40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Ein 26 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur – eina í desember 2018 og hina í november 2019. Harumframt var maðurin ákærdur fyri at hava framt harðskap móti tí einu kvinnuni í einari aðrari hending fyrr um dagin.

Maðurin, sum noktaði seg sekan, bleiv í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 8 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Hendan revsingin bleiv í Eystara Landsrætti í gjár herd til 2 ára treytaleysa fongsulsrevsing, sum eisini var kravið hjá ákæruvaldinum.

Í metingini av revsingini legði Eystari Landsrættur m.a. dent á, at talan var um neyðtøkur, sum vóru framdar við harðskapi. Neyðtøkurnar vóru framdar, áðrenn revsingin fyri neyðtøku varð hækkað í juni 2022, og revsingin tekur tí útgangsstøði í gomlu rættarstøðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo