Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Gallarí Havnará: Møðgurnar Astri og Maria Luihn fara at seta dám á Gallarí Havnará frá fríggjadegnum 24. november til sunnudagin 3. desember.

Hetta er fyrstu ferð, at tær báðar stilla út saman. Meðan móðurin Astri er eitt av virknastu altjóða listafólkum, ið vit eiga, so er dótturin Maria, eitt meira óskrivað blað.

Maria Luihn gjørdi fyrstu ferð vart við seg á Várframsýningini í Listaskálanum fyrr í ár. Hon teknar surrealistiskar tusjtekningar, akvarellir og prent.

Eisini arbeiðir hon við list úr metalli og er útbúgvin gullsmiður.

Astri kenna vit øll fyri sínar eyðkendu málningar og myndprýðingar, men hesin møguleikin at síggja samspælið millum listina hjá Astri og listina hjá Mariu, er nýggjur.

Fernisering er fríggjadagin 24. november kl. 16.00 og Kári P. spælir nøkur løg.

Gallarí Havnará er gallarí í niðastu hædd av gomlu Tórs kafeteria, her kanst tú í leikandi ljóðinum av áartutli støðugt uppliva listaverk við okkara fremstu listafólkum og mest spennandi spírum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo