40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini nr. 52-078/2022 frá Magnus Rasmussen, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um næmingatal í flokkunum í fólkaskúlanum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Við hvørji grundgeving hevur landsstýrismaðurin góðtikið, at næmingatalið fer upp um 24 næmingar í hvørjum flokki?

Svar
Til 1:

Fyrisiting: Verandi játtanarskipan, sum er grundað á flokkatal, er frá 2000 og er grundleggjandi tann sama enn, men er tó útbygd so hvørt at fevna lógarbroytingar og nýggj átøk av ymiskum slagi.

Fyrisitingarliga er mannagongdin, at skúlarnir upplýsa fyribils næmingatøl pr. 1. februar og endalig næmingatøl pr. 1. september í skúlaárinum. Grundað á hesa seinnu uppgerðina verður endaliga játtanin løgd til skúlan fyri skúlaárið.

Orðingin í grein 20 í fólkaskúlalógini “Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum” hevur fyrisitingarliga ikki verið umsitin soleiðis, at landsstýrisfólkið í hvørjum einstøkum føri og á hvørjum ári hevur góðtikið, at næmingatalið tíðum hevur verið hægri enn 24.

Verður hugt nøkur ár aftur, hevur flokkatalið, sum hevur ligið omanfyri 24 næmingar við
skúlaársbyrjan, ligið rættiliga støðugt um gott og væl 20 flokkar.

Verandi játtanarskipan leggur upp fyri stórum flokkum við eitt nú tvílæraraskipan í 1. og 2. flokki, sum ger, at tveir lærarar eru um flokkin, ella flokkurin kann verða skipaður í smærri bólkar partar av degnum. Harumframt er ein miðfirrað játtan, sum er 24% av næmingatalinum í allari skipanini til m.a. sernámsfrøðilig átøk av ymiskum slagi, sum ger tað møguligt hjá skúlunum at skipa seg ymist við m.a. smærri bólkum og eyka hjálp til ávísar næmingar. Og so er tað skipanin við handaverk og list, at játtanarskipanin er grundað á 12 næmingar í hvørjum bólki.

Alt í alt ger hetta, at hóast flokkar fara upp um 24 næmingar, eru møguleikar hjá skúlunum at skipa serlig átøk og uppbýti, so til ber at arbeiða fjølbroytt og í smærri bólkum ella við eyka lærarakreftum inni í flokkinum.

Viðurskifti at taka við: At býta flokkar sundur er eitt stórt og víðfevnt stig at taka. Nevnda orðing í lógini gevur nakrar avbjóðingar. Serliga í skúlum, sum liggja beint á markinum, tí eitt ár kann verða farið ein næming upp um 24, fyri síðani næsta árið at liggja nett á 24 ella niðanfyri. Tá er tað ikki skynsamt at býta flokkarnar sundur fyri so stutt eftir at leggja saman og soleiðis skapa órógv um grundleggjandi bygnaðin.

Av tí sama er neyðugt at hava eina skipan viðvíkjandi næmingatali í flokkunum og viðvíkjandi játtan, sum letur upp fyri einum ávísum spenni og letur upp fyri møguleikum hjá einstaka skúlanum at skipa seg innanhýsis grundað á egna støðu og fortreytir og ikki ov fastlæst.

Skúlaárið 2023/24: Landsstýrismaðurin er gjørdur varugur við, at tað eru um 20 flokkar, sum við upplýstu næmingatølunum pr. 1. februar 2023 fara upp um 24 næmingar í hvørjum flokki.

Landsstýrismaðurin fer saman við fyrisitingini og skúlunum at hyggja nærri at hesum viðurskiftum, so at tær støður, tá ið næmingatalið fer upp um 24, verða lýstar væl, og góðar loysnir funnar.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo