Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

VP spurdi landslæknan Lars Fodgaard Møller, út frá grein á DR, hvussu støðan er í Føroyum í løtuni, og hevur landslæknin verið so beinasamur at svara.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at síðani septembur hava fleiri fingið staðfest kaldan lungnabruna (ígerðarsjúka í andaleiðini, Mycoplasma pneumoniae).

- Landssjúkrahúsið hevur í dag kunnað meg um, at frá ikki at hava havt nakran tilburð síðani 2019, eru staðfestir 21 sjúklingar við køldum lungnabruna í ár, hvar fyrsti tilburðurin var staðfestur í viku 36.

- Í tíðarskeiðinum frá viku 36 til 48 eru gjøllkannaðir 185 sjúklingar, har 21 vóru positivir. Tað svarar til eina "positiv rate" á 11%. Vøksturin er tó ikki so stórur, sum í Danmark, men tað kann skjótt broytast, sigur landslæknin.

- Mykoplasma-farsóttir plaga ikki at ovbyrja heilsuverkið.

- MP-infeksjónir eru eisini staðfestar í øðrum londum, bæði í og uttan fyri Europa. Og vit fylgja neyvt við gongdini, sigur landslæknin í svari til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo