Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Her eru fleiri myndir

Rudda Føroyar: Føroyar vóru aftur í ár partur av stóra altjóða tiltakinum World Cleanup Day. Árligi ruddingardagurin fór fram leygardagin 17. september, og higartil eru uml. 18,5 tons av burturkasti tald upp. Á leið 1.000 fólk ruddaðu á ruddingardegnum sjálvum, og eini 2-300 løgdust afturat vikuna eftir.

Lítli sjálvbodni felagsskapurin Rudda Føroyar hevur fyri fimtu ferð fyriskipað føroysku luttøkuna á árliga altjóða ruddingardegnum, sum móðurfelagsskapurin í Estlandi, Let’s Do It World, fyriskipar.

Í ár samskipaði Rudda Føroyar ruddingar í Havn, Hoyvík, Nólsoy, Kollafirði, Fuglafirði, Runavík, Sundalagnum, Klaksvík, Miðvági, Sandavági, Tvøroyri og Hvalba. Heili 18,5 tons blivu ruddað í ár.

Lokalir samskiparar hava verið tey flestu støðini, og eisini hava fleiri fyritøkur og skúlar ruddað. Kavarar hava ruddað á havsins botni, bátar og bilar hava flutt, onkur gjørdi kaffi, og onkur annar bakaði bollar. Nógvir vóru leiklutirnir, sum allir vóru við til at gera dagin so væl eydnaðan.

Í ár hevur felagsskapurin eisini havt ein høvuðssamskipara, Sigurd Justinussen, tongdan at tiltakinum, sum hevur staðið fyri at samskipa og samskifta við mongu partarnar, sum hjálpa til at gera ruddingardagin til veruleika.

Hóast stóra nøgdin av ruski í náttúruni ikki er at fegnast um, eru vit glað fyri ársins avrik og fyri, at ruskið verður burturbeint á rættan hátt. Eisini gleðast vit um, at veðrið var so gott henda dagin, og at uppmøttu ruddararnir eisini fingu eina hugnaliga løtu saman.

Vit vilja takka øllum einstaklingum, skúlum, dagstovnum, feløgum, fyritøkum og øðrum stovnum, ið hava ruddað og/ella stuðlað á ymiskan hátt.

Somuleiðis vilja vit takka stuðlum okkara.

Stuðlar í 2022 eru:
Hiddenfjord, sum er okkara høvuðsstuðul aftur í ár. Umframt fíggjarligan stuðul rudda starvsfólkini í Hiddenfjord á hvørjum ári
Betri
Nema
Mowi
Articon
Tryggingarfelagið Lív
Elektron
Demich
Føroya Tele
Bank Nordik
Bygma Balslev
Kirvi
Vestpack
Føroya Bjór
Sport24 Outlet
Føroya Keypssamtøka
Flyta

Her eru fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo