Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Estland, Kasakstan og Ný Kaledónia vera mótstøðuliðini, tá U17-dreingirnir í næstum fara til UEFA menningarkapping í Estlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Estland, Kasakstan og Ný Kaledónia vera mótstøðuliðini, tá U17-dreingirnir í næstum fara til UEFA menningarkapping í Estlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Estland, Kasakstan og Ný Kaledónia vera mótstøðuliðini, tá U17-dreingirnir í næstum fara til UEFA menningarkapping í Estlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tað verður ein nýggj og spennandi mótstøðu, ið føroyska U17-landsliðið við dreingjum skal royna seg ímóti, tá liðið fer til Otepaa í Estlandi frá 24. apríl til 1. mai, har UEFA menningarkapping verður á skránni hesar dagarnar.

Umframt Føroyar og vertslandið, verða Kasakstan og Ný Kaledónia, sum er ein oyggj, ið liggur eystanfyri Avstralia, við í kappingini.

Eyðun Klakstein er venjari hjá U17-dreingjunum, og hann hevur nú úttikið 20 spælarar til kappingina í Estlandi.

Hópurin
Sámal á Steig, 07 Vestur
Pætur Akselsen, 07 Vestur
Jónas Prior, 07 Vestur
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Mattias J. Hellisdal, B36
Bartal Páll Klein, B36
Finnur Johannesen, B36
Silas Larsen, EB/Streymur
Pætur Róason, HB
Andrass Henriksen, HB
Jónas Samuelsen, HB
Djóni Samuelsen, HB
Baldur Niclasen, HB
Thomas Bjørn Miezan, HB
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Aron Benjaminse, Skála
Markus Isaksen, Skála
Torkil Holm, TB

Føroyar leggja fyri týsdagin 26. apríl ímóti Estlandi, 28. apríl verður spælt móti Ný Kaledónia, og seinasti dysturin verður sunnudagin 1. mai, tá mótstøðuliðið er Kasakstan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo