

Mynd: 'Fuglareiðrið' frá OL í Beijing 2008
Gerhard Heiberg, norskur limur í IOC sigur, at tey hava funnið 45 nýggjar positivar dopingroyndir frá OL i Beijing í 2008 og London í 2012 eftir endur-testing. 23 av hesum vóru medaljuvinnarar.
Hetta er verri enn nakratíð, sigur Heiberg.
Av teim 45 royndunum sum eru funnar positivar, eru 30 frá Beijing 2008, meðan 15 eru frá OL í London i 2012.
Í alt hevur IOC gjørt 1243 endur-dopingroyndir frá teimum Olympiske leikunum, og 98 av hesum hava víst seg at vera positivar.
– tað tekur ongan enda, og hetta sýnir, at tað er verri enn nakrantíð. Tað positiva er, at vit fáa tikið snýtararnar við hjálp av nýggjum kanningarhættum. Tað negativa er, at tað tekur ongan enda, segur Heiberg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo