40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valurslit.fo: 60 valevni stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð. 18 av teimum bjóða seg fram til fólkatingsval á fyrsta sinni.

Tað er ein lítil triðingur, 30 prosent, av øllum valevnunum.

Fimm valevni stilla upp í politikki fyri fyrstu ferð. Ein er Árni Skaale (Fólkaflokkurin), sum hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum síðan januar.

Hini eru Hanna Ovadóttir (Sambandsflokkurin), Jóan Pauli Dahl Jakobsen (Javnaðarflokkurin), Sigrid Sámalsdóttir Hentze (Javnaðarflokkurin), og Liljan Weihe (Tjóðveldi).

Onnur hava áður stillað upp til løgtingsval og kommunuval, men ikki til fólkatingsval.

Tey eru millum onnur Petrina Berg á Lag og Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Beinta Løwe og Kristian Oskar J. Henriksen úr Tjóðveldi, og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum.

Býtið í flokkunum er soleiðis:

Fólkaflokkurin hevur eitt valevni, ið ikki hevur stillað upp til fólkatingsval áður.

Sambandsflokkurin hevur seks valevni, ið ikki hava stillað upp til fólkatingsval áður.

Javnaðarflokkurin hevur fýra valevni, ið ikki hava stillað upp til fólkatingsval áður.

Tjóðveldi hevur seks valevni, ið ikki hava stillað upp til fólkatingsval áður.

Framsókn hevur einki valevni, ið ikki hevur stillað upp til fólkatingsval áður.

Miðflokkurin hevur eitt valevni, ið ikki hevur stillað upp til fólkatingsval áður.

Sí valurslit.fo her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo