Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tá freistin at søkja starvið sum aðalskrivari hjá FSF var farin hósdagin klokkan 16:00, vóru 18 umsóknir innkomnar - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Vit hava fingið 18 spennandi umsóknir. Tær verða nú viðgjørdar, og væntandi eru vit ikki komin alt ov langt inn í nýggja árið, áðrenn nýggjur aðalskrivari er settur, sigur FSF-forsetin, Christian Andreasen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Klokkan fýra seinnapartin hósdagin fór freistin, at søkja starvið sum aðalskrivari hjá FSF. Átjan umsóknir vóru tá innkomnar, og nú verður ein setanarbóltur settur, ið skal meta um innkomnu umsóknirnar.

Í næstum verða umsøkjararnir, sum verða mettir skikkaðir til starvið, kallaðir inn til samrøðu við setanarbólkin, ið saman við forsetanum ger endaligu innstillingina til starvsnevndina um setan av nýggjum aðalskrivara.

Aðalskrivarin í FSF er stjóri fyri aðalskrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, og hevur sum meginuppgávu at skipa fyrisiting felagsins. Aðalskrivarin sameinir starvsnevnd og fyrisiting, og tryggjar, at avgerðir, tiknar av nevndini, verða framdar í verki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo