40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

29 fólk hava latið lív, og 44 eru ikki komin afturíaftur eftir eitt russiskt álop har eysturi í Ukraina.

Ein russisk rakett rakti ein íbúðarbygning í býnum Dnipro í gjár, og í allan dag hevur verið arbeitt við at bjarga fólki úr húsaleivdunum. 

Umframt tey mongu deyðu eru á leið 70 fólk særd. Harav eru 10 av teimum álvarsliga særd, skrivar BBC. 

Borgarstjórin í Dnipro, Borys Filatov sigur, at tað er lítil vón fyri at finna fleiri á lívi. 

Sambært Kyiv Independent er talið á teimum deyðu eftir álopið í gjár 30. 75 eru særd, og minst eitt barn hevur latið lív, skrivar miðilin.

Sambært Dnipro City Council var ein 15-ára gomul genta ímillum tey, sum lótu lív.

Russar bumbaðu ikki bara Dnipro í gjár. Eisini í Kyiv, Kharkiv and Odesa regnaðu russiskar rakettir niður í gjár, upplýsa altjóða miðlar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo