Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Luttakararnir á FSF B-dómaraskeiðnum - Mynd: www.FSF.fo

Luttakararnir á FSF C-dómaraskeiðnum – Mynd: www.FSF.fo

Luttakararnir á FSF B-dómaraskeiðnum - Mynd: www.FSF.fo

Luttakararnir á FSF B-dómaraskeiðnum - Mynd: www.FSF.fo

Luttakararnir á FSF C-dómaraskeiðnum – Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Tað ræður alla tíðina um at seta nýggjar dómarar við, og tað var tískil hugaligt at síggja, at hesi skeiðini fingu so góða undirtøku. Men vit hava ongantíð nokk av dómarum, so vónandi leggjast fleiri afturat, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tilsamans 19 luttakarar vóru á báðum skeiðunum, tá FSF fyri viku síðani skipaði fyri FSF C- og FSF B-dómaraskeiðum. Níggju dómarar fingu FSF C-dómaraprógv, og tíggju fingu FSF B-dómaraprógv.

Á FSF C-dómaraskeiðnum verður serligur dentur lagdur á millum annað venjingar, video, lógarbroytingar, umframt onnur viðurskifti, meðan tað á FSF B-dómaraskeiðnum verður serligur dentur lagdur á leiðslu, klandursstøður, plasering og annað.

– Kappingin higartil í ár hevur gingið væl, og teir nýggju dómararnir, sum eru komnir til seinastu árini, hava gjørt eitt gott arbeiði, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

Luttakararnir á FSF B-dómaraskeiðnum vóru hesi: Ronni Garnddal, Heini Poulsen Hellisdal, Súni Fríði Johansson Hansen, Nicusor-Christian Matica, Arthur Højgaard, Annfinn Hjaltalin, Benjamin Grønagarð, Leivur Tikhekari Willumsen, Edvard Djurhuus og Benjamin Erlandsson Tvørfoss (manglar á myndini).

Luttakararnir á FSF C-dómaraskeiðnum vótu hesi: Gunnar Eihilt Sivertsen, Høgni Louisson Poulsen, Høgni Madsen, Sverri Sólheim Ellingsgaard, Jóhann Eliasen, Rói Reinert Hansen, Marius Dam Vang, Otto Dam Vang, Hannis Dalheim Rasmussen og Annika Eliasen Breiðaskarð.

Luttakararnir á FSF C-dómaraskeiðnum – Mynd: www.FSF.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo