Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

- Ikki allir fótbóltsfjeppar úr Bretlandi eru andstyggiligir, og vit eru nakrir, sum hava kenslur.

Soleiðis segði Joel Hughes, frá Pontypridd í Wales við Sky News, tá ið hann í síðstu viku fór undir innsavningina á heimasíðuni JustGiving við ætlanini at savna inn 500 pund, um 4.300 krónur, til lítlu sjey ára gomlu gentuna úr Týsklandi.

Lítla týska gentan, sum ikki enn er identifiserað, græt við táravátum eygum, tá ið Týskland reyk út eftir 2-0 tapið móti Onglandi.

Myndin av grátandi týsku gentuni gav svínskar viðmerkingar á Twitter frá enskum fjeppum.

- Grát, tín lítli nazistur, skrivaði ein av teimum.

Og so kom Joel Hughes úr Wales inn í myndina og byrjaði innsavningina, skrivar danska TV 2.

Sky News sigur nú, at málið at fáa 4.300 er langt síðani nátt. Eftir at innsavningin hevur verið á heimasíðuni í fýra dagar, eru innsavnaði 32.667 pund - sum svarar til 282.445 krónur.

Nú verður so roynt at finna gentuna, so hon fær pengarnar, skrivar TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo