Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í Eysturskúlanum eru allir næmingarnir farnir heim. Vanliga ganga beint omanfyri 500 næmingar har.

Í Skúlanum á Fløtum, sum er størsti fólkaskúlin í landinum, eru 13 næmingar í skúla í dag. Vanliga ganga har 750 næmingar.

Í Klaksvík møtti ongin næmingur í morgun, men í Vestmnana eru umleið 25% av teimum umleið 200 næmingunum í skúla í dag.

Tað er tí eitt sindur ymiskt, hvussu skúlarnir praktisera boðini frá Mentamálaráðnum í gjár.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, segði í boðunum til fólkaskúlarnar í gjár, at teir skjótast gjørligt og í seinasta lagi mánadagin skuldu biðja næmingarnir halda seg heima.

VP hevur verið í samband við omanfyri nevndu skúlar, sum í flestu førum eru púra manntómir, burtursæð frá starvsfólkum.

- Vit hava opið sum vanligt, men vit viðmæltu beinanvegin í gjár ígjøgnum flokslærarar og heimasíðuna, at foreldrini høvdu børnini heima, uttan so at tað er onkur serlig orsøk sum ger, at tað ikki ber til, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum.

Eydna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum, hevur somu boð.

- Skúlin er opin, men her er ongin næmingur, sigur hon tá VP spyr.

Úr Klaksvík eru boðini tey somu.

- Ongin næmingur møtti í morgun, sigur Símun Petur Hjelm, varaskúlastjóri.

Men í Vestmanna hava nógv sent síni børn í skúla í morgun.

- Vit hava opið sum vanligt í dag, men her eru kanska ein triðingur ella bara ein fjórðingur av børnunum framvegis í skúla. Allir lærararnir eru eisini í skúla, sigur Marin T. Bláberg, skúlastjóri. Hon leggur tó afturat, at fleiri av næmingunum, serliga í barnaskúlanum, fóru heim, tá ein løta var farin.

- Tey eru kanska eitt sindur bangin og ótrygg, og um foreldrini siga gott fyri tí, so hava vit latið tey farið heimaftur í morgun, sigur Marin T. Bláberg.

Í næstu viku skulu skúlarnir, sambært boðunum úr Mentamálaráðnum, bert taka ímóti næmingum í barnaskúlanum, har ongin onnur ansing er møgulig.

- Hetta er ein serskipan til tey børn, hvørs foreldur røkja kjarnutænastur og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna, stendur í boðunum frá Mentamálaráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo