Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Kristiliga Tíðindatænastan: Tað var ein stórur dagur hjá teimum 16 næmingunum, sum leygardagin fingu prógv á eftirskúlanum BRÚGVIN í Skálavík. Í august mánaða í fjør byrjaðu 16 ungdómar á kristna eftirskúlanum í Skálavík, har teir hava tikið 10. flokk.

Kl.15:30 byrjaði hátíðarhaldið, tá forkvinnan í stýrinum fyri skúlan, Hjørdis Háberg Petersen, bjóðaði familjunum hjá næmingunum vælkomnum, sum møttu fjølment upp ymsastaðni frá í landinum hendan sólskinsdagin í Skálavík.

Tríggir næmingar vóru bodnir at halda røðu vegna næmingarnar, sum teir gjørdu fyrimyndarliga. Ein av røðarunum tók soleiðis til: “Nú fara vit at stíga út um gáttina í Ejler Jacobsensgøtu 1 fyri at stíga inn um eina nýggja gátt!”

Síðani var tað Skúlastjórin, Erika Winther, ið helt røðu. Hon takkaði foreldrunum fyri láni av teirra gulli, tá hon sipaði til tíðina, har børn teirra hava verið undir veingjabreiði skúlans. Eisini kom skúlastjórin inn á týdningin av at varðveita góðar relatiónir, tí, sum hon tók til: “Tað er í góðum relatiónum, at dreymar gerast veruleiki!”

Tá tey 16 prógvini vóru handaði við klappsalvum, reistust næmingar og gestir og sungu sangin hjá Hans Andrias Djurhuus gakk tú fram við góðum treysti. Ein sera hóskandi sangur til eina slíka løtu.

Áðrenn boðið var til drekka og sjálvtøkuborð endaði Dánjal Petersen, sum er eitt av starvsfólkunum á skúlanum, við eini stuttari heilsu og eini bøn fyri næmingunum.  

Fleiri av næmingunum fara at halda fram í miðnámsskúla annaðhvørt í Kambsdali ella á Glasir.

Hetta er annað árið hjá eftirskúlanum Brúgvin, og higartil hava 37 næmingar tikið 10. floks-prógv á skúlanum. Í alt eru tað 13 starvsfólk, sum eru knýtt at skúlanum. Av hesum eru 4 starvssettir lærarar. Eisini fær skúlin vitjan av undirvísarum við Universitetsútbúgving, sum undirvísa í ávísum lærugreinum.     

Skúlastjórin, Erika Winther, upplýsir í samrøðu við Kristiligu Tíðindatænastuna, at ein av framtíðardreymunum hjá eftirskúlanum er eisini at bjóða næmingunum ellinta flokk. Erika Winther sigur, at enn eru pláss at melda seg til triðja skúlárið á Kristna Eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, sum byrjar aftur í august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo