.

Tey, sum vórðu heiðraði í dag eru frá vinstru: Mia Johnsdóttir, sum hevur starvast 20 ár sum flogterna; Elspa Egilstoft, sum er varaleiðari í Sølu & Kundatænastuni og hevur 25 ára starvsdag; Andreas Mouritsen, tyrluskipari á Tyrludeildini, sum eisini hevur 25 ára starvsdag; Jóhanna á Bergi, stjóri; Arngerð Davidsen, sum hevur 30 ára starvsdag sum flogterna og at enda Páll Joensen úr Teknisku deild, sum hevur 25 ára starvsdag.

Atlantic Airways ynskir øllum hjartaliga til lukku og takkar fyri trúgva tænastu hesi mongu árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo